løgunum í Føroyum er kanska, at kvinnurnar í landinum eru ein homogenur massi, mótvegis mannfólkarúguni, sum er meira differentierað. Soleiðis er samfelagið nú einaferð ikki innrættað. 8. mars er hósdagur í ár [...] vera eitt mál fyri blaðið Kvinnu, og tað er eitt heilt annað mál. Sum kommersiel fyritøka skal samtakið vinna pening, tað er sjálvsagt og rímiligt, og í so máta er tiltakið ivaleyst vælteimað og pallsett [...] brølarin hjá Demokratia er tó ætlaða kjósingin av ársins kvinnu. Størsta spjaðingarmálið í Føroyum í nýggjari tíð er 266b-málið. Ásetingin um happingarverju fyri kynsliga sannføring. Málið er avgreitt. So treystliga
Hvør er hann? Tað er Julius í Líðini. Julius í Líðini! Ja, so hava tit fingið ein góðan formann. Jú, bát skulu tit fáa. Ja, hvussu stórur skal hann vera? Eg veit ikki, vit vita ikki júst, men tað er nakað [...] ar. Jú, tað varð so gjørt av, at hann skuldi vera 10 alin og 10 tummar til støddar. Jú, so gingu vit inn uppiløgudagar at hyggja, hugagóðir. So var hann liðugur eina ferðina. og hann sigur: Nú er báturi [...] báturi liðugur. Hvat dámar tykkum? Jú, jú, hann sär väl út. Ja, stýrið er liðugt eisini. Báturin kostar við stýrinum 110 krónur. Vit fingu so bátin. Árarnar mundu ikki kosta nógv. “Fiskurin” So róðu vit út
hava ráð at endurnýggja seg. Spurningurin er í hvønn mun vit klára at endurnýggja okkum, tí trupulleikin er at avlopið er ov lítið, sigur Niels Emil. -Tað er hatta vælsignaða skiftisavlopið, suffar eigarin [...] Gott er at eiga sítt egna, heldur Gunnar. Men Tonito ger eisini landinum eina stóra tænastu, skundar hann sær at leggja afturat. -Hetta er við til at halda samfelagshjólunum malandi. Tað er jú minst líka [...] gerast betri. Vit kunnu altíð gera tað betri. Virkið er blivið meira rasjonelt, og í dag er tað minni, ið fer til spillis. Altíð til arbeiðis Tá klokkan er 12 kemur Thorleif í maskinhøllina at avloysa pápan
tunguna av sær. Maðurin er sjálvandi noyddur at taka filtið í munnin, annars brýtur hálsreimin nakkan á honum.” ”Er hatta vatt?” spurdi ferðamaðurin og tók seg fram. ”Ja, tað er tað,” segði offiserurin [...] kommandant? Ikki tað? Jú, eg skrøggi ikki, tá eg sigi, at innrættingin av allari fangakoloniini er hansara verk. Vit, hansara vinir, vistu longu, tá hann doyði, at innrættingin av koloniini er so fullgjørd, [...] henni. Harafturat er eitt tannhjól í teknaranum alt ov slitið; tað hvínir illa, tá tað gongur, so tað næstan ikki hoyrist mannamál; tíverri er trupult at fáa eykalutir her. – Her er so sum sagt seingin
stóru granskarum, sum settur er at granska rættarverkið í øllum londum, hevur júst sagt, at okkara rættargongd, sum er eftir gomlum siði og brúki, er ómenniskjalig. Tað er sjálvandi ikki gjørligt fyri [...] ávirkan er nóg mikið. Eg veit, hon er nóg mikið. Men latum okkum siga, at tygum hava rætt, er tað tá ikki neyðugt at royna alt fyri at varðveita hetta slag av avrætting, eisini tað, sum kanska ikki er nóg [...] ”Tað er so týðiligt,” segði offiserurin. ”Tað er sera listarligt,” segði ferðamaðurin víkjandi, ”men eg dugi ikki at lesa hetta.” ”Ja,” segði offiserurin, flenti og stakk mappuna til sín, ”tað er eingin
