lofta teimum, sum eru fíggjarliga sperd. Tað eru 1066 orsøkir til at gera hetta! Eitt so ríkt land sum okkara eigur ikki at hava 1066 børn í fátækraváða. Tað sømir seg ikki, og eigur at vera ovast á politisku
at foreldur, sum í forvegin hava tað torført, orsakað av barnsins avbjóðingum, sum nú skulu leita land og ríkið runt, fyri at veita ta hjálpina, ið tørvur er á. Hetta er ikki lætt, og hetta er als ikki [...] ikki rætt. Tí skulu vit hava EIN ráðharra, sum hevur ábyrgd av børnum. Onkur í grannalondum okkara hava roynt hetta. Vit kunnu eitt nú fara upp til Íslands. Har hava tey eitt slíkt málaráð. Ein persónur,
Vit hava miðvíst útbýgt okkara samferðslukrevi seinastu mongu árini. Í dag er meginparturin av okkara landið bundið saman við tunlum, ið ger at uppgávan hjá Strandferðsluni er nógv broytt. Færri sjóvegis [...] bussurin, ið tú skal brúka fyri at koma víðari, vera har tá ið tú kemur í land. Missa vit útoyggjarnar verða vit øll fátækari Okkara útoyggjar eru ómissandi perlur, og tí skal flutningurin til útoyggjarnar
seldar sum “unbelievable, unspoiled, and unexplored”. Vakrar lýsingar vísa okkara nátturu, og vit eru errin um okkara flottu vakra land. Men støðan hjá lívmargfeldinum í Føroyum fær ikki nóg nógva rúmd í hvørki
landbúnað og ferðavinnu í eina nýggja skynsama javnvág; Ein javnvág sum fyrst og fremst raðfestir okkara náttúru, okkara landbúnað og okkum, sum búgva og virka í hesum landinum. Tástani kunnu vit skapa eina breiða [...] matfullveldi. Vilja vit gerast meira sjálvbjargin við okkara egnu føroysku matvørum, so noyðist politiski myndugleikin at gera langtíðar-íløgur í okkara egnu heimaframleiðslu. Hetta merkir m.a. at landbúnaðurin [...] føroyingum frælsi og serstakar sømdir, og samstundis varðveita vit ta bestu skipanina til at verja okkara náttúru, við serstøkum treytum til tann alsamt vaksandi streymin av ferðafólki. Skipaði viðurskifti
landskassanum fyri at møta avbjóðingunum. Síðani 2003 hevur alivinnan ment seg frá lítlum til at vera okkara størsta einstaka vinna. Umleið 1.800 fulltíðarstørv eru í alivinnuni ídag. Lønargjaldingarnar eru [...] samfelagið alt, bæði arbeiðaran, veitaran, kommunukassan, landskassan og íleggjaran. Miðflokkurin byggir land. Vel Miðflokkin, Bill Justinussen
sjálvi megna at tala sína søk. Øll børn hava rætt til tryggleika og góð kor í barna- og ungdómsárum. Okkara samfelag eigur í øllum pørtum at innrættast soleiðis, at tað tekur hædd fyri barna- og ungdómsrættindum [...] Einasti munur er rúsdrekkapolitikkurin. Miðflokkurin ynskir framhaldandi at gera Føroyar til eitt gott land hjá børnum og ungum at búleikast í. Avleiðingarnar av ov nógvum rúsdrekka kenna vit alt ov væl. Og
upp í móti teimum 40 - ja, so er okkurt galið. Vit mugu í felag, kommunur og land, blíva samd um, hvat vit vilja við okkara bústaðarmarknaði. Vilja vit, at tað er kappingarmarknaðurin, sum skal seta d
man kann kalla toppskatt. Av tí at kommurnar hava yvirtikið eldraøkið, dagstovnaøkið v.m., so áttu land og kommunur saman arbeitt um eina skattaskipan, har kommunali botnfrádrátturin verður hækkaður, og [...] pensjónsaldur, og nógv teirra sita inni við einari stórari vitan og royndum, ið eru dýrabarar fyri okkara samfelag. Vit síggja eisini, at livialdurin er støðugt hækkandi, og at almenni fráfaringaraldurin
Ísland, tí staturin var ikki uppií. Vit kundu ikki gera avtalu við okkara egnu grannar. Var tað trygt? Føroyar kundu sum sjálvstøðugt land verið í felagsskapi við 193 øðrum londum í ST, men eru bara í sonevndum [...] fyri Føroyar er tjóðskaparleiðin, har vit taka fulla ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Tá ráða vit øllum, vita tað mesta og gjalda fyri okkara egnu vælferð. Tá er gøtan eisini greið til limaskap í ST, og [...] Í kjakinum um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land siga sambandsfólk mangan, at verandi ríkisrættarliga støða skapar tryggleika. Men eg haldi, tey fara skeiv, tí sambært heimastýrislógini hava Føroyar