Postflutningur
Postmaðurin gleðir seg, til tunnilin er so frægt klárur, at tað er trygt at ferðast gjøgnum hann. So sleppur hann frá fjallinum, tá hann skal flyta postin til og úr Gásadali.
?Øll í Gásadali gleða seg, til tunilin kemur. Tað verður bara betri fyri bygdini, er postmaðurin, Karl Mikkelsen, ivaleysur í. Eingin er, sum óttast fyri, at tunnilin fer at taka nakað frá nøkrum, Tí har eru so fá at taka nakað frá, heldur hann.
Tað fer eitt æl um Áardal, meðan vit sita í bilinum og bíða eftir postmanninum, sum er á veg úr Sørvági við jólapostinum. Tað regnar illa, og vit gera okkum út til at fáa karm. Men tað verður so harvið. Tað er eisini partur av túrinum, og Karl man mangan karmin hava fingið á rutuni um fjallið. So saktans klára vit ein.
Tað kemur ein hilur hinumegin dalin. Ein lítil, svartur jeepur, so hatta man vera hann. Bilurin líkist tí, vit hava fingið at vita, at hann koyrir í.
Jú, hann steðgar, og vit heilsast. Maðurin letur hurðina upp aftan.
Tekur ein jakka og letur seg í uttan á svarta jakkanum við búmerkinum hjá Postverki Føroya á. Hann er hattleysur, og ikki sær út till at hann ætlar sær í húgvu heldur.
?Tað man ikki fara at bila í dag. Tað er ikki so kalt enn, heldur hann. Vøttir hevur hann heldur ongar.
Tekur ein postsekk, sum fetil er bundin í, og leggur á ryggin. Hevur fyrst skumpað og trýst eitt sindur, fyri at fáa postin, sum í er, at liggja betri at rygginum.
Tíggju ár
Karl hevur borið post um fjallið í tíggju ár. Soleiðis um eina viku ella so, sigur hann. Hann tók við á nýggjárinum 1993.
Hóast tað ikki er størsta posthús í landinum, tað í Gásadali, er tað tungt og strævið at røkja.
Tað búgva bara sjey fólk fáast í Gásadali, greiðir Karl frá. Men tey skulu sjálvandi hava post, eins og øll onnur, og hann má berast um fjallið. Einki annað hjálpir.
?Tað er bara hendinga ferð, tað kemur fyri, at eg leggi ein sekk inn í tyrluna, sigur hann. Annars er tað á nakkan og so niðan brekkuna.
Kar tók við starvinum sum postmaður eftir Solberg Henriksen, sum í nógv ár røkti starvið.
Vit fara til gongu. Ganga beint niðan um eina bingju, sum stendur innihegnað her nakað frá vegnum. Líkt er til, at teir, sum arbeiða við tunlinum, goyma spreingievni í henni. Oman fyri hevur Karl sett sær stavin, tá hann í gjárkvøldið fór til Sørgvágs.
Hann tekur stavin og vit fara aftur til gongu. Hann hirsar sekkin eitt sindur, og so ligur hann, sum hann skal.
?Jú, tað kann gott vera eitt sindur illtungt viðhvørt. Og onkuntíð hava sekkirnir eisini veirið bæði størri og tyngri enn í dag, sigur hann. Ringast er, tá hesi adressuleysu reklamubløðini eru í posanum. Tey eru so óreina illtung at bera.
Annars er tað allur vanligur postur, sum borin verður um fjallið. Brøv og pakkar og so eisini avísirnar. Tær føroyskur eru mestur allar, sigur postmaðurin í Gásadali.
Ein tíð enn
Karl sigur, at hann ætlar at klára at ganga um fjallið, til koyrandi er gjøgnum tunnilin.
Væl vitandi um, at tað ikki verður beinanveg, hóast skotið er ígjøgnum, sigur hann kortini, at hann gleiðir seg. Hann hevur vónir um, at um nakrar mánaðir man loftið fara at vera so mikið væl tryggjað, at hann kanska kann sleppa ígjøgnum eftir avtalu, hóast tunnilin ikki verður latin upp fyri almennari ferðslu enn.
Vegur er eingin frá tunnilsmunnanum í Dalinum og heim í bygdina, so koyrandi verður ikki allan vegin.
Og tíðin, sum fyri stendur, er ring. Veturin kann vera strævin her á bygdargøtuni, tá gangast skal í fannakava við byrðu á bakinum.
