U-20 menninir spældu í dag ímóti Slovenia, ið er styrkismett at eiga stinnasta liðið í okkara bólki í EM endaspælinum fyri U-20 menn, sum í hesum døgum er í Portugal. Undan dystarbyrjan var tað øgiligt [...] Mittún misnýtti brotskast, tá ið støðan var 26-25. Tá ið úrslitið varð so tepurt, so er einki at undrast á, at føroyski hópurin lítur aftur á sovornar marginalar støður. Men eftir stendur, at Føroyar uttan [...] hava føroysk avrik ofta verið eyðkend av, at orkan fram ímóti dystarenda hevur gingið undan. Soleiðis er tað ikki hjá hesum liðnum, og soleiðis var tað heldur ikki í dag. Føroyingarnir hildu høvdið kalt,
komið varð longur norður. Annað er so, vísir landsstýrismaðurin á, hvar makrelur søkir sína føði, og her er eingin ivi í hansara sál um, at rættiliga nógvur makrelur er farin at ferðast í føroyskum sjógvi [...] at Ísland ikki hevur verið við í hesum samstarvi áður, er, at teir ikki hava havt nakran makrel at veiða. Men seinnu árini er hetta broytt. Tað er ein sannroynd, at væl hevur borið til at veitt makrel í [...] sjógvi og etur ein hóp av føði, meðan hann er her. Kenna ”pínumarkið” - Í norskum sjógvi er at kalla eingin gýting, men makrelurin etur eisini í norskum sjógvi. Tí halda norðmenn seg hava rætt til ein so
Basarurin, sum altíð er eitt vikuskifti í november, er sera væl vitjaður. Áðrenn dyrnar lata upp stendur ein hópur af fólki í garðinum uttanfyri Føroyahúsið og bíðar eftir at sleppa inn. Her koma bæði menn og [...] skinsakjøt og bakar drýl. Her hoyrist jólatónleikur og ofta spæla og syngja føroyskir tónleikarir. Nógvar fyritøkur og einstaklingar her og í Føroyum stuðla basarinum, her kann nevnast Navia, Snældan [...] Tann føroyski jólabasarurin hevur verið eitt “føroyskt event” í Keypmannahavn hvørt heyst síðani 2011. Basarurin er ein sjálvstøðug eind í samstarvi við tað Føroyska Kvinnufelagið, Føroyahúsið og einstaklingar
tíðindabløðini er, at brúkarin noyðist at leita sær inn á bókasavnið fyri at fáa at gongd til bløðini, og í Føroyum er tað bara eitt bókasavn, ið hevur øll tey føroysku bløðini og tíðarritini, og tað er Føroya [...] søgu-handritum, umframt annað tilfar viðvíkjandi gomlu íslendingasøgunum. Her er talan um íslendskar bókmentir frá 12. til 14. øld, her ímillum íslendingasøgurnar, germanska og norðurlendska trúarlæru, søga [...] mongum førum verður talgilt fyri at varðveita tilfar, ið er serliga viðbrekið og í vanda fyri at farast. Ein onnur orsøk ? kanska tann týdningarmesta ? er at talgilda fyri at bøta um atgongd ina til nógv umbiðið
merkir. Politiskt er kósin sett ímóti fullveldi uttan mun til, hvat Hvítabók sigur. Politiska støðan er tikin, um henda samtykt skal takast fyri fult, og tað skal hon sjálvandi, og síðan er arbeiðið við g [...] gongd. Hetta er raðfylgjan, tit hava valt. Eg royndi í míni røðu at undirstrika mótsatt forsætismálaráðharranum, at ein hvitbók er besta grundarlagið fyri einari politiskari støðutakan. Og tá er raðfylgjan [...] raðfylgjan tann rætta. Men tað er hon ikki í tykkara føri. Tað er so tað. Viðvíkjandi loysingini, tú nevnir í greinini, so er hatta eisini tikið úr leysum lofti. Eg segði (eg siteri): ? Ethvert forlig ligger altid
