møguleikan at keypa matvørur í heimbygdini. Leiguavtalan er galdandi í fimm ár. Eingin ivi er um, at tað hevur stóran týdning fyri fólkið í Sandavági at ein handil framvegis verður í bygdini. Hjá teim, sum ikki [...] mundi helst harma mong fólk í Sandavági, tá tíðindi fóru at ganga, um at hesin handilin ella Bartalsstova sum tey nevna hann skuldi lata aftur. Tað gjørdi hann so leygardagin í farnu viku, men samstundis [...] an í Vágum hevði leigað hesi handilshølini. Tá so sandavágsfólk fóru til handils í gjáramorgunin var handilin tann sami. Broytingin var bert hon, at tað nú var Keypssamtøkan sum stóð sum eigari. Í framtíðini
tað ikki er hugsningur um, at hann verður førur fyri at spæla ? í hvussu so er ikki undan summarsteðginum. Fyrr í vetur hava vit borið tíðindi av Skála um, at teir hava gjørt avtalu við tveir jugoslavar [...] afturat Skála liðnum. -Iulian Florescu, sum hevur verið hjá okkum í fleiri ár, hevur sett okkum í sambandi við ein av sínum landsmonnum í Rumenia. Talan er um ein miðverja afturat. Harvið er útlendingatalið [...] trupulleiki á Skála, tí Iulian Florescu verður í fótbóltshøpi roknaður sum føroyingur, tí hann hevur verið so nógv ár og spælt fótbólt í Føroyum. - Iulian er í Føroyum. Hinir útlendingarnir eru ikki komnir
Danmarks Radio hevur gjørt. Miðskeiðis í ætlanini at leggja alt saman í eina redaktión legði nevndin upp í og gjørdi tað mótsætta, júst tí tað altíð er ein fyrimunur, at tíðindi verða vurderað á tveimum støðum [...] Stjórin í ÚF, Jógvan Jespersen, ynskir ikki at leggja seg út í spurningin, um ÚF og SVF skulu leggjast saman ella ikki. Hann vísir á, at tað í seinasta enda er ein politiskur spurningur. - Politisk avgerð [...] Jespersen. Við hesum sigur ovasti myndugleiki útvarpsins, at við núverandi støðu í Føroyum er tíðindaflutningurin uppi at venda í tveimum sjálvstøðugum og óheftum fjølmiðlastovnum, og tað er altíð ein trygd
gjørd á vári 2023, eru ábendingar um, at hugburðurin er broyttur – í øllum førum í hesum aldursbólkinum. Meðan vit áður hava sæð ein yvirskipaðan hugburð um, at rúskoyring ikki verður góðtikin í Føroyum, eru [...] Tað skrivar Lovisa Petersen Glerfoss, leiðari í Ferðslutrygd, í skrivi til miðlarnar við hesi áminning: »Í samstarvi við Trygd og Betri trygging fremja vit tí rúsátak, sum skal fáa okkum at steðga á, hugsa [...] tykist vera í vøkstri aftur. Og talið av teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er vaksið nógv - serliga millum tey ungu. Ung siga seg koyra hóast tey drekka Í spurnarkanning millum ung í Føroyum um teirra
vegurin til Rituvíkar var í gongd og segðist, at tær 10 mill. fóru í tann vegin ístaðin. Sjálvandi, har vórðu 4 løgtingsmenn í økinum og ein borgarstjóri, sum hevði ein løgtingssess í búkinum. Kári Post slapp [...] keypt lendið undir vegnum og goldið eigarunum í Ytra parti í Skálafjalli fyri lendið, sum gongur ígjøgnum hagan. Jørgin Niclasen, sum tá var landstýrismaður í fíggjarmálum, steðgaði málinum og kravdi eina [...] uppskot um aðra loysn, sum kom í Fíggjarmálaráðið, og síðan skuldi málið leggjast fyri tingið á ólavsøku, men tað kom ongantíð fyri í Løgtinginum. Helgi Abrahamsen var í samgongu, men frá honum hoyrdist
