Sami handil við nýggjum eigara

Tað gekk bara ein einstakur dagur frá tí handilin hjá R. Rasmussen í Sandavági lat aftur, til hann lat uppaftur í gjár við nýggjum eigarum.
Vit hildu tað vera spell, um sandvágsfólk ikki skuldu kunna farið til handils í heimbygdini, sigur Álvur Samuelsen, leiðari hjá Keypssamtøkuni í Vágum.

Sandavágur: Tað mundi helst harma mong fólk í Sandavági, tá tíðindi fóru at ganga, um at hesin handilin ella Bartalsstova sum tey nevna hann skuldi lata aftur.
Tað gjørdi hann so leygardagin í farnu viku, men samstundis vísti tað seg, at Keypssamtøkan í Vágum hevði leigað hesi handilshølini.
Tá so sandavágsfólk fóru til handils í gjáramorgunin var handilin tann sami. Broytingin var bert hon, at tað nú var Keypssamtøkan sum stóð sum eigari.
Í framtíðini kemur tað tí at verða so, at handilin fer at varðveita navnið Bartalsstovuhandilin, men at búmerkið hjá Keypssamtøkuni fer at standa við síðuna av.
Hóast handilin bert hevur verið opin tveir dagar, so skilst á sandavágsfólki at tey eru fegin um hetta.
Vit hava so bara fingið positivar afturmeldingar, sigur Álvur Samuelsen.

Sunt við kapping
At stórir handlar yvirtaka teir smærru er ikki ókent fyribrygdi innan handilsheimin. Og tí er einki óvanligt í hesum málinum.
Vit ynskja at varðveita handilslívið í nærumhvørvinum. Og vit ynskja tí eisini, at vera nær við viðskiftafólkini, sigur Álvur.
Bartalsstovuhandilin er einasti matvøruhandilin í Sandavági. Lat hann aftur, so høvdu fólk verið noydd at farið av bygdini fyri at keypa tær vørurnar, sum krevjast til eitt húski.
Tað er altíð gott við kapping. Tað er sunt, og nú høvið beyðst at yvirtaka Bartalsstovuhandilin, so tóku vit av, sigur hann.

Fastur kundaskari
Bartalsstovuhandilin í Sandavági hevur so líðandi arbeitt upp ein fastan skara av kundum, kanska serliga millum tað eldra fólkið.
Nú er so ætlanin at halda fram á somu leið, og framvegis tryggja fólki møguleikan at keypa matvørur í heimbygdini. Leiguavtalan er galdandi í fimm ár.
Eingin ivi er um, at tað hevur stóran týdning fyri fólkið í Sandavági at ein handil framvegis verður í bygdini.
Hjá teim, sum ikki hava bil hevði tað verið ein trupulleiki, at sloppið av bygdini fyri at fara til handils.
Men tað sleppa tey so nú. Og tað er tí helst so, sum sagt verður ú Sandavági: "Ein virðismetir ikki ta ein hevur, fyrrenn tað er burtur".