savnaður. Alt er klárt at fara undir arbeiðið, og væntandi verður byrjað fyrst í komandi viku av grava omanav. Tá hetta er gjørt, verður farið undir spreingiarbeiðið og planering. Nevndin ætlar at hava 1. byggistig [...] nevndin hevði sum endamál at savna eina millión kr., og tá hetta málið var nátt, legði tann nevndin frá sær. Á heysti 1993 var so nýggj nevnd vald, og helt henda fram við arbeiðinum. Samstundis sum orka [...] nú skal øki fáast til vega, byggiloyvi skal gevast og ikki minst skal slík bygging projekterast. Alt hetta liggur nú klárt. Fara undir 1. byggistig Og nú tykist, sum nakað fer at henda í málinum um svimjihyl
uppstaðið úr kreppuni í føroyska samfelagnum síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum. Støðan hjá føroysku peningastovnunum var alt annað enn góð, og teir høvdu brúk fyri meiri peningi. Føroya Banki fekk í desember [...] fyrrverandi tjóðbankastjóra og Eigil Mølgaard stjóri í Fíggjareftirlitinum, sum tann heilt stóri skálkurin. Umdømið hjá Den Danske Bank, hevur av somu orsøk fingið nakrar djúpar skøvur, og tað er ikki nakað sum [...] »likviditetsstøðan«í føroysku bankunum var hart spent, og at støðan hjá Føroya Banka var lýst í roknskapinum fyri 1992. Trýstu føroyngar Bæði bankin og Mogens Lykketoft fíggjarmálaráðharri hava fingið av
Bornholm fyri nøkrum árum síðani, hvussu tú hugtók og berg-tók hesar bornhólmbúgv-arnar við tínum frálíku frásøguevnum og framburði og tíni vitan um danska søgu og mentan. Har sótu teir, donsku vertir okkara [...] vit teg ikki, og vit fara tað neyvan heldur aldrin. Tað er nevniliga ein ómøgu-ligheit. Tí so væl hevur tú sátt og so væl nælist av tínum fruktum, at mangt og hvat, vit fáast við í dag og í komandi árum [...] tíðina livdi vónin, og fyri bæði Krisjan og okkum tóktust útlit vera fyri, at hann fór at koma aftur til arbeiðis. Spurning-urin var bara nær. Tá hann so kom heimaft-ur úr Danmark, og vit fingu at vita,
hava møguleikar fyri fleiri stigum, enn vit hava fingið higartil, og tað eiga vit at gleða okkum um, tí tað er fyrst og fremst stig og sigrar, sum vit eru áhugaði fyri. Javnasti bólkurin Ivan Moskalenko [...] seg ímóti Estlandi, og tað er heilt greitt, at tað er fyrst og fremst ímóti hesari tjóðini, at møguleiki verður at fáa stig. 24. februar í 1996 endaði venjingardysturin á Kýpros 2-2, og 6. august í fyrraárið [...] norðurlendsku grannatjóðunum. Men tað kundi verið uppaftur verri, verður eisini víst á, og tey, sum fyrst og fremst hugsað um ítróttarligu síðuna av søkini, halda, at mótstøðulondini eru av einum sovornum
so við bankasamanleggingini, sum vit nú kenna. Men alla hesa tíðina, hava fyrst Poul Schlüter, og síðan Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft, vitað um málið, men ongantíð sagt føroyingum eitt orð um [...] málsetning, hon hevur haft, men avdúkar samstundis nógv viðurskifti, notat og skriv, sum kunnu tulkast upp á ymsar mátar, og samstundis síggjast í politiskum ljósi. Bankafrágreiðing gevur, sum áður sagt [...] ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálvstøðugt, og tað gevur millum annað Poul Nyrup Raasmussen, forsætisráðharra, og Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, møguleika at loypa á embæt
so við bankasamanleggingini, sum vit nú kenna. Men alla hesa tíðina, hava fyrst Poul Schlüter, og síðan Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft, vitað um málið, men ongantíð sagt føroyingum eitt orð um [...] málsetning, hon hevur haft, men avdúkar samstundis nógv viðurskifti, notat og skriv, sum kunnu tulkast upp á ymsar mátar, og samstundis síggjast í politiskum ljósi. Bankafrágreiðing gevur, sum áður sagt [...] ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálvstøðugt, og tað gevur millum annað Poul Nyrup Raasmussen, forsætisráðharra, og Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, møguleika at loypa á embæt
øld og serliga eftir fyrsta veraldarbardaga eru kurdar vorðnir búfastir í størri mun bæði sum bøndur í landsbygdum og sum arbeiðarar og tænastuvinnufólk í býum. At hetta hendi, komst fyrst og fremst av [...] ongantíð verið savnaðir í einum kurdiskum ríki. Hetta hongur fyrst og fremst saman við, at teir av vinnumentan upprunaliga hava verið nomadar, og samfelagsskipanin hjá nomadum er miðspjødd (decentraliserað) [...] Turkaland og Grikkaland, Iraq móti Vesturheiminum, Iran móti U.S.A., Ísrael og Arabaralond osfr. ? sigur tað seg sjálvt, at teirra vón um politiska og tjóðskaparliga viðurkenning er ikki stór, og tað, at
dottin niðurfyri. Hon hevur havt so lítið at gjørt í seinastuni, at fyrst í desember mánaða var stjórin á Lønjavningargrunninum í Tinganesi og bað Landsstýrið taka hana av. Orsøkin er at finna í kunngerðini [...] varðveita báðar uppboðssølurnar, og tað mælti arbeiðsbólkurin eisini Landsstýrinum til. ? Men tað er rætt, at almenna uppboðssølan, sum hon nú virkar, bara kann selja heilar lastir. Og tað er eisini rætt, at tað [...] aðrar framleiðarar og útflytarar. Bjarni Wilhelm sigur, at áðrenn kunngerðin kom í gildi, varð nógvur fiskur ongantíð bjóðaður út í Føroyum. Av tí sama bleiv rávørutilgongdin so ójøvn og óviss, at ongin kundi
Á hardware síðuni eru tær fyrst teldurnar við DVD sum standard komnar, og nú kemur Microsoft við einum av fyrstu software?unum á DVD. Tað eru vælkendu Encarta leksikonið og bókasamlingin Bookshelf, sum [...] fyritøku, ið gjørdi grafikk chips í summar, og nú sæst fyrsta úrslitið av handlinum. Tað er fyrsta 3D-grafikk chippið hjá Intel. Tað hevur fingið heitið 740, og roknað verður við, at tað fer at finnast millum [...] Meginparturin av innihaldinum er óbroytt. Nógva eyka plássi verður nýtt til at økja innihaldi av video, og tað slagið av upplivilsismyndum, har allur sjónarringurin sæst. Fyribils fara heitini bert at nýta
umsat sosialmál. Hesum tók hon av, sigur Poula Jønsson, og hevur ikki angrað tað síðan. Men longu fyrst í 1959 flutti deildin út frá Ríkisumboðnum og fekk høli í Føroya Banka. Grundin var tann, at Petur Mohr [...] Tað var hátíðarligt og stílfult hjá Ríkisumboðnum, minnist Poula Jønsson, sum fyri 40 árum síðan fór í starv á sosialfyrisitingini har. Síðan hevur hon verið í sama starvi, og fekk í gjár handaða »for [...] skúlagongd lærdi hon til defektrisu á apotekinum í Havn. Og eftir lokna lærutíð fór hon til Danmarkar at arbeiða á apoteki. Har var hon í eitt ár og kom so heim aftur til Føroya fyri jól í 1957. Poula Jønsson