Magn hevði 22,7 milliónir í yvirskoti

Oljufelagið Magn hevði eitt gott ár í fjør. Yvirskotið var 2,5 milliónir krónur hægri enn í 2013.

Oljufelagið Magn hevði eitt gott ár í fjør. Yvirskotið var 2,5 milliónir krónur hægri enn í 2013.

 

Avlopið í 2014 gjørdist 22,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er ein framgongd upp á 2,5 milliónir krónur sammett við úrslitið í 2013. Sølan tilsamans var 693,7 milliónir krónur ímóti 847,7 milliónir krónur í 2013.

 

– Rakstrarvinningurin hjá Magn og úrslitið áðrenn skatt vóru hægri í 2014 enn í 2013 orsakað av einum hægri bruttovinningi, samstundis sum rakstrarútreiðslurnar vóru á sama støði sum í 2013, sigur leiðsla felagsins, sum metir, at úrslitið fyri 2014 er nøktandi.

 

Síðani apríl 2009 hevur felagið borið navnið P/F Magn. Fyrr hevði felagið heitið Shell. P/F Magn hevur avtalu við Shellsamtakið um at umboða dygdargóðu Shell oljurnar í Føroyum.

 

– Felagið metir, at marknaðarpartarnir á brennievni eru lækkaðir eitt vet í mun til 2013. Men hetta kemst av, at stórar umbyggingar vóru framdar á støðum okkara í Miðvági og Klaksvík í fyrra hálvári í 2014. Tí verður eisini mett, at marknaðarpartarnir í 2015 koma at vera á sama ella á einum hægri støði enn í 2013, skrivar felagið í ársfrágreðingini.

 

Víðari sigur Magn, at støðan í føroyska búskapinum er framvegis góð samanborið við onnur lond. Privata nýtslan er tó framvegis lutfalsliga lág, hóast hon er økt nakað í 2014, eins og partar av fiskivinnuni framvegis hava trupulleikar.

 

– Tað er trupult at meta um, hvussu gongdin í heimsbúskapinum verður, og hvørji árin hetta fer at hava á føroyska búskapin í 2015. Tað er eisini trupult at meta um gongdina á ymisku økjunum í føroyska búskapinum, hóast vit meta, at tann sum heild góða gongdin heldur fram. Samanumtikið metir leiðsla felagsins, at rakstrarvinningurin í 2015 verður á sama støði sum í 2014.

 

Eginognin hjá P/F Magn er 158 milliónir krónur. 76 fólk starvast hjá felagnum. Av ársúrslitinum í fjør verða 5 milliónir krónur lætnar partaeigarunum í vinningsbýti.