pum, ið vitja Havnina. - Vit síggja eina markanta niðurgongd í ár í mun til í fjør. Í 2016 koma 40 ferðamannaskip á Havnina, í mun til 63 í ár. Um vit síggja burtur frá teimum skipunum, sum vóru her tá [...] hevur avlýst sínar komur til Havn í 2016. Talan er um Costa Cruises, sum í gjár boðaði Tórshavnar Havn frá, at felagið avlýsir sínar ætlaðu komur til Havn í 2016. Í brævi til Tórshavnar Havn skrivar [...] vinnuni í Føroyum nærum tríggjar milliónir krónur. Tískil er líkt til, at ásetingin um revsing fyri brot á fráboðanarskylduna í grindalógini enn kostar føroysku ferðavinnuni pening. Tíðliga í vetur greiddi
brúgvaløg sunnaneftir. Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og ýtsynningi, men sum frá líður makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og regn av [...] náttina snarar í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, partvít vátaslættingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður í 2 stig. Mánadagin [...] Eitt djúpt lágtrúst yvir Íslandi fer í ein landnyrðing. Eitt brúgvalag við regn fer leygarnáttina burtur frá Føroyum í ein landnyrðing. Síðani streymar kaldari luft oman yvir Føroyar úr útnyrðingi og norði
Í samband við viðgerðina av broytingini í hjúnabandslógini, hava limirnir í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum havt fyri neyðini at hoyra viðmerkingar frá meira ella minni tilvildarligum samkomum og einum [...] lóggevandi valdið í Føroyum ynskir at hava eina fólkakirkju, og í tí sambandinum hevur sama lóggevandi valdið eina skyldu at lóggeva so at fólkakirkjan veruliga er fyri øll. Við virðing Nevndin í Gudloysi [...] teirra “virksemi”. Í øðrum lagi, vilja vit, vísandi til løgtingsmál 21/2015, mótmæla broytingina í teimum lógum og reglum, ið veruliga hava ávirkan á fólkakirkjuna. Uppskotið snýr seg í botn og grund um
Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur, at tað er eitt ómetaliga stórt framstig, nú Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at ein partur av Kommunskúlanum skal gerast til lestraríbúðir. Í morgun er avtalað [...] framstigið í okkara tíð, og hetta er størsta átakið yvirhøvur til frama fyri bústaðarumstøðurnar hjá teimum lesandi. Við hesum vísir Tórshavar Kommuna vegin í royndunum at skapa eitt lestrarumhvørvið í Føroyum [...] beint við, er skipaður sum eitt uttandura spælipláss. - Tað er einki at ivast í, at hetta fer at skapa nógv lív í miðbýnum í Havn, tí nú verður hann fullur av børnum og ungdómi, sigur borgarstjórin. Les
Oljufelagið Magn hevði eitt gott ár í fjør. Yvirskotið var 2,5 milliónir krónur hægri enn í 2013. Avlopið í 2014 gjørdist 22,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er ein framgongd upp á 2,5 milliónir [...] er 158 milliónir krónur. 76 fólk starvast hjá felagnum. Av ársúrslitinum í fjør verða 5 milliónir krónur lætnar partaeigarunum í vinningsbýti. [...] heitið Shell. P/F Magn hevur avtalu við Shellsamtakið um at umboða dygdargóðu Shell oljurnar í Føroyum. – Felagið metir, at marknaðarpartarnir á brennievni eru lækkaðir eitt vet í mun til 2013. Men
er ein grundgeving, vit altíð brúka, at í Føroyum er grind ikki handilsvøra, tí her verður grindin býtt sundur ímillum fólk, sum fáa hana ópkeypis. Á aðalfundinum í Grindamannafelagnum beint fyri páskir [...] er ikki handilsvøra, samstundis sum at teir við sínum egnu eygum síggja, at grind er til sølu í kølidiskum í handlunum. Gutti Winther, sigur at hann hevur tosað við handilsmenn um hesi viðurskifti og teir [...] og fáa eitt góðkent sláturhús at pakka smærri grindapakkar, sum eru passaligir í stødd til eitt húski, sum kunnu seljast í handlum. Kokkurin heldur, at nú á døgum er húsarhaldini so nógv broytt aftur ímóti
sínum ástøði um kvæði Homers, tá hann heldur spennandi fyrilestur í Skúlanum á Argjahamri. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum hevur fingið í lag ferðina hjá Felice Vinci til Føroya. 69 ára gamli Vinci er [...] Stríðini, sum Homer gamli skrivar um í Ilionskvæðinum og Odysseuskvæðinum, hendu ikki í Miðjararhavsøkinum kring Grikkaland. Tey hendu á okkara leiðum, í Skandinavia og Eystrasalti. Og helst hevur Odysseus [...] rin Felice Vinci, sum er komin fram við hesum óvæntaðu útsøgnunum í bókini ”Omero nel Baltico”, sum hann skrivaði í 1995. Bókin varð í 2012 týdd til danskt við heitinum ”Homers nordiske Rødder”. Komandi
Michelsen er vorðin formaður í rættarnevndini, ið er nevndin, ið viðgerð tunnilsmál. Tað vil siga, at tað eru teir báðir suðuroyarvargarnir, ið sita við valdinum í tunnilsmálum í Føroyum í dag. Seinastu mánaðirnar [...] Javnaðarflokkinum, Henrik Old, eyknevni vargarnir í Javnaðarflokkinum. Í dag, fýra ár seinni, er støðan ein heilt onnur. Henrik Old er vorðin landsstýrismaður í Samferðslumálum, har málsøkið tunnismál liggja [...] in. Tað kemur als ikki upp á tal, sigur nývaldi formaðurin í Rættarnevndini. - Tað kemur ikki upp á tal við mær í samgongu og sum formanni í Rættarnevndini, at tunlarnir Norður um Fjall verða bygdir áðrenn
Í Fjør hevði Miðlafelagið eitt hall upp á tríggjar milliónir. Tað staðfestir Eirikur Lindenskov, stjóri, í tíðindaskrivi í morgun. Miðlafelagið er felagið, sum eigur Sosialin við dóttirfeløgunum, Miðlavarpinum [...] úrslit í 2014, men tað var raksturin av Rás2, sum gav hall upp á slakar 3,2 milliónir krónur, sigur stjórin. - Rás2 hevur ikki staðið seg í kappingini við Kringvarp Føroya um handilslýsingar í útvarpi [...] varð gjørt í november og tá varð raksturin av Rás2 lagdur í felagið, Miðlar, sum eisini rekur útvarpsstøðirnar Voxbotn og KissFM, og sum Sosialurin eigur helminging av. - Av tí at virksemið í felagnum sum
heimsbardaga hava verið 10 drápstilburðir í Føroyum. Allir aftan á 1967, og tríggir teirra seinastu fimm árini. 1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av fyrrverandi [...] sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og er hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð. 2011: Eftir fyrst at hava verið eftirlýstur í nakrar dagar, viðger løgreglan [...] 1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum, og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana. 1988: Ein ungur maður á Tvøroyri