? Starvsfólkið á Elektron hevur einki við lønarflytingar hjá tí almenna at gera. Púrt einki. Lønarflytingar koma inn í skipanina, verða skattaroknaðar og verða síðani fluttar á konto hjá løntakarunum, og alt hetta hendur uttan at mannahond verður blanda uppí.
Hetta sigur stjórin á Elektron, Niels Christian Nolsøe upp á fyrispurning um starvsfólkið á Elektron ger nakað fyri at mótarbeiða almennum lønarflytingum undir verkfallinum.
? Skulu tey gera nakað, so mugu tey bróta lógina - og tað gera tey ikki. Tað er púra vist., sigur hann.
? Tú kanst siga, at vit í grundini bara avgreiða lønir á tann hátt, at upplýsingarnar verða lisnar inn á okkara skipan, og síðani skattaroknaðar, sigur Niels Christian Nolsøe.