Fuglakrím
- Vandin fyri at fuglakrím eisini kemur til Føroyar, er nú munandi øktur.
Tað ásannar Bjørn Harlou, landsdjóralækni.
Orsøkin til hesa niðurstøðuna hjá landsdjóralæknanum, er, at nú er fuglakrím eisini staðfest í Skotlandi.
- Sostatt er fuglakrím eisini komið munandi tættari Føroyum, sigur landsdjóralæknin.
Tað er ein svanur í lítla, Norðurskotska býnum, Fife, sum nú hevur fingið fuglakrím.
Fife er beint norðanfyri Edinburgh, tætt við Perth og Dundee.
Í morgun varð ikki staðfest, um talan var um tað vandamikla H5N1 fuglakrími. Fleiri enskir fjølmiðlar siga, at alt bendir á, at talan er um tað vandamikla slagið, sum hesin svanurin hevur fingið, men tað verður nú kannað.
Bretskir serfrøðingar siga, at teir hava avbyrgt ein tríggja kilometra breiðan trygdargeira runt um økið, har svanurin varð funnin og teir vænta, at fleiri sjúkir fuglar fara at verða funnir har í næstum. Samstundis er ein 10 kilometra breiður yvirvøku-geiri gjørdur rundanum økið.
Fuglakrím komið nærri Føroyum
Í Føroyum hava vit annars hildið ondini og vóna, at fuglakrímið ikki kom til Onglands og Skotlands.
So leingi fulgkarím heldur seg fastlandinum í Evropa, hevur vandin fyri at tað breiðir seg til Føroyar, ikki verið so stórur.
Men serfrøðingar hava ásannað, at kemur fuglakrím til Onglands og Skotlands, er munandi størri vandi fyri, at tað eisini kemur til Føroyar, tí ein stórur partur av tí flytifugli, sum kemur hendavegin, kemur júst úr Stóra Bretlandi.
Og nú er so fuglakrím staðfest fyrstu ferð hjá villum fugli í Skotlandi og tað ger so eisini, at fuglakrím er komið væl nærri Føroyum, enn tað hevur verið, sigur Bjørn Harlou.
Og hann sigur, at fuglakrímið er nú so nær, at tað er sannlíkt at tað eisini fer at koma til Føroyar í ár.
- Men nær og hvussu ber ikki til at siga.
Landsdjóralæknin mælir kortini til at vit lata okkum ikki taka av fótum.
-Tað er ein fittur teinur úr Skotlandi til Føroyar og er talan um sjúkan fugl, er tað eisini sannlíkt, at hann ikki orkar at flúgva til Føroyar, men dettur í havið.
- Tað eru bara nøkur fá samdøgur frá tí at ein fuglur er smittaður, til hann verður sjúkur, so verður ein fuglur í Skotlandi smittaður, kann hann verða so avmaktaður, at hann ikki vinnur upp land í Føroyum.
Men tað eru eisini fuglar í Skotlandi, sum flúgva framvið Føroyum, til Íslands og Grønlands og sum sostatt ongantíð koma til Føroyar.
Skal nógv til
Samstundis vísir landsdjóralækin staðiliga á, at fuglakrím er ein djórasjúka og ikki ein sjúka, sum smittar ímillum menniskju.
- Og vandin fyri, at fólk verða smittað, er ómetaliga lítil, tí tað skal nógv til at fáa smittuna.
Hann vísir á, at tað eru milliónir av fólki, sum hava verið í smittuvanda, men enn eru tað bara eini 200, sum hava fingið sjúkuna.
Men av teimum, sum fáa sjúkuna, er helvtin deyð av henni, so hon er reiðiliga vandamikil hjá teimum, sum fáa smittuna.
- Men tey, sum eru smittað, hava verið í ógvuliga tøttum sambandi við flogfenað. Onkur av teimum hava etið sjálvdeyðum hósnarungum.
- Veruleikin er, at virussið hevur vánalig livilíkindi uttanfyri fuglin og tað doyr rættiliga skjótt uttanfyri fuglin. Verður vanligt reinføri brúkt og vísa fólk vanligt varsemi, er ongin vandi.
