Vit eru komin á pínumarkið

Útlitini eru døpur og tað verður kanska neyðugt hjá Landsverki at taka víðgongd stig, sum fara at merkjast hjá teimum, sum koyra bil

Hyggja vit eftir gongdini hesi seinastu árini, sær framtíðin døpur út.

 

Tað staðfestir Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, nú stovnurin hevur latið eina frágreiðing úr hondum um virksemið í fjør.

 

Og tað, sum fær hann at vera so dapurtskygdan, er at játtanin, hann fær at halda vegir, tunlar og brýr, fyri, er alt í verðini ov lág.

 

Og heldur hetta fram, kann tað verða neyðugt at taka víðgongd stig fyri ikki at seta ferðslutrygdina í vanda.

 

Landsverk vísir á, at av tí at játtanin er ov lítil, verða vegir, tunlar og brýr als ikki hildin eftir forskriftunum. Og nú eru tey dragnað so illa afturúr, at brúk er fyri 375 milliónum fyri at fáa vegir, tunlar og brýr upp á eitt nøktandi stig.

 

- Fyri tunlar er eftirleipið 150 milliónir krónur, fyri brýr er tað 25 milliónir, fyri asfaltering er tað 100 milliónir og fyri bilverjur, vegøkslir, veitir, dren og skeltir, er eftirsleipið 100 milliónir krónur

 

Sostatt er eftirslepið 8,5 ferðir størri enn játtanin til Landsverk er um árið, og sostatt er støðan í Føroyum sjey ferðir verri enn í øðrum norðanlondum, har eftirsleipið bara er eina til tvær ferðir størri enn játtanin er.

 

Og spurningurin er um nakar glotti er at hópa, tí hesi seinastu árini hevur tað bara gingið skeiva vegin.

- Í 2005 var játtanin 53 milliónir krónur, men hon í ár er hon minkað niður í 43 milliónir krónur, staðfestir Ewald Kjølbro.

 

Men samstundis er prístalið hækkað við tí, sum svarar til næstan átta milliónir krónur.

 

- Við øðrum orðum, skuldi játtanin í ár verið einar 60 milliónir, bara fyri at lagt upp fyri prís- og lænarhækkingum, men ístaðin er hon lækkað niður í 43 milliónir.  

 

Landsverk sigur, at verður einans hugt eftir tørvinum til at halda vegir, tunlar og brýr, skuldi Landsverk havt eina játtan upp á 80 milliónir krónur, áðrenn tað ber til at fáa eftirsleipið at minka. Men, sum støðan er nú, veksur eftirsleipið alsamt, tí tað er ómøguligt at halda stand.

 

- Sostatt fer støðan at versna enn meira hesi næstu árini, verður játtanin ikki munandi hækkað.

 

Hetta merkir ikki bara, at vegirnir verða vánaligari. Tað fer eisini at seta ferðslutrygdina í vanda.

 

- Avleiðingin kann verða, at á onkrum vegateinummæla noyðist Landsverk at mæla løgregluni  til at lækka hámarksferðina úr 80 kilometrum um tíman, niður í 70 kilometrar um tíman.

 

 

Les eisini: Landsverk vil hava fleiri bummgjøld

 

 

Men hann siguir, at tað kortini hevur eydnast Landsverki at hildið stand higartil, er millum annað tí, at raksturin er skilbøttur. Eisini eru tey farin yvir til aftur at brúka spræniasfalt, sum er væl bíligari enn vanligt asfalt. Hinvegin heldur tað ikki so leingi, men tað riggar væl á vegastrekkjum, har ferðslan ikki er so nógv.

 

- Men nú eru vit komin á sparimarkið og tí fer støðan heilt vist at versna frameftir, sigur Landsverk.