Tað hendi eisini í 2015. Ætlanin var at drotningin skuldi koma á vitjan í Føroyum tann 15. juni 2015. Men í Danmark skrivaði Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðfrú, út fólkatingsval at vera 18. juni.
Men Landsstýrið hevði ikki ætlanir um at útseta vitjanina. Trýst varð lagt á, og endin var, at ferðin varð avlýst.
Drotningin og Heindrikkur, prinsur, skuldu koma í Vágar mánakvøldið 15. juni.
Dagin eftir skuldu tey vitja í Suðuroy við kongaskipinum, sum skuldi leggja at á Drelnesi.
Tey skuldu vitja á Tvøroyri, í Hvalba og í Sandvík.
Í Havn skuldi hon vitja Tinganes, Løgtingið, Boðanesheimi, vindmyllulundina í Húsahga, fabrikkina hjá Østrøm, Norðurlandahúsið, og annað.
18. juni, sama dag sum fólkatingsvalið var, skuldi drotningahjúnini vitja í Sandoy, har tey skuldu vitja á Skarvanesi, í Skopnum, Listasavnið á Sandi, og annað.
Men fimm dagar undan vitjanini, tann 10. juni, komu boðini um, at drotningavitjanin varð útsett:
– Vit høvdu væntað, at tað bar til at skipa fyri fólkatingsvali og drotningavitjan samstundis. Tað er nú nógv, ið bendir á, at tað ikki letur seg gera, segði Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður.
– Fyri at tryggja ta virðing, sum sømir seg einari drotningavitjan verður vitjanin tískil útsett, segði løgmaður, sum eisini vísti á, at tað harmaði hann, tí kring alt landið hava nógv fólk kýtt seg fyri at tryggja drotningahjúnunum eina sømiliga vitjan.