Ein lætti
Tað er ein lætti at vita sær, at holið er komið ígjøgnum, hóast tað tók rættiliga langa tíð at koma so langt, sigur Karl.
?Hann metir, at tað munnu vera eini 40 ár, síðan farið varð at tosa um tunnilin, og nógvir tingmenn eru valdir í Vágum upp á hetta góða holið, sum nú endiliga er komið, veit hann.
Tað verður gott fyri Dalin, heldur hann, og sigur, at átta grundstykki eru í bygdini, og øll eru tey umbiðin. Helst okkurt afturat, heldur hann.
Talan er um ungt fólk, sum hevur áhuga í at byggja har uppi, sigur hann. Og tað hevur einki upp á seg í dag, tí øll feðrast í bili, og avstandurin til Sørvágs er bara eitt korter ella so, so tað merkist ikki.
Vit eru komnir niðan á, og tað lættir beinanveg, nú tað slætnar undir fótinum. Gøtan liggur fram eftir fjallinum og er væl merkt. Steyrar og varðar eru at ganga eftir, og í dag er einki at hugsa um. Vit fylgja bara gøtuni.
Kavin
Men soleiðis hevur ikki altíð verið, greiðir Karl frá. Mangan er ótýdligt í kava. Bæði nýggjum og gomlum kava, sum hvør á sín hátt hevur sínar vansar.
Tann nýggi kavin er bleytur, og skjótt er at smokka. Tann gamli er harður og hálur, og fert tú á glið, er ilt at steðga aftur.
Karl minnist einaferð, hann hevði eini tvey smábørn við á ferðini. Tá hann var komin um Skarðið og skuldi oman í Dalin, var so hált, at hann tordi ikki at lata børnini ganga leys. Hann gjørdi enda á tey og loraði tey undan sær, til tey stóðu trygg á einum stað. So fór hann sjálvur oman til teirra, og soleiðis helt tað á, til gongt var aftur.
?Tað er mangan, eg havi verið noyddur at farið av gøtuni og bara hildið meg eftir ryggjunum, sum frægastir hava verið at gingið eftir, greiðir Karl frá.
Fullar styvlar er eitt. Men ikki so sjálvdan heldur hevur hann staðið upp á miðu ella meira í kava.
?Tað er rættiliga tungt at bera postin í slíkum líkindum, sigur hann og gleðist um, at nú verður holið liðugt, og so kann farast tann vegin, tá ikki er farandi um fjallið.
Nógv fólk
Tað gongur nógv fólk eftir Gásadalsgøtuni millum ár og dag. Serliga um summarið er tætt her, greiðir Karl frá. Summum fylgist hann við, og summum møtir hann bara.
Nógv útlendsk tíðindafólk hava verið á gøtuni, og nógv hevur hann tosað við. Myndir síggjast ymsastaðni frá slíkum túrum. Ein hongur til dømis inni á posthúsinum í Sørvági.
?Ein eldri italienari var her í summar, og nú fyri stuttum fekk eg sendandi eina T-shirt frá honum. Við áprentaðari mynd av Gásadali, greiðir Karl frá.
Í dag eru vit einsamallir á veg til Gásadals. Tað legst ein mjørkaflóki í erva, tá vit narkast Skarðinum, men hann kemur ikki oman móti gøtuni.
Komnir í Skarðið vísir Karl okkum, hvar tunnilin fer at koma út í Dalinum. Tað sæst hiðani.
?Hevði vegurin í fyrstu syftu bara verið gjørdur so, at vit sleppa við traktori til munnan, so ger tað einki, um endaligi vegurin ikki verður liðugur, heldur hann. Tí vegurin skal gerast av nýggjum til bygdina. Tann gmali vegurin, sum liggur um ánna, er ov veikur til ta feðrslu, sum uttann iva verður her, tá opið verður, sigur hann.
Vit steðga á í Skarðinum. Taka í hondin hvør á øðrum og takka fyri túrin og ynskja gleðilig jól.
Karl fer við posanum, sum hann ongantíð hevur sett av sær, meðan vit hava gingið niðan, oman brekkuna. Hann gongur ikki eftir gøtuni allan vegin, uttan kvettir svingini av her og har. Er vanur við.
Vit síggja hann fara undir ein nasa. Vit venda aftur, og kappganga við eitt æl í Mykinesfirði, sum vit óttast fer at raka okkum.
Men tað kom ongantíð á okkum.