siðiligum, skilagóðum fólki her heima hjá okkum. Tí spyrja vit: hvar er sømileikin? Sníkjandi, óunniligt lagnudun, sum paukur hjá Beethoven, hoyrist millum dalar og fjøll. Kanska er tað bara Palleba og Marsanna [...] hálvliðug ella liðug vøra, alt eftir hvussu mett verður. Úrdráttur úr fiski og seyði er rávøra. Livandi fiskur, seyður og fenaður er ikki rávøra. Málbúnin í okkara mergjaða og málmríka skaldskapi um Føroyar, um [...] keisara í nýggjum klæðum. Ikki fyrr enn eitt lítið barn rópti, ”pápi, keisarin er nakin,” rópti alt fólkið, ”mín sann er hann nakin.” Vónandi hava hesi 5 árini lært okkum, hvussu almennur peningur ikki
Okkurt av hesum er kanska longu liðugt, tá blaðið er á gøtuni, og okkurt er kanska í gongd, tá hesar reglur verða lisnar. Kortini er hetta rætta løtan at gera »status quo«, tí nógv tað mesta er farið aftur [...] heiðursmerki, eftir at lítið er komið burturúr í fleiri av teimum síðstu oyggjaleikunum. Ikki minst er hugaligt at síggja, at tað veruliga eru ungfólk, ið vinna heiður, tí hetta er úrslit av miðvísum ung [...] bara liva við, at hesar eru treytirnar, og so er bara at royna at fáa sum frægast burtur úr tí, sum er. Hesar leikirnar vunnu vit ikki, men heilt einki er so ikki komið burturúr, sjálvt um onkur afturstig
metir Føroyar sum eitt ómetaliga spennandi øki, sum í mangar mátar líkist tí norska landgrunninum. -Tað er okkara ætlan og vón at vera við í leitingini við Føroyar sum operatørur. Bæði stovnsetan av skrivstovu [...] at verði leverandørar til eitt nú norska oljuvinnu, um at venda sær til Føroya Oljuídnað. Ætlanin er so, at Saga skal senda fólk til Føroya, sum skulu vitja øll virkini, sum eru áhugað í hesum. Virkini [...] noydd at gera fyri at kunna vera við sum leverandørur til eina oljuvinnu. Nú freistin at tekna seg er úti hava ikki færri enn 60 føroyskar fyritøkur víst tilboðnum frá Saga ans. -Vit eru sera væl nøgdir
men tað man lítil ivi vera um, at vitanin hjá einum venjara sum Johan, er nóg stór til nógvar bøkur. At ein av hesum nú er givin út, er ein sonn gáva til føroyska fótbóltin, um hesin skal vinna framá. [...] var greiður, helt eg tað vera upplagt, at eg royndi at fáa Johan við í arbeiðið. Tað er eingin ivi um, at hann er okkara fremsti venjari, og royndirnar hjá honum eru helst eins stórar, sum hjá øllum okkum [...] burturav her í Føroyum. Skuldi bókin verða fótbóltinum at frama, mettu vit tað vera týdningarmikið, at hon eisini tók atlit til breiddina, og tað hava vit so roynt. Sosiali týdningurin Og samsvar er heilt
tilskriva ella adressera. Her er ongin ótti fyri at vísa á ein meira fremmandan form enn tann føroyska, men føroyski formurin stendur fremst, so fólk skulu skilja, at tað er heldur betur føroyskt mál at [...] sama bókaverki er málið heldur ikki reinsað fyri góð føroysk orð, ið kanska kundu stoytt onkran. Har stendur m.a., at reyvkeðiligur á enskum er at vera deadly dull, og at fáa klemmilsi er at vera on the [...] teir nærum ongantíð viðurkenna, at sumt, sum er vunnið í málstríðnum, er gott og væl eydnað. Teir bara føra fram ósemjusøkjandi álop á málrøktina, og tí er teirra stríð at meta sum eitt niðurbrótandi stríð