Tað var hátíðarligt og stílfult hjá Ríkisumboðnum, minnist Poula Jønsson, sum fyri 40 árum síðan fór í starv á sosialfyrisitingini har.
Síðan hevur hon verið í sama starvi, og fekk í gjár handaða »fortjenstmedalju« frá Margrethu drotning fyri trúgva tænastu innan almannafyrisitingina. Tað var Bjarni Vilhelm, stjóri á Almannastovuni, sum handaði medaljuna á samkomu á Almannastovuni fyrrapartin í gjár.
Nú kundi ein hildið, at tá ein hevur verið í samfull 40 ár á sama staði, hevur ikki verið tíð til annað arbeiði. Men so er ikki hjá Poulu.
Eftir lokna skúlagongd lærdi hon til defektrisu á apotekinum í Havn. Og eftir lokna lærutíð fór hon til Danmarkar at arbeiða á apoteki. Har var hon í eitt ár og kom so heim aftur til Føroya fyri jól í 1957.
Poula Jønsson sigur, at tá hon kom aftur til Føroya, hevði hon einki arbeiði at fara til, men væntandi var, at hon kundi sleppa aftur á Apotekið.
So hendi tað, at hon í januar 1958 fekk boðið starv hjá Ríkisumboðnum. Hon skuldi arbeiða á deildini, sum umsat sosialmál. Hesum tók hon av, sigur Poula Jønsson, og hevur ikki angrað tað síðan.
Men longu fyrst í 1959 flutti deildin út frá Ríkisumboðnum og fekk høli í Føroya Banka.
Grundin var tann, at Petur Mohr Dam tá var farin undir at fyrireika fólkapensiónina, sum kom í gildi 1. oktober 1959.
Saman við einum donskum fulltrúa, vóru tey trý fólk, sum fluttu niðan í Føroya Banka. Umframt Poulu Jønsson, sum var skrivari, var Trygvi Strøm, sum eisini var í mong ár á Almannastovuni, eftir at hon var yvirtikin, og Sigurd Carlsson, sum nú er deyður.
Men vitiligt er, at so fá fólk kláraðu ikki ta stóru broytingina, og tí komu serfrøðingar úr Danmark at taka eina hond í.
Jónas Broncksgøta
Í Føroya Banka helt sosiala fyrisitingin til fram til 1965, tá flutt varð niðan í Jónas Broncksgøtu, har Almannastovan enn heldur til.
Men tá var ikki sama vídd, sum er í dag, sigur Poula Jønsson.
Sosiala fyrisitingin hevði tríggjar fjórðingar av eini hædd, sum annars var tann sama, har Poula aftur er komin at sita.
Hesa hæddini skuldi sosiala fyrisitingin býta við landsskúlaráðgevan Ludvig Petersen og Johannes Andreas Næs, sum eisini starvaðist hjá ráðgevanum.
Tá flutt varð í Jónas Broncksgøtu, vóru fleri fólk, enn tá farið varð niðan í Føroya Banka.
Ein teirra, sum flutti við yvir í Jónas Broncksgøtu, var Klaus Hermann, sum var komin at starvast sum fulltrúi hjá Ríkisumboðnum í 1963. Og tá Almannastovan varð yvirtikin í 1975, gjørdist hann fyrsti føroyski almannastjórin.
Tað er nógv lagt aftur at Almannastovuni, síðan hon varð yvirtikin. Tá umfataði arbeiði umsiting av fólkapensión, avlamispensión, einkjubarnastyrki, einkjupensión, og eitt sindur av forsorg. Men tað var rættiliga smáligt við tí, tí tá komu fólk ikki bara soleiðis at biðja pengar frá tí almenna. Tað er broytt munandi, sigur Poula Jønsson.
Ta tíðina var tað soleiðis, at øll gjørdu alt. Tað var ikki fyrr enn í 1983, at stovnurin varð býttur sundur í deildir, sum umsita hvør sítt øki.
Strævnastu árini, Poula hevur arbeitt á Almannastovuni, hava verið nítiárini. Tað hava verið gjørdar alt ov nógvar broytingar. Lógir eru gjørdar. Broyttar aftur. Settar úr gildi. Nýggj ábyrgdarøki eru løgd á stovnin. Men fólk verður einki sett at umsita alt hetta.
»Tað er greitt, at tá so er, gongur tað út yvir tey, sum framman undan hava ov mikið, at síggja til« sigur Poula Jønsson.
Stílfult arbeiðspláss
Poula Jønsson sigur, at hon minnist serliga aftur á, hvussu stílfult tað var at arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Tað var ikki snobbut, sigur, hon, men har varð víst virðing fyri hvørjum øðrum.
Var eitthvørt, sum skuldi haldast, tað verið seg ein móttøka ella ein kongaligur føðingardagur, varð alt starvsfólkið boðið við.
Poula Jønsson sigur, at hon minnist serliga aftur á jólaborðhaldini. Tey vórðu hildin inni hjá ríkisumboðsmanninum privat.
Serliga minnist hon aftur á tíðina, tá Mogens Wahl var ríkisumboðsmaður.
»Hann var ein persónligheit út yvir tað vanliga,« sigur Poula Jønsson.
Mogens Wahl hevði ein serligan sið í samband við jólini, minnist Poula.
Pápi hansara hevði verið sendimaður í Fjareystri og hevði tikið við sær tann sið, at ein turkað jólarósa varð latin niður í eitt ølglas. Tá hon hevði ligið eina løtu, breiddi hon bløðini út og sá heilt frísk út aftur.
Hendan sið helt Wahl fast við.
Tað var heilt hátíðarligt, tá hann stóð við rósuni í hondini, áðrenn borðhaldið byrjaði, sigur Poula. Øll stóðu í tøgn og bíðaðu eftir tí, sum henda skuldi. Tá rósan var komin upp á pláss, segði Mogens Wahl:
»Nu er det jul.«
»Og vit kendu øll á okkum, at nú vóru jólini veruliga komin,« minnist Poula Jønsson.
Men tað vóru eisini føroyingar, sum stílur var yvir. Poula sigur, at hon minnist, tá Kristian Djurhuus plagdi at koma í svørtum frakka undir hatti og við stavi í hond úr Tinganesi niðan á Amtmansborgina á fund.