hvussu stórt hetta er. Fyri Paulinu og Hjalta eru tað meira enn tær juridisku orsøkirnar at giftast. - Sjálvsagt hava rættindini sín part at siga. Men vit halda eisini, at tað er týdningarmikið at uppliva [...] samband, og eg flutti so fyri 11 árum síðan niður til Svendborg at lesa til dualofficer hjá Maersk. Tað er ein útbúgving, ið samantvinnir skipsførara og maskinmeistara, sigur Hjalti, sum í dag arbeiðir sum [...] tað kundu tær sjálvandi. Vit sótu har eina góða løtu, og prátið gekk ordiliga væl. Eg má siga, sum er, at tá var eg follin fyri Paulinu og vildi eg gjarna sleppa at síggja hana aftur. Tí spurdi eg hana
bólturin streyk inn. - Halt kjaft hatta var deiligt. Tú hevur líka sum vant teg við tankan um, at vit bara skuldu hava eitt stig, so at fáa eitt mál somikið seint, er bara heilt fantastiskt, segði fegni [...] tí gjørdist hann akkurát ov stuttur. Hann hevði jú eisini tikið eina rúgvu av royndum undan hesum, so tað kundi væl verið, at hann eisini skuldi taka hatta skotið. Komu ikki ígongd Um sjálvan dystin helt [...] Einki er at taka seg aftur í, at Rúni Nolsøe var í sjeynda himli, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann. Við einum dreymamáli í seinastu sekundunum var hann maðurin, sum vissaði HB sigurin, og sjálvur
eitt stórt plástur á sárið, teir fingu í fjør, tá teir mistu meistaraheitið á stokkinum. Fyrsta gullið er komið í hús eftir minniligastu finaluna í mong ár. Felagsliðið fekk eina flúgvandi byrjan. Onkusvegna [...] Og tað var tað helst hjá Eileri Rasmussen. Men um hann roknar hesa somu finalu sum sítt besta avrik, er meiri ivasamt. Tí satt at siga kundi dømingin verið væl betri. Tá HB-leikari varð feldur, sóu allir [...] – ella hjálpardómaran, sum tað nú eitur. Úrslitið var eitt fríspark uttanfyri brotsteigin, sum tað jú átti at vera av fyrstan tíð. HB-leikararnir mundu í síðsta enda ikki verða so illa nøgdir við avgerðina
Atlantsflogi, kr. 597,- ella 40,067 prosent av tí talinum, sum sligið er stórt upp. Verður farið til Billund, er munurin upp aftur meira. Tá er eykakostnaðurin 623,- krónur, ella 41,812 prosent av teimum 1.490 [...] møguleika at lesa tað, sum stendur niðanfyri. Og tað er ivasamt, um tað er nøktandi marknaðarførsla, sigur Heri Joensen á Kappingaráðnum. Lumpa fólk ?Hatta meti eg sum beinleiðis »bóndafangarí«, sigur Petur [...] d og avgreiðslugjøld, sum kundin sjálvandi eisini skal gjalda. Og tað er ymiskt, alt eftir, hvar í Danmark ein ætlar at lenda. Er talan um ferð úr Vágum tl Kastrup, eru eykagjøldini, sum ikki standa við
fleiri týðandi sessir á tingi. So er sakin full Fleiri halda, at tað er vandin fyri misálti í tinginum, sum noyðir ráðharrar frá. Men tað er sjáldan støðan. Í Føroyum er tað so, tí vit taka altíð danskar [...] skipanini. Men tað er at yvirtulka. Henriette hevur ikki vanrøkt embæti sítt, og neyvan vóru útlit til nakra misálitisváttan. Sjálv segði hon atlit til familjuna vera orsøkina ? so tað er heilt vist ikki [...] Veru-liga orsøkin er sjálvsagt atlit til konservativa flokkin, sum Henrietta hevur virkað fyri alt lívið, alt frá tí hon sum hálv-vaksin gjørdist limur í ungmannafelagnum. Danskur politikkur er soleiðis háttaður