Einki er at taka seg aftur í, at Rúni Nolsøe var í sjeynda himli, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann. Við einum dreymamáli í seinastu sekundunum var hann maðurin, sum vissaði HB sigurin, og sjálvur tóktist hann eisini hava ilt við at seta orð á kenslurnar, tá bólturin streyk inn.
- Halt kjaft hatta var deiligt. Tú hevur líka sum vant teg við tankan um, at vit bara skuldu hava eitt stig, so at fáa eitt mál somikið seint, er bara heilt fantastiskt, segði fegni liðskiparin. men hóast tað soleiðis var hann, sum gjørdist match-vinnari, so tóktist hann ikki leggja so øgiliga stórt í sín egna leiklut.
- Tað er líkamikið við málskjúttunum. Men hasi trý stigini vóru sera týdningarmikil hjá okkum. Ikki minst eftir at vit bara fingu eitt stig í Klaksvík.
Um sjálvt málið sigur Rúni, at hann rakti bóltin klokkureint, men at hann tó als ikki var vísur í, at hann streyk í meskarnar.
- Jens Martin var heilt nær við at fáa hann, men skotið líkasum skrúvaði úteftir, og tí gjørdist hann akkurát ov stuttur. Hann hevði jú eisini tikið eina rúgvu av royndum undan hesum, so tað kundi væl verið, at hann eisini skuldi taka hatta skotið.
Komu ikki ígongd
Um sjálvan dystin helt Rúni annars, at tað tók sína tíð, áðrenn hann og liðfelagarnir komu ígongd.
- Fyrstu løtuna er heilt galið, og vit gera eina rúgvu av persónligum mistøkum. Tað var kanska heppið, at teir ikki skora tá, men spakuliga koma vit so inn í dystin. Og sjálvt um tað var sera tungt at fáa eitt mál ímóti beint fyri steðgin, so haldi eg, at vit sita á øllum øðrum hálvleiki.
Var nakað serligt, sum tit broyttu í steðginum?
- Nei, slettis ikki. Vit tosaðu um tingini, og tað vísti seg bara, at menn nú vóru klárir. Vit koma eisini fram til nakrar fúlar kjansir, men Jens Martin sá bara út til at taka alt, sum vit skutu eftir honum, staðfesti Rúni Nolsøe at enda ? Uttan at nevna, at tað seinasta skotið fekk landsliðsmálverjin altso ikki fatur á.










