Rørsluárið flytur seg

Komandi tíðina vera tiltøk í samband við rørsluárið. Talan verður um nakað somu útgávu, sum tá tiltakið byrjaði í Norðurlandahúsinum. Tó verður alt eitt sindur minni og kring landið

Rørsluárið hevur nú verið í gongd í eina tíð, og nú ætla fólkini aftanfyri at varpa enn meira ljós á tiltakið við at fara á rundferð kring landið.

Ætlanin er, at nakrir dagar í apríl skulu nýtast til hesa missiónsferð fyri rørslu. Sambært fyrireikarunum verður talan um dagarnar 15. til 22. apríl, tá ætlanin er at fara til Suðuroy, Sandoy, Norðoyggjar, Vágar og Eysturoy.

Einasta nýggja punktið á skránni er, kjak verður, um hvat ávísu økini, har vitjað verður, kunnu gera fyri at vaksa um rørsluna.


Minni útgáva

Tá tiltakið var sett í Norðurlandahúsinum fyri tíð síðan, vóru fleiri útlendskir serfrøðingar í ítrótt við, men soleiðis verður ikki nú.

Hinvegin fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, at greiða frá rørsluárinum, umframt at Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fer at greiða frá, hvussu føroyingar røra seg. Eisini fer Magni Mohr, P.hD. í fysiologi, at greiða frá, hvussu ymiskir venjingarhættir kunnu nýtast, til ymisk endamál.


Lokal tiltøk

Somuleiðis er greitt, at ymisk umboð fyri øki innan rørslu í Føroyum, fara at greiða frá, hvussu tey gera, fyri at fáa fólk at røra seg. Á tí skránni fer Sølvi R. Hansen at greiða frá, hvat ítróttarfeløgini kunnu gera, Dávur Winther fer at greiða frá ymiskum tiltøkum í Klaksvík, umframt at evnini eldri og rørsla, rørsla á arbeiðsplássum og rørsla hjá yngri og eldri børnum verða viðgjørd.