sigur Bjørn Harlou, at verður fuglaskrím staðfest í Føroyum, verða somu tiltøk sett í verk her, sum aðrastaðni. Tað merkir, at verður fuglakrím staðfest í Føroyum, verður ein tríggja kilometra breiður t [...] , er, at nú er fuglakrím eisini staðfest í Skotlandi. - Sostatt er fuglakrím eisini komið munandi tættari Føroyum, sigur landsdjóralæknin. Tað er ein svanur í lítla, Norðurskotska býnum, Fife, sum nú hevur [...] fleiri sjúkir fuglar fara at verða funnir har í næstum. Samstundis er ein 10 kilometra breiður yvirvøku-geiri gjørdur rundanum økið. Fuglakrím komið nærri Føroyum Í Føroyum hava vit annars hildið ondini og
uppihaldsloyvi í býnum. Nógv av teimum, sum búgva í býnum uttan loyvi, búðu í býnum áðrenn 1975, tá mynduleikarnir fluttu tey út um býin at arbeiða í landbúnaðinum. Tey flestu eru nú aftur í býnum saman við [...] kommunistaflokkin, og sum frá 1946 til hann doyði í 1969, var forseti í Norður-Vietnam. Í dag verður tann gamli býarparturin framvegis nevndur Saigon, og í sunnara partinum av landinum verða nøvnini Saigon [...] linju út av borgini. Tann reyða í miðjuni, sigur hann, hevði beinleiðis samband við Hvítu Húsini í Washington. Bumbuskýlið Í kjallaranum er bumbuskýlið hjá forsetanum. Inni í rúminum, har forsetin skuldi
koyri eg inn í Brotið ella til onkran annan handil í økinum. Eingin avmarking er í koyrikortinum hjá honum, og tí kunnu Søren og konan koyra, hvar tey vilja. - Men eg koyri næstan bara her í økinum. Eg kundi [...] at ganga. Men so hugsaði eg við mær sjálvum, at eg siti bara í tí eina bilinum. Søren er sannførdur um, at skulu vit fáa eina trygga ferðslu í Føroyum, noyðist hvør einstakur bilførari at ansa væl eftir [...] Hann er føddur 13. november í 1913 og er sostatt farin um tey níti. Aldur sæst næstan ikki á, og tá ið tú nærkast hugnaligu húsunum, sært tú heldur ikki nakað tekin um aldurdóm. Í túninum stendur ein myrkur
kennir frá Fælledparken í danska høvuðsstaðnum, ella frá beach-festival í onkrum summarbýi, tó at sandurin restaði. Og jú. Tit lósu rætt. Soleiðis var støðan í KLAKSVÍK her heima í Føroyum. Talan var ikki [...] dugur er í teimum. Uppsetingin var soleiðis, at skift varð ímillum tveir pallar, og hóast popp-stjørnuskotini, Guðrun Sólja, Petsi og Gunnar ljóðaðu væl, so hildu vit í øllum førum, at tað í hesum løtum [...] veðrabásinum, sum var uppsettur mitt í meldrinum. Eingin av festivalluttakarunum tóktist so vera í minsta iva um, at rúsdrekkalógin treingir til eina ajourføring, og í verandi støðu tykist tað so ikki vera
Við Hoyvíkstjørn Úr Kongsgili í Kerjar og í Marknagilsgøtuna Um Vesturvarða – gøtan er nakað knortlut í støðum, og verður hetta bøtt í næstum Úr Norðasta Horni oman í Sandá Í Nólsoy millum skúlan og dagstovnin [...] Úr Kongavarða í Reynsgøtu Fram við Sandá Í viðarlundini í Havnardali Í Kirkjubø inn á Árnanes og nú verður farið undir at binda gøtuna í Lágabø Á Velbastað millum skúlan og dagstovnin Í Kaldbak eru gøtur [...] tøk í miðbýnum til fólk í tænastu- og handilsørindum. Nú tykist endiliga at vera komið glið á málið, men tíverri verður enn bíða eftir avgerð í Innlendismálaráðnum, áðrenn parkeringspolitikkurin í býnum
