Hetta er størsta framstigið í okkara tíð

Soleiðis fer kommunuskúlin at síggja út

- Hetta er heilt fantastiskt fyri Havnina.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur, at tað er eitt ómetaliga stórt framstig, nú Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at ein partur av Kommunskúlanum skal gerast til lestraríbúðir.

 

Í morgun er avtalað undirskrivað ímillum Tórshavnar Býráð og Bústaðir um at gera ein part av Kommunuskúlanum til lestrarbústaðir og farið verður undir arbeiðið beinanvegin.

 

 

Og longu um eitt ár, ella gott tað, verða lestraríbúðirnar lidnar. Talan er um 37 lestraríbúðir í ymsum støddum, sum bæði eru hóskandi til einstaklingar, til tvey og til trý fólk.

Umleið helvtin av íbúðum verða eitt rúmsíbúðir og hin helmingurin eru tvey- og trírúmsíbúðir. 

 

- Hetta er størsta framstigið í okkara tíð, og hetta er størsta átakið yvirhøvur til frama fyri bústaðarumstøðurnar hjá teimum lesandi. Við hesum vísir Tórshavar Kommuna vegin í royndunum at skapa eitt lestrarumhvørvið í Føroyum, sigur borgarstjórin.

 

Hann sigur, at endamálið er at gera allan kommunuskúlan tipp-topp, umframt at garðurin verður alment økið, sum verður prýtt og skipað av nýggjum. Kommunan fer beinanvegin undir at gera alt økið uttanum.

 Samstundis verður gongd gjørd ígjøgnum, so at tað eisini ber til at sleppa inn í garðin, og íbúðirnar, úr Sjúrðargøtu.

 

Annars liggur tað í kortunum, at fimleikarhallirnar báðar ímóti Tróndargøtu, verður eitt stórt innandura spælipláss, samstundis sum at Grasagarður, sum er beint við, er skipaður sum eitt uttandura spælipláss.

 

-  Tað er einki at ivast í, at hetta fer at skapa nógv lív í miðbýnum í Havn, tí nú verður hann fullur av børnum og ungdómi, sigur borgarstjórin.

 

 

Les eisini: Gera Kommunuskúlan til 37 - 39 lestraríbúðir

 

 

Eftir ætlan skal Aulan framvegis brúkast til tiltøk hjá býráðnum, og annars er ætlanin at restin av kommunuskúlanum skal brúkast til ymiskt útvent virksemi, har tosað hevur verið um at geva listafólki og skapandi fólki, innivist.

 

Men tað er ein verkætlan fyri seg, tí í fyrstu atløgu verður nú farið undir at gera skúlan ístand og at gera lestrarbústaðirnar og økið uttanum.

 

Niðanfyri eru fýra myndir av, hvussu Kommunuskúlin, og garðurin, fara at síggja út, tá ið tað er liðugt