vera í lagi, og hava tí sent út hesa viðmerking: Útgjaldið úr barsilskipanini er ikki broyt í 20 ár Í 2004 bleiv ásett, at útgjaldið úr barsilsskipanini skuldi verða í mesta lagi 25.000 kr. Í 2023, 20 ár [...] foreldratilveruna. Framtíðin hjá Føroyum er bundin at, at tað verða fødd nógv børn í Føroyum. Í seinastu eru uppskot komin fram í lógtinginum, har tað verður skoti upp, at hækka útgjaldið við 2-3.000 kr. um [...] panini hevði fylgt lønarvøkstrinum, átti hettar gjald í dag at verði um 40.000 kr. Her hevur politiski mynduleikin sovið í tímanum. Tað eigur ikki at at verða ein fíggjarligur smeitur at blíva foreldur
Avtalan, sum er undirskrivað í dag, kemur í gildi beinanvegin. Partarnir fara undir at gera ein fullfíggjaðan sáttmála skjótast gjørligt, sum skal koma í gildi 1. januar 2023. Henda avtala fer úr gildi [...] Starvsfelagið hevur í dag skrivað undir avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi fyri sløkkiliðsfólk á Vága Floghavn. Í avtaluni hevur Vága Floghavn fyri fyrstu ferð staðfest, at kollektivur [...] frá felagnum HK Danmark, sum áður hevur havt sáttmálan fyri hesi starvsfólk í nógv ár, hóast málsøkið varð flutt til Føroya í 2007. Starvsfelagið hevur frammanundan viðtøkusáttmála fyri aðrar starvsbólkar
Í góðveðrinum mikudagin vóru síðstu royndirnar gjørdar umborð á Ennisskarði og harvið komu eisini síðstu góðkenningarnar í hús. Tvíkiljan hevur fingið heimstað í Hovi, og væntast fyri tað mesta at loysa [...] er handað Bakkafrosti, er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, sum varð handað Bakkafrosti í desember mánaða í 2023. Ennisskarð og Miðenni eru 20 metrar langar og nýggju metrar breiðar. Enniskarð er ein sera [...] Á dekkinum standa tveir Palfinger Marine dekskranar, ið eru týðandi amboð í gerandisdegnum umborð á tvíkiljunum. Afturi í reyv í stýriborðssíðu stendur ein 90 tonsmetur krani, miðskips aftanfyri stýrihúsið
mánadagin í næstu viku. Hann skal hitta Trump og millum annað venda støðuni í Gaza. Hvørki Hamas ella Ísrael hava gjørt viðmerkingar til frágreiðingarnar hjá Trump. Kríggið í Gaza brast á 7. oktober 2023, tá [...] Ísrael. Tann 19. januar í ár kom vápnahvíld millum partarnar í gildi. Í fyrsta umfari av vápnahvíldini vórðu 33 gíslar og umleið 1800 palestinskir fangar leyslatnir. Annað stigið í vápnahvíldini gjørdist [...] á Gaza í mars. Fyrst í mars setti Ísrael stongsil í verk, sum forðaði fyri, at nøkur hjálp komu inn á palestinska økið. Hetta hevur fingið fleiri felagsskapir at ávara um menniskjaliga kreppu í økinum
Ternan er í sigling fyri jól - í ár. Støðan er ótolandi. Eldri fólk hætta sær ikki til lækna. Foreldur hava lítlan hug at loyva børnum sínum til musikkskúla og fimleik. Byggitilfar fæst bert í oynna týsdag [...] Góðu tit á Strandferðsluni! Vit hava nú í longri tíð hoyrt lýsingar um Smyril og eisini frætt um Teistan. Men eg sakni greitt útspæl um Ternuna! Á fundi í Nólsoy varð lovað okkum, at SSL arbeiddi við eini [...] til farm settir at verða týsdag og hósdag, í mun til vanligu farmaskipanina mikudag og fríggjadag. Silja Star er góður bátur til ferðandi, ið eru væl fyri - og í góðum veðrið. Men at Silja Star skal vera