nógvar sendingar í felag. Tey bæði fóru síðani á Rás 2 at arbeiða, og eftir tað var Óla Jákup í fleiri ár drívmegin aftan fyri VikuBlaðið, sum tá varð borið í hvørt hús í landinumm. Í 2010 kom Óla Jákup [...] og countrytónleikur hansara stóra áhuga. Sum ungur var hann í breiðastu merking við í tónleikalívinum í heimbygdini, og fekk hann ein gittara í hondina – sum hann átti fleiri av – hoyrdist skjótt, hvussu [...] millum annað hevur hann verið uppi í fleiri bókaútgávum. Síðst í 90-unum fór hann í Útvarpið at gera sendingina Koyribreytin, ið samantvinnaði áhugan fyri bilum og ferðslu og ikki minst tí serliga ‟koyri
verður skotin í tunlinum. Soleiðis byrjaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sína røðu, hann helt fyri teimum umleið 300, sum vóru komin saman í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag, tá seinasta [...] og tunlar, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið í Føroyum. Heilt fram til fyrst í 1900-talinum var veganetið í Føroyum munandi verri útbygt enn í okkara grannalondum, og føroyingar vóru als ikki spentir [...] vegur millum bygdir í Føroyum. Hann var liðugur í 1916 – seks ár, áðrenn fyrsti bilurin kom til Føroya. - So, tit vóru rættiliga frammi í skónum her suðuri, helt landsstýrismaðurin fyri. Í røðu síni vísti
verið bygd í Føroyum. Tá undamaður mín í fyrstbygdu niðursetuhúsunum á Hellunum, lambamaðurin Janus Jensen settist niður her í 1849 var Tartur einasta hús í Oyndarfirði innanfyri Stórá. Hygg í dag, nú er [...] mber, tá alt endurtekur seg aftur, bara í øvugtari rekkjufylgju. Meðan sólin dvølist niðri í heimbygdini, standi eg í skugganum úti á Hellum, her er myrkt sum í Depli á vetri, sera ringur sólargangur og [...] eru tað bara tvey hús í Oyndarfirði, har sólin skínir beinleiðis á. Tað er á Marknagili og í Garðshorni, nú eru tað longu fleiri, ja er klárt um hesa tíðina, so fáa øll húsini í gomlu bygdini at síggja
fingið ein kross í føðingardagsgávu í morgun. Hennara er tynri og við hvítum gimsteinum. Hon hevur í mong ár gingið í Frelsunnar Herinum í Havn, men nú hon býr í sambýli í Runavík, gongur hon í Berøa. Foreldrini [...] vaksnu børnini, sum eisini sjálvi hava boðið nógvum fólki í føðingardag. Krossar í gávu Tað er ein errin Tórur, sum tekur ímóti heima í durinum í morgun. Hann hevur akkurát pakkað føðingardagsgávuna upp [...] ur krossur í einari hálsketu. - Eg havi leingi ynskt mær hendan krossin, sum eg havi sæð í 3’aranum í SMS, har eg ofta gangi og hyggi, sigur hann. - Um eg verið nervøsur, so taki eg bara í krossin. So
mjørkaflóki í erva, tá vit narkast Skarðinum, men hann kemur ikki oman móti gøtuni. Komnir í Skarðið vísir Karl okkum, hvar tunnilin fer at koma út í Dalinum. Tað sæst hiðani. ?Hevði vegurin í fyrstu syftu [...] till at hann ætlar sær í húgvu heldur. ?Tað man ikki fara at bila í dag. Tað er ikki so kalt enn, heldur hann. Vøttir hevur hann heldur ongar. Tekur ein postsekk, sum fetil er bundin í, og leggur á ryggin [...] á nýggjárinum 1993. Hóast tað ikki er størsta posthús í landinum, tað í Gásadali, er tað tungt og strævið at røkja. Tað búgva bara sjey fólk fáast í Gásadali, greiðir Karl frá. Men tey skulu sjálvandi hava