SKÁLA ÚTLENDINGAR
Tað kom sera dátt við hjá Skála, tá ið tað varð staðfest, at krossbandsskaðin hjá Arnholdi Berg er so mikið álvarsligur, at tað ikki er hugsningur um, at hann verður førur fyri at spæla ? í hvussu so er ikki undan summarsteðginum.
Fyrr í vetur hava vit borið tíðindi av Skála um, at teir hava gjørt avtalu við tveir jugoslavar ? ein málverja og ein miðverja. Ætlanin hevur leingi verið, at hesir báðir skulu koma henda vegin at spæla við Skála saman við landsmanni teirra Nenad, sum eisini var á Skála í fjør.
Hans Jákup Andreassen, formaður í Skála Ítróttarfelag, sigur, at tað, at Arnhold Berg ikki verður førur fyri at spæla, hevur skundað undir, at teir enn eina ferð hava verið uttanlands og knýtt ein spælara afturat Skála liðnum.
-Iulian Florescu, sum hevur verið hjá okkum í fleiri ár, hevur sett okkum í sambandi við ein av sínum landsmonnum í Rumenia. Talan er um ein miðverja afturat.
Harvið er útlendingatalið á Skála fimm. Tað er ikki loyvt at hava fleiri enn fýra útlendingar á liðnum, men hetta verður ikki nakar trupulleiki á Skála, tí Iulian Florescu verður í fótbóltshøpi roknaður sum føroyingur, tí hann hevur verið so nógv ár og spælt fótbólt í Føroyum.
- Iulian er í Føroyum. Hinir útlendingarnir eru ikki komnir enn, men vit rokna við, at teir fara at koma í vikuskiftinum.
Pauli G. Hansen og Alexandur Johansen spæla hondbólt við fremsta liðnum hjá strandingum. Pauli hevur verið og vant fótbólt nakrar ferðirnar, men enn hevur einki verið at sæð til Alexandur. Á Skála siga teir seg kortini ikki kvíga fyri, at Alexandur ikki eisini aftur í ár fer at hjálpa til við fótbóltinum á Skála, har teir siga seg hava brúk fyri øllum góðum kreftum, um tað skal vera nakar hugsningur um at bjóða til at vera við í kappingini, har tað er hugaligt at kappast.