Toppliðið vann stórsigur við Løkin

Teir næstbestu hjá NSÍ løgdu rygg til stórtap á heimavølli ímóti EB/Streymi

Hósdagin fer NSÍ at royna seg á Svangaskarði í europeisku kappingini.

At altjóða avbjóðing í morgin bíðar besta liðnum sást aftur á manningarlistanum hjá næstbesta liðnum í kvøld. Har restaðu fleiri, sum plaga at spæla við, og sum síðstu ferðirnar hava verið avgerandi.

 

Toppliðið EB/Streymur vitjaði, og gestirnir fóru úr aftur Runavík við 8-1 sigri eftir hálvleiksstøðuna 4-1. Tá ið liðini fyrr í ár hittust við Margáir, vann EB/Streymur 3-0.

 Einsamalla málið hjá heimaliðnum í kvøld skoraði liðformaðurin Debes Danielsen, tá ið hann eftir eitt korter minkaði um munin til 2-1 til gestirnar.

 

Aftur hesa ferð var tað veteranurin Leif Niclasen, sum var besti málskjúttin hjá EB/Streymi. Í 2. og aftur í 11. minutti skoraði hann, so støðan var 2-0, og í seinna hálvleiki skoraði hann til 6-1 og í síðsta minutti til 8-1.

Hini málini skoraðu Rógvi E. Nielsen og Arnar Dam – í fyrra hálvleiki – og eftir steðgin skoraðu -  umframt Leif Niclasen – innskifti Ólavur F. Ejdesgaard og Arnar Dam, sum harvið varð tvífaldur málskjútti.

 

EB/Streymur er framvegis ósigrað topplið við 47 stigum, meðan NSÍ nú er á fimta plássi við 27 stigum.

Leygardagin fer NSÍ um Skopunarfjørð, meðan EB/Streymur fer um Suðuroyarfjørð at spæla stevnudyst á jóansøku ímóti FC Suðuroy.