Tað er tí ongin vandi at eta stoktan ella kókaðan flogfenað.
Nógv drekkivatn í Føroyum er yvirflatuvatn og tað kann verða dálkað av fugli.
- Á pappírinum kann tað verða ein smittuvandi, men, sum sagt, livur virus ikki leingi uttanfyri fugl.
Sum støðan er nú, har fuglakrím ikki er staðfest, er heldur ongin orsøk til at mæla fólki frá at eta bleyttkókað egg, sigur Bjørn Harlou.
Trygdartiltøk klár
Samstundis sigur Bjørn Harlou, at verður fuglaskrím staðfest í Føroyum, verða somu tiltøk sett í verk her, sum aðrastaðni.
Tað merkir, at verður fuglakrím staðfest í Føroyum, verður ein tríggja kilometra breiður trygdargeiri verður lagdur rundanum staðið, har tað er funnið.
Samstundis verður eisini ein 10 kilometra breiður yvirvøkugeiri lagdur rundanum staðið.
Innanfyri hendan geiran skal allur flogfenaður haldast innandura og tað verður ikki loyvt at flyta flogfenað ímillum, umframt at aðrar reglar verða settar í gildið á ymsum øki, sum hava við flogfenað, djórahald og flutning, at gera.
- Men verður fuglakrím ein álvarsligur trupulleiki, kann kravið verða, at allur flogfenaður í landinum skal haldast innandura, sigur Bjørn Harlou.
Góð ráð um fuglakrím
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt eina leiðbeining fyri, hvussu vit eiga at bera okkum at í sambandi við vandan fyri fuglakrími
Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fevna um, hvussu vit eiga at bera okkum at í samband við fugl. Men Starvsstovan hevur eisini nøkur góð ráð til reinførið
Í sambandi við sjálvan fuglin, eru ráðini hesi:
Tann, sum finnur deyðan ella sjúkan fugl, skal boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá. Heilsufrøðiliga starvsstovan er serliga áhugað í at fáa fráboðanir, um so er at :
- 5 ella fleiri deyðir ella sjúkir fitju- og vaðfuglar verða funnir á einum strekki uppá 200 metrar í fjøruni, í vátlendi ella við vøtn. Fitjufuglar eru m.a. svanir, dunnur, gæs, likkur og onnur másasløg, ternur, álkur, vaðfuglar, hegrar ella skarvar.
- 2 ella fleiri deyðar ella sjúkar krákur ella ravnar verða funnir á einum strekki uppá 200 metrar í fjøruni, í vátlendi ella við vøtn.
- 5 ella fleiri deyðir ella sjúkir fuglar verða funnir á sama stað við vátlendi (eitt nú har krákusløg halda til um náttina)
- 1 ella fleiri deyðir ella sjúkir rovfuglar verða funnir
Í sambandi við reinføri, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan hesi ráðini:
- Nem ikki við sjúkan ella deyðan fugl
- Greið børnunum frá, at tey ikki mugu nerta ella spæla við sjúkan ella deyðan fugl
- Nem ikki við teg sjálvan ella onnur við dálkaðum hondum (serliga um nøs og eygu)
- Um ein einstakur fuglur skal burturbeinast, skal hetta gerast av einum vaksnum.
Slepp undan beinleiðis at nema við fuglin. Nýt eingangshandskar (møguliga fyriklæði/arbeiðsklæði) og legg fuglin í ein plastposa (sum tá ið tikið verður upp eftir hundi). Bind um posan og koyr hann í skrell. Eisini ber til at grava fuglin niður. - Vaska hendurnar væl við vatni og sápu. Eisini kanst tú brúka spritt (70-80%), har tað ikki ber til at vaska hendurnar nærhendis.
- Tað ræður eisini um at vaska hendurnar væl, um tú av óvart hevur nortið við sjúkan ella deyðan fugl.
- Vaska skitnar skógvar ella stivlar.
- Vaska skitin klæðir.
À heimasíðuni hjá heilsufrøðiligu Starvsstovuni á alnetinum, stendur nógv at lesa um fuglakrím. Heimasíðan sæst á www.hfs.fo