fráboðanir um skaðar í ódnini, sum herjaði í gjárkvøldið og í nátt. Tey siga, at ringt verður alla somlu tíðina og á Tryggingarfelagnum Føroyum fáa tey ein skaða um minuttin og tað helmar ikki í. Eisini á Trygd [...] at hava opið til klokkan 19 í kvøld og Trygd hevur eisini opið í morgin frá klokkan 12 til 18. Í Tryggingarfelagnum Føroyum hava tey ikki gjørt av um tey eisini hava opið í morgin. Á Tryggingarfelagnum [...] higartil og teir eru í øllum landinum. Talan er mest um húsaskaðar og bilskaðar, men eisini bátar, úthús, hjallar, hava fingið skaðar. - Summir skaðar eru stórir og Heðin D. Poulsen sigur, at í øllum førum er
skuldu koma í Vágar mánakvøldið 15. juni. Dagin eftir skuldu tey vitja í Suðuroy við kongaskipinum, sum skuldi leggja at á Drelnesi. Tey skuldu vitja á Tvøroyri, í Hvalba og í Sandvík. Í Havn skuldi hon [...] Tað hendi eisini í 2015. Ætlanin var at drotningin skuldi koma á vitjan í Føroyum tann 15. juni 2015. Men í Danmark skrivaði Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðfrú, út fólkatingsval at vera 18. juni. Men [...] vindmyllulundina í Húsahga, fabrikkina hjá Østrøm, Norðurlandahúsið, og annað. 18. juni, sama dag sum fólkatingsvalið var, skuldi drotningahjúnini vitja í Sandoy, har tey skuldu vitja á Skarvanesi, í Skopnum,
venjingarlegu í Klaksvík. Allir svimjararnir í landinum vóru tó ikki við til venjingarnar, tí svimjararnir úr Suðuroy vóru ikki við. Harafturat vóru teir fýra svimjararnir, sum í løtuni taka lut í HM í Melbourne [...] gongdina. Venjingin í Klaksvík er ein liður í vnejingunum til Oyggjaleikirnar, sum nú veruliga nærkast. Hjálparvenjarin hjá landsliðnum hevur vónir um at fáa eitt gott úrslit á Rhodos í summar. - Støðið svingar [...] nógv á Oyggjaleikunum, men eg meti, at vit hava avbera góðar svimjarar við í ár, so eg havi góðar vónir til leikirnar á Rhodos í summar, sigur Kristian Martin at enda.
bríksl í Klaksvík, har NSÍ er á vitjan, var klokkan 16.45. Toftamenn eru á veg norður aftur úr Suðuroy, har teir væl og virðiliga avgreiddu sín setning seinnapartin. Úrslitið var 8-0 eftir 4-0 í fyrra hálvleiki [...] síðstu løtuna átta á heimaliðnum ímóti ellivu í B68. Suðringar vóru longu undan hesum umfarinum fluttir niður í 2. deild. Um tað fer at eydnast B68 at flyta upp í bestu deildina fæst at síggja. [...] Stóri spenningurin í næstbestu deildini snýr seg um, um B68 fer at megna at vinna bronsuplássið og harvið fer at tryggja sær pláss í fremstu røð. Undan hesum umfarinum var B68 fýra stig frá triðja plássi
fólki, gongur undan í at nýskapa og menna nýggja skúlatilboðið og býr í nærumhvørvinum. Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 37.032,54 kr [...] fyrsta ítróttaháskúla í Suðuroynni, men stigtakararnir hava ikki givið upp. Tvørturímóti verður nú søkt eftir einum persóni, ið skal standa á odda fyri Ítróttarháskúlanum í Suðuroy. Nýggi stjórin tekur [...] og tað endurspeglast í starvslýsingini. Umframt at skulu hava ábyrgdina av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans, fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Háskúlanum og luttaka í undirvísingini, so skal
