Týsdagin 21. august verður Astrid Frederiksen, Tórshavn, 100 ár.
Foreldur hennara vóru Johanna, f. Johannesen úr Skopun og Hans Jacob Egholm ættaður úr Hvalvík, tey settu búgv í Magnus Heinasonargøtu, har Eirikstoft brøðurnir seinni bygdu á horninum M. Heinasonargøta/Sverrisgøta, børnini vóru fimm, systrarnar Jenny og Ingrid, sum báðar giftust og búsettust í Keypmannahavn, brøðurnir Hans og Jens Petur vanliga nevndur Pedda og Astrid vóru brøðurnir gift og búðu í Havn.
Sum nýgift settu Astrid og Hjalmar av Norðtoftum búgv í nýggjum húsum í Brekkugøtu, í býlinginum nevndur Rabarbukvarterið.
Astrid og Hjalmar giftust 3. januar 1933, og ljósar og eydnusælar tyktust leiðir teirra. Hjalmar førdi sluppina “Verdandi”, var ein parthavarin. Vónirnar lýstu enn bjartari, tá børni komu, Martin (1933-2005), Sonni (1934) og Anna (1938).
Hjalmar var av lyndi bjartskygdur og ágrýtin, heimið í Brekkugøtu var eydnusælt og lívsleiðin tyktist ljós. Men so líðandi var umskifti í Brekkugøtu.
Seint á heysti í 1939 fer Hjalmar við “Tjaldrinum” til Keypmannahavnar á heilsubótarferð við ársgomlu dóttrini, og longu í apríl 1940 er Danmark hersett av týskinum, og alt samband millum Føroyar og umheimin er kvett; mikil harmur í Brekkugøtu, nú lítla Anna ikki sleppur heim aftur. Tó, hon er hjá góðum fólki, og tá kríggið er av í mai 1945 er Anna stór smágenta og so mikið fastgrógvin, so hon verður verandi hjá fólkunum, sum høvdu tikið hana til sín. Anna var annars heima í 60’unum, hevði tá starv í Føroya Banka, og hesi bæði árini var Anna knáur hondbóltleikari á fyrsta kvinnuliði Kyndils.
Hjalmar var av raskastu sjómonnum. Esmar Fuglø, sáli hevði einaferð á munni, at ilt var at fáa so erligan kappingarneyta sum Hjalmar av Norðtoftum. Tá snørið var tikið inn, tí eingin fiskur var undir skipinum, og menn fóru at hvíla seg, var Hjalmar altíð framvið at vita um fiskur tó kundi vera undir skipinum - og fyrsti toskurin, ið síðan var innanborða endaði á dúrkinum frammi í lugarinum, hetta var fyri at siga manningini frá, at fiskur nú var undir skipinum.
“Verdandi” var Føroya besta fiskiskip í 1933. Hjalmar var tá skipari, og teir landaðu fult skip úti í Nólsoy 4. apríl 1933. Hetta er sambært frásøgn frá Edvard Hansen, keypmanni, sála. Sama dag fær Hjalmar boðini um, at hann hevði fingið son. Martin er føddur 4. apríl 1933, hann andaðist eftir stutta sjúkralegu 70 ára gamal 3. juli 2003.
Hervilig tuberklasótt tók Hjalmar frá teimum. Hann andaðist á Sanatoriinum í Hoydølum 10. mars 1942 bert 38 ára gamal.
Astrid situr nú eftir við dreingjunum báðum, 6 og 8 ára gamlir, og Anna er tá 3 ára gomul í Kjøpinhavn.
Meðan Hjalmar er á Sanatoriinum sigur hann við Astrid henda eina dagin, hon vitjar, at hann væntar ikki at koma omanaftur á lívi. Astrid biður hann ikki siga so. Læknin hevði sagt, at hann skuldi vera har í tríggjar mánaðir “og so kemur tú heim aftur”. –“Nei” sigur Hjalmar, “ikki vænti eg tað”, - “spyr tú foreldrini, um tú kanst vera hjá teimum saman við dreingjunum, tá eg eri farin, - so leigar tú húsini út, at tey ikki gleppa tær av hondum. Minst til, eg havi lagt grundarstein undir húsini saman við gulli – tú mást syrgja fyri at behalda húsini”.
Astrid gjørdi, sum Hjalmar hevði sagt.
Hóast mangan strævið, so gekk. Astrid fór út at vaska, dreingirnir vuksu til, vóru evnagóðir og ágrýtnir bæði í skúla og í øllum arbeiði - og Astrid hevur sitið í somu húsum. Í 1997 flutti hon á Tórshavnar Ellisheim í V. U. Hammersheimbsgøtu.
Astrid vaskaði á Majarínum í meira enn 40 ár, kantór og mjólkaútsøluna, og hon vaskaði eisini langt áramál hjá Niles L. Arge, ursmiði á Kongabrúnni. Tú sást hann javnan fara eftir vegnum, treystliga gongulag hennara var eyðkent, og hon takkaði Gudi fyri góða heilsu, at hon sjálv kundi halda hús. Hugnalig og lívsjáttandi, og nøgd við lívið -. Tá Astrid fekk fólkapensjónina, helt hon fyri “hví skal eg fáa pengar fyri einki at gera” tað skilti hon ikki.
Sum ein teirra, ið hevði dagligu gongdina í Brekkugøtu og í Magnus Heinasonargøtu, tá Astrid og dreingirnir vóru hjá Johonnu og Hans Jakki, í barnaheiminum, goymir manga ríka løtuna í minninum. Vissuliga. Har var “høgt til loft og vítt til veggja, har spældu vit - og vit leiktu, og har gekk prátið, har var gott at vera innanveggja sum úti. Børn sum vaksin, har var hjartarúm.
Á 100 ára degnum vella rík og fjálg minni fram frá barna- og ungdómsdøgunum.
Astrid hevur altíð verið við tí góða, innilig og av lindi kravlítil. Heimahjálp hevði hon ongantíð havt, tá hon 90 ára gomul flutti á Ellisheimið.
Men Astrid er hjartans fegin, takkar Gudi fyri hvønn dag fyri góða heilsu og langa lívsskeiðið, henni untist.
Føðingardagin, týsdagin 21. august, verður opið hús á Ellisheiminum í havn millum kl 15 og 17.
Astrid, góða - Hjartaligar heilsannir á 100 ára degnum.
Jákup Lindenskov