Enn eingin sól í væntu

Líkt er til at vikuskiftið verður av teimum heilt vátu, og regnið heldur á út í næstu viku.

Eitt djúpt lágtrúst yvir Íslandi fer í ein landnyrðing. Eitt brúgvalag við regn fer leygarnáttina burtur frá Føroyum í ein landnyrðing. Síðani streymar kaldari luft oman yvir Føroyar úr útnyrðingi og norði. Eftir vikuskiftið koma nýggj brúgvaløg sunnaneftir.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og ýtsynningi, men sum frá líður makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og regn av og á og hitin um 10 stig. Leygarnáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í, men eisini verður okkurt æli. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina minkar nakað og snarar í ein útnyrðing. Samdrigið og ælaveður og um náttina partvís vátaslættingur. Hitin um dagin millum 7 og 9 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norði, 3 til 8 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, partvít vátaslættingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassa vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina sum frá líður turt, men skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Týsdagin veðrur andøvsgul upp í ein strúk av eystri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina fer at regna. Hitin alt døgnið millum 8 og 10 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.