manningin kundi hála hann inn á dekkið. Seinasti hósdagur var vanligur dagur hjá teimum flestu, eisini hjá Regini Hammer. Fyrsti túrur við Fram Hann var á fyrsta túri sínum við Fram, eftir at hava arbeitt [...] flótidragt, sum eg havi keypt í Noregi. Síðani lat eg meg í bjargingarvest, og vit fóru í gummibátin, sigur Regin Hammer. Teir komu yvir í øllum góðum og løgdu at Pelagos. Manningin blakaði teimum ein enda [...] roynt at hjálpt mær, vóru vit riknir ov lagt frá skipinum, og tað hevði bert gjørt støðuna enn verri, sigur Regin. Hann lá góða løtu í sjónum við skipasíðuna og bardist fyri lívinum. Buktin á endanum hjálpti
er eisini skiparalærdur. Men lívsleiðin hjá manninum við tí mergjaða navninum hevur ikki altíð verið so vallað og mjúk sum nú. Villur og vreiður Barnaárini hjá Sigmundi Brestissyni kravdu sín mann. Tveir [...] fingu skaða Við drekkarínum hjá Sigmundi og feløgum fylgdi harðskapur. Allastaðni, teir høvdu stigið lá ein slóð av nasablóði og brotnum limum. - Myrkrið hevði valdið á mær, sigur Sigmundur, sum minnist klikuna [...] nevaleik í vikuskiftunum. Meðan alt hetta fór fram, búði Sigmundur hjá ommmuni í Klaksvík. Hon var sjálvandi nívd av atburðinum hjá ommusoninum. Men í roynd og veru visti hon ikki, hvussu ógvusligt tað
kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt. ? Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini. Nevndarformaðurin sigur, at umframt tey [...] tilboðið samanumtikið, sigur hann. Hann vísir eisini skuldsetingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni framferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek. Eitt nú verður [...] politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumbul burturúr hesi útbjóðingini, sigur Klæmint Veihe. Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fundurin kann í fyrsta
verk í dag, t.d. sjúkrabilarnir!! Gjaldast skuldi frammanundan skurðviðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Oddvør, annars kundi onki gerast - peningur var sjálvandi tøkur! Men formella flytingin av pengunum [...] vissuliga komnir úr Danmark til Føroyar, men tað gekk verri at fáa bert ein evarska lítlan brotpart suður aftur haðani, teir vóru komnir frá upprunaliga, nevniliga úr Keypmannahavn - og tí vóru tað fimm langir [...] vil gera hann til. Í eini álvarsligari sjúkrastøðu, sum altíð er ein torfør støða at vera í, bæði hjá sjúklingi og teirra avvarandi, har er einki at taka seg aftur í, at vit føroyingar hava alstórar fyrimunir
mangur republikanari, limur sum spunalækni, at halda, at George W. Bush fór at vinna ein ómakaleysan sigur á sínum mótmanni John F. Kerry á forsetavalinum tann 2. november. Bush var maðurin, sum eftir eitt [...] bókum eru USA sum imperium, møguligar hóttanir móti landsins fólkaræði, militarisering og hugburður hjá øðrum tjóðum mótvegis USA. Eina serstøðu í hesum liði av viðmerkjarum hevur tann týski søgumaðurin [...] amerikumenn eitt demokratiskt samveldi við ongum kongi. Tá ið eitt felag, har George Washington, tann fyrsti forsetin í USA, stóð á odda, rópti seg Cincinnati, var tað ikki av tilvild. Cincinnatus var ein
men eg fái ikki flutt meg. Tá tann fyrsti kemur til bilin, skal eg lyfta høvdið, men tað fái ikki. Eg klári ikki at halda høvdinum, og hesin persónurin situr so hjá mær og heldur høvdinum uppi, til bj [...] - uttan at hava lagt kranan á lastbilinum niður. Tá hendi vanlukkan, sum síðan hevur merkt lívið hjá familjuni í Vestmanna. In.fo hitti Eyðun Hansen, tá hann herfyri var til umlættingar á Virknis-og [...] legðist eg uppi og byrjaði mína egnu fyritøku við kranabili, har eg eitt nú landaði skip í Kollafirði og hjá landingarmiðstøðini Barinum í Havn. Tá vanlukkan hendi honum seinnapartin fríggjadagin hin 9. november
leiki vann ein mann, var støðan ikki góð hjá Luitjen. Ungi maðurin royndi at stríðast eina løtu, men Rógvi lat ikki við seg koma og koyrdi ein tryggan sigur heim. Rani Nolsøe, sum lá javnur við Rógva [...] kappingarneytarnir hjá Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen, í innanhýsis dysti. Rani Nolsøe skal við svarta fólkinum vita, um hann verður tann fyrsti, sum megnar at koppa [...] lagt kongin, og Høgni er í stórum stíli á veg móti triðja FM-heitinum á rað. Argasti kappingarneytin hjá Høgna, Luitjen Akselsson Apol, hevði eina torføra uppgávu, tá hann skuldi royna at koppa Rógva Egilstoft
Anna ikki sleppur heim aftur. Tó, hon er hjá góðum fólki, og tá kríggið er av í mai 1945 er Anna stór smágenta og so mikið fastgrógvin, so hon verður verandi hjá fólkunum, sum høvdu tikið hana til sín [...] vera har í tríggjar mánaðir “og so kemur tú heim aftur”. –“Nei” sigur Hjalmar, “ikki vænti eg tað”, - “spyr tú foreldrini, um tú kanst vera hjá teimum saman við dreingjunum, tá eg eri farin, - so leigar tú [...] fóru at hvíla seg, var Hjalmar altíð framvið at vita um fiskur tó kundi vera undir skipinum - og fyrsti toskurin, ið síðan var innanborða endaði á dúrkinum frammi í lugarinum, hetta var fyri at siga
august mánað. Fyri at fáa eina “treble” sær tað út til at Gareth Barry hjá Aston Villa fer at fáa møguleikan frammanfyri Owen Hargreaves hjá Manchester United. Gareth hevur spælt sera væl og støðugt, og fer [...] væntað at McLaren fer at geva unga Scott Carson møguleikan, framum Paul Robinson, sum enskur málverji. Fyrsti dysturin í Wien Carson, sum í løtuni er lántur út til Aston Villa frá Liverpool, fekk sín fyrsta [...] stuðul At McLaren ikki stuðlaði Robinson var sjónligt í upptaktini til týdningarmikla síðsta dystin hjá liðnum í bólki E í undankappingini. Robinson hevur eisini havt nakrar dystir, har hann hevur svikið
komið fram til kappróðrarárið, er summar í Føroyum. Fyrsti FM róðurin verður í Klaksvík seinnapartin í dag, og harvið verður tað ramasti álvari hjá fleiri hundrað kappróðrarfólkum fram til ólavsøkuaftan [...] róðurin klokkan trý, sigur formaðurin í RSF. Um tað fer at eydnast seinnapartin í dag at avgreiða róðrarnar, soleiðis at alt verður liðugt eftir tveimum tímum ? hetta er málið hjá RSF ? er kortini eitt [...] eydnast í tí einstaka førinum, men vit arbeiða alla tíðina uppá at betra tað, sum vit eru harrar yvir, sigur Hannis Joensen, formaðurin í RSF. Teir, sum ferðast kring landið og hava ábyrgd av kappróðrinum, vita