Føroya Arbeiðarafelag: Trupult at fáa álitisfólk

? Nógv tora ikki at vera álitisfólk. Tískil eru nógv arbeiðspláss, har tað er trupult at fáa álitisfólk. Og tað er enn truplari at fáa tey at støðast, sigur Ingeborg Vinther

? Á nógvum arbeiðsplássum eru ongi álitisfólk.

? Og tað er ein trupulleiki, sum Føroya Arbeiðarafelag eigur at gera nakað við.

Í ársfrágreiðing síni til aðalfundin seinasta vikuskifti vísti Ingeborg Vinther á m.a. á, at álitismannaskipanin ikki virkar nóg væl

? Hetta er ein trupulleiki, ið mangan er umrøddur.

Hon segði, at tað eru nógv arbeiðspláss, har ongi álitisfólk eru.

? Tað tykist at vera trupult at fáa álitisfólk vald og at fáa tey at støðast sum slík. ? Hetta má nakað gerast við í næstum.


Nógv tora ikki 

Hon segði, at hon kundi hugsað sær, at vit í FA fóru út á arbeiðsplássini at hjálpa til at fáa álitismannaskipanina at virka.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag segði, at tað er ein sáttmálarættur, at løntakarar velja sær álitisfólk á arbeiðsplássum, og vit eiga at nýta henda rætt.

? Tað hevur og er trupult at vera álitisfólk, hava hesi ikki fullan stuðul frá arbeiðsfeløgum sínum.

? Mong tora ikki, tí tey kvíða fyri at missa arbeiðið, skuldu trupulleikar stungið seg upp á arbeiðsplássinum. Hon helt, at betri trygd móti uppsøgn átti at verið fyri álitisfólk.

Men hon segði eisini, at møguleikan at læra upp álitisfólk hava tey í UV, Upplýsingarfelagsskapi verkamanna, ið hevur skeið, har álitisfólk kunnu fáa kunnleika um sáttmálaviðurskifti, fakfelagsarbeiði o.s.fr.

? Sáttmálabrot er ein trupulleiki, ið alla tíðina tykist at stinga seg upp, og verður tílíkt ikki rættað beinan vegin, og limir ikki gera vart við seg, verður sáttmálin undirgravaður.

? Slíkt má tí takast til viðgerðar alt fyri eitt.? Mál, ið eru limunum í fakfeløgunum til bata, eiga at takast upp á arbeiðsmarknaðinum alla tíðina. ? Kortini verður ongantíð rokkið á mál. Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag í einum, verður altíð okkurt annað at fáa skil á.


Ikki arbeiði til øll

Annars helt Ingeborg Vinther, at gongdin í samfelagnum ikki mætari enn so, at ikki øllum vinnuførum hondum stendur arbeiði í boði.

? Arbeiðsloysið er væl størri, enn tey tøl, ALS kemur við. ?Tí, sum eg so ofta havi ført fram, eru tað mong, sum eru dottin út úr ALS, ið ikki eru við í nøkrum hagtølum.

? Síðani eru tað tey arbeiðsleysu, ið onga forsorgarhjálp fáa, tí at sosiala neyðin er ikki nóg stór, og tískil eru tølini, ið koma fram, skeiv, segði Ingeborg Vinther.