úr hondum um virksemið í fjør. Og tað, sum fær hann at vera so dapurtskygdan, er at játtanin, hann fær at halda vegir, tunlar og brýr, fyri, er alt í verðini ov lág. Og heldur hetta fram, kann tað verða [...] ov lítil, verða vegir, tunlar og brýr als ikki hildin eftir forskriftunum. Og nú eru tey dragnað so illa afturúr, at brúk er fyri 375 milliónum fyri at fáa vegir, tunlar og brýr upp á eitt nøktandi stig [...] 100 milliónir og fyri bilverjur, vegøkslir, veitir, dren og skeltir, er eftirsleipið 100 milliónir krónur Sostatt er eftirslepið 8,5 ferðir størri enn játtanin til Landsverk er um árið, og sostatt er støðan
við Gist & Vist um matarstøðini á flogvøllinum. – Hetta hevur nógv at siga, og hetta er akkurát í tráð við endamálið at fáa fleiri ferðafólk hendanvegin, sum leggja meiri pening eftir seg. Tá hugsa vit [...] ferðast til matupplivingar. – Støðið á matstovunum í Føroyum er nógv hækkað, og hetta er ein blástempling av arbeiðinum hjá Gist & Vist við matstovuni Koks. Hetta er jú eisini ein viðurkenning av føroyskari [...] av. Hetta er stórt, og má ikki á nakran hátt undirvurderast. Vit hava longu sent hetta út til tey, sum fáa kunningarskriv frá okkum, sigur hann. Av tí at tey á Vága Floghavn – eins og flest onnur – vistu
sølu og einskiljingum av føroyskum fyritøkum, og nevnast kunnu Vesturvón, Fiskavirking, og Krúnborg. So ei undur í, um onkur spyr, hvør munurin er á núverandi støðu hjá Kaupthing í Føroyum og henni [...] vinnuligu barnaskógvar í UniBank og Bikuben, meðan hann las á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Har byrjaði hann at lesa matematikk og búskap í 1990, og eftir 3 ár tók hann, eins og bróðurin, cand. merc. innan [...] Men nú standa aðrar avbjóðingar fyri framman hjá 38 ára gamla Peter og 36 ára gamla Jan Otto, sum í dag eru ávikavist stjóri og íløgustjóri í Kaupthing Bank. Bankin hevur nevniliga tikið enn eitt
000.000. Bæði dagurin og barnið eru útvald. ST kann bert við vissu siga, at heimsborgari nummar sjey milliard verður borin í heim innan fyri 12 mánaðir. Men EITT er kortini vist: Heimsins íbúgvaratal [...] økist ógvusligt. Tað eru bert liðin 13 ár síðani, vit gjørdust seks milliardir fólk í heiminum. Og sambært ST røkka vit næstu milliardini í 2025.
sleppa framat at, og tí er stórur vandi fyri at vit fáa yvirkapasitet, har tilfeingisrentan ístaðin verður til ein rakstrarkostnað, og fiskivinnan verður lítið produktiv. – Landsstýrið og Løgting eiga tí [...] ið verður lægri, veiðan betri fyri hvønn mann og sostatt eisini betri hýru til manningina sum er eftir. Tær broytingar, sum púra vist, í fyrstu syftu og kanska eisini í longdini, verða avleiðingar av [...] r í búskapinum, og tørvurin á at fáa ein meira produktivan búskap, tala greitt fyri, at brúksgjøldini fyri tilfeingið verða munandi økt, sigur Búskaparráðið. Havstovan ger royndir, og hóast ein endalig
spennandi og lærurík. Tað er eitt krevjandi starv at vera formaður í einum stórum fakfelag sum Starvsmannafelagnum. Royndirnar havi eg, og eg haldi meg eisini hava ta vitan og treiskni, árræði og mót, nærlagni [...] kósina, sum er sett, og seta okkum sum mál at fáa framt kjarnumálini hjá felagnum og styrkja felagið uppaftur meira við fleiri sáttmálaøkjum og fleiri limum. Við tykkara stuðli og hjálp eri eg sannførdur [...] Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. At útvarpið ruddar skránna og sendir beinleiðis frá løtuni, tá ið Starvsmannafelagið skal svara Semingsstovninum, vísir týðuliga hvønn týdning og styrki, almenningurin
mansvald. Menn hava altíð sitið á valdi innan politikk, búskap, stovnar og kirkju, og tí síggja vit vald sum nakað kalt og kyniskt. Og tí vilja kvinnur halda seg burtur. Men tað at koma uppá á tindin hevur [...] nin varð ikki grundað og íbirt í 1968, men tað var sokallaða 68-ættarliðið, ið av álvara fór undir javnstøðustríðið. Tey vildu burtur úr tí tá stirvna og siðbundna samfelagnum og kravdu radikalar broytingar [...] enn hugburðurin er broyttur og menn og kvinnur hugsa javnstøðu natúrliga. Men eg haldi vit eru væl á veg. Tey ungu í dag eru heilt øðrvísi hesum viðvíkjandi enn tey tilkomnu. Og tað hevur nakað við siðvenjuna
byrjaði at senda, og útvarpið hevur verið og er tann miðilin, hann fram um aðrar hevur arbeitt við. Hann hevur sent piratútvarp á Eiði og í dag situr hann í almennu loftmiðlanevndini. Og í vár fekk Birgir [...] taka okkum sjálv í álvara og onkusvegna standa á síðulinjuni og hyggja at meðan onnur brúka og gera gagn av okkara størsta aktivi, til dømis Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og Her skal danses eftir William [...] herðaklapp og eina álitisváttan frá Nordbok. Eina virðisløn fyri gott mentanarligt avrik í Útvarpi Føroya við mentanarsendingunum Vetrarbreytini og Kontiki, ið byggja brúgv millum føroyska og norðurlendska
kapping, so er hann noyddur til at fylgja við og tað fær kundin gagn av. Samstundis plagar kapping at síggjast aftur á prísunum og tí fær kundin eisini gagn av. - Og tað er endamálið við kappingini, sigur Jónsvein [...] einum nýggjum navni tí Vita-navnið kom tvørt fyri hjá onkrum øðrum og tí skifti felagið navn til Alnót Telecom. Málsetningurin hevur vist eisini fingið eitt kvink uppeftir, tí ístaðin fyri at leggja dent [...] møguleikar uttanfyri tað, sum Føroya Tele bjóðar og tað er tann vegin Alnótin ætlar sær at fara. Vit ætla okkum at taka um endan har hinir hava slept, og tað fer at gagna kundunum meiri enn á ein hátt,
bróta lógina - og tað gera tey ikki. Tað er púra vist., sigur hann. ? Tú kanst siga, at vit í grundini bara avgreiða lønir á tann hátt, at upplýsingarnar verða lisnar inn á okkara skipan, og síðani skattaroknaðar [...] gera. Púrt einki. Lønarflytingar koma inn í skipanina, verða skattaroknaðar og verða síðani fluttar á konto hjá løntakarunum, og alt hetta hendur uttan at mannahond verður blanda uppí. Hetta sigur stjórin