EB/Streymi. Í 2. og aftur í 11. minutti skoraði hann, so støðan var 2-0, og í seinna hálvleiki skoraði hann til 6-1 og í síðsta minutti til 8-1. Hini málini skoraðu Rógvi E. Nielsen og Arnar Dam – í fyrra hálvleiki [...] fer NSÍ at royna seg á Svangaskarði í europeisku kappingini. At altjóða avbjóðing í morgin bíðar besta liðnum sást aftur á manningarlistanum hjá næstbesta liðnum í kvøld. Har restaðu fleiri, sum plaga [...] við 8-1 sigri eftir hálvleiksstøðuna 4-1. Tá ið liðini fyrr í ár hittust við Margáir, vann EB/Streymur 3-0. Einsamalla málið hjá heimaliðnum í kvøld skoraði liðformaðurin Debes Danielsen, tá ið hann eftir
framman, tá ið Víkingur 1. novembur í fjør skrivaði undir sáttmála við tann litríka skotska venjaran, Maurice Ross, ið hevði gjørt tað gott við felagsliðnum í Suðuroy, TB/FCS/Royn. Talan var um tvey ára [...] eitt gott hálvt ár seinni og einans 11 umfør inn í landskappingina – er Maurice Ross loystur úr aftur starvinum sum Víkinga-venjari. Hetta boðaði felagið frá í kvøld. Les eisini: Maurice Ross og Víkingur skiljast [...] um ein skilnað í sátt og semju, men heldur at Víkingur beint fram valdi at geva Maurice Ross sekkin. Av tí sama bendir eisini á, at Víkingur hevur eina aðra loysn klára. In.fo skilir í kvøld, at tað verður
hevur í øldir hildin at verið heilagasta vikan í árinum við skírishósdegi, Jesu deyða langafríggjadag og Jesu uppreisn páskadag. Vanliga varð fastað frá fastalávint til páskir, og føstan endaði í stillu [...] Jesus reið inn í Jerusalem pálmasunnudag, sum er sunnudagurin fyri páskir. Páskirnar eru týdningarmesta høgtíðin kirkjunnar, men siðirnir eru nógv broyttir gjøgnum árini. Axel Tórgarð skrivar í grein á Sprotanum [...] lærusveinunum. Sagt verður skírisdagur, og í Suðuroy verður dagurin róptur skertórsdagur. Var skírhósdagur góður, kom at vera góður hoyterri, sigur hann. Dagurin eftir skírishósdag eitur langafríggjadagur
Rørsluárið hevur nú verið í gongd í eina tíð, og nú ætla fólkini aftanfyri at varpa enn meira ljós á tiltakið við at fara á rundferð kring landið. Ætlanin er, at nakrir dagar í apríl skulu nýtast til hesa [...] tiltakið var sett í Norðurlandahúsinum fyri tíð síðan, vóru fleiri útlendskir serfrøðingar í ítrótt við, men soleiðis verður ikki nú. Hinvegin fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, at greiða [...] greiða frá rørsluárinum, umframt at Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fer at greiða frá, hvussu føroyingar røra seg. Eisini fer Magni Mohr, P.hD. í fysiologi, at greiða frá, hvussu ymiskir venjingarhættir
hava kvøldskúlar í nøkur ár havt undirvísing í urguspæli, eitt nú í Havn og á Tvøroyri, men í samstarvi við kvøldskúlarnar kring landið hevur tað í ár verið møguligt at skipa skeið í urguspæli at kalla [...] Í kirkju okkara kunnu vit gleðast um arbeiðið, sum allir kirkjutænarar gera í trúfesti, ár út og ár inn. Fyri at henda tænasta ikki skal vera alt ov bindandi fyri tann einstaka, verður mangastaðni roynt [...] ella lærlingum, sum ynskja at taka lut ? kunnu ferðaútreiðslur í sambandi við undirvísing ella luttøkugjald kennast sum týðandi eykaútreiðsla. Í slíkum føri hava kirkjuráðini høvi at hjálpa næmingum, sum taka