Enn er vikan ikki farin og í skrivandi løtu eru framvegis fleiri gullkjansir eftir enn, so illa ber til heilt neyvt at gera upp, hvat er komið burturúr og ikki, nú oyggjaleikir hava verið á Isle of Wight síðani síðsta leygarkvøld, tá setanin var.
Skráin fyri dagin í dag fortaldi um tvær gullfinalur í flogbólti og tvær í badminton, umframt at frælsur ítróttur, borðtennis, fjallasúkkling og golf hava sínar avbjóðingar í dag. Okkurt av hesum er kanska longu liðugt, tá blaðið er á gøtuni, og okkurt er kanska í gongd, tá hesar reglur verða lisnar.
Kortini er hetta rætta løtan at gera »status quo«, tí nógv tað mesta er farið aftur um bak og liðugt, og eitt nú eru fleiri av okkara vanliga heiðursmerkjatungu ítróttargreinum lidnar við sínar kappingar. Her er talan um eitt nú svimjing og bogaskjóting, har tað í hvørjum føri eydnaðist at fáa tað burturúr í heiðursmerkjum, sum ætlanin ella ynskið var.
Minni burturúr
Svimjingin hevði sett sær fyri, at vinnast skuldu 30 gullheiðursmerki á Isle of Wight, men talan gjørdist bara um helvtina. Her var orsøkin kortini heilt einfalt tann, at tað ikki bara eru føroysku svimjararnir, ið hava tikið seg fram, tí eisini kappingarneytarnir vóru nógv sterkari, enn roknað varð við. At næstan 40 oyggjaleikamet fullu hesar leikirnar, fortelur eitt sindur um styrkina, ið merkti feltið hesa ferð.
Bogaskjúttarnir vóru øgiligir á Rhodos fyri fýra árum síðani, tá teir struku avstað við átta gullmerkjum, men í Álandi fyri tveimum árum síðani vóru tey seks í tali, og hesa ferð kom talið á gullmerkjum niður á fýra. Kanska hava hini tikið seg nógv fram, men kanska er talan eisini um, at føroyski innsatsurin onkursvegna ikki ordiliga stóð mát hesa ferð.
Í 2009 kom badminton brádliga við sum heiðursmerkjaslúkur, tá úrtøkan gjørdist trý gullmerki, eitt silvur og eitt bronsumerki. Enn eru tveir gull- og ein bronsumøguleiki, men onkursvegna kom heldur ikki her alt tað burturúr, sum ynskiligt hevði verið.
Aftur á tindinum
Flogbólturin hjá bæði kvinnum og monnum er aftur á tindinum, og har spurdist í minsta lagi silvur burturúr, tí bæði liðini komu í finalurnar. Hetta er óført og serliga hjá monnunum eitt stórt plástur á opna sárið, sum fimtaplássið í Álandi hevur verið. Í báðum førum er talan um ættarliðsskifti, ið riggar sera væl, so bæði ungir og royndir spælarar manna liðini.
Somuleiðis kunnu tey í frælsum ítrótti fegnast um, at tey hava vunnið fleiri heiðursmerki, eftir at lítið er komið burturúr í fleiri av teimum síðstu oyggjaleikunum. Ikki minst er hugaligt at síggja, at tað veruliga eru ungfólk, ið vinna heiður, tí hetta er úrslit av miðvísum ungdómsarbeiði, ið fruktirnar so spakuliga kunnu heystast av.
Borðtennis hevði framvegis onkran møguleika í dag, umframt at fjallasúkklingin sum seinasta vónin hjá súkklarunum skal standa sína roynd, hóast tað nokk er stóruppgáva at fáa nakað heiðursmerki burturúr.
Í skjótingini hevur tað heldur ikki rokkið til heiðursmerki, eins og golf enn ikki ordiliga megnar at bjóða av í meira spennandi helvtini av kappingini. Hetta eru tó bæði tvey ítróttargreinar, sum eru í stórari menning, so tað kann vera so skjótt, at heilt onnur úrslit spyrjast burturúr.
Stórur missur
At summar av okkara bestu ítróttargreinum viðhvørt eru inni og viðhvørt eru úti, er ikki sørt ørkymlandi, tá vit so fegin vilja standa okkum væl og helst fáa eitt líka gott úrslit, sum vit fingu í Álandi í 2009, tá vit vunnu leikirnar við bestu heiðursmerkjaúrtøkuni.
Ta ferðina vunnu vit 34 gull-, 23 silvur- og 24 bronsuheiðursmerki, men nú bara tann eini dagurin var eftir av hesum leikunum, vóru vit komin upp á 19 gull-, 16 silvur- og 14 bronsuheiðursmerki, sum í skrivandi løtu rakk til eitt samanlagt fjórðapláss.
Fimleikur og judo, sum fyri tveimum árum síðani vunnu okkum trý gull-, seks silvur- og ellivu bronsumerki, eru ikki við hesa ferð, og tað merkist sjálvandi aftur í samlaðu støðuni. Serliga er hugstoytt, at judo longu aftur er úti, eftir at greinin í 2007 á Rhodos var við aftur eftir sera langan steðg.
So leingi áhugamálini í oyggjaleikahøpi eru so ymisk, mugu vit bara liva við, at hesar eru treytirnar, og so er bara at royna at fáa sum frægast burtur úr tí, sum er. Hesar leikirnar vunnu vit ikki, men heilt einki er so ikki komið burturúr, sjálvt um onkur afturstig hava verið og sjálvt um framstigini hjá øðrum hava fingið okkara smærru framstig at tykjast sum afturstig.
Hetta hava verið einir oyggjaleikir, sum hava verið eitt sindur »bæði og«, tá talan er um avrikini, men soleiðis hevur tað sum oftast verið. Vanliga hava vit runnið aftan á teimum fremst, men hesa ferð vóru vit altso tey, øll hini royndu at renna innaftur.










