Google, skattur, mvg og mentan

Tað er ikki alt, sum vit skilja. Og tað skulu vit kanska heldur ikki.

Men hví skulu vit fara so andbráð út fyri hjálpa før­oyskum fyritøkum at lýsa á Google – og fyri tað at lýsa hjá øðr­um a­mer­i­k­onsk­um og altjóða fyritøkum?

 

Jú, vit vilja sjálvandi, at Google skal skilja og góðtaka føroyska mál­ið. Sjálvandi. 

 

Men hví er tað so umráðandi hjá før­oysk­um fyritøkum at lýsa á før­­oysk­­um á Google? Tað kann so ikki vera fyri at selja til umheimin, tí eing­in úti í heimi skilir føroyskt. Tá mugu føroyskar fyritøkur lýsa á til døm­is enskum, sum Google skilir.

 

Men vit hava nógvar miðlar í Før­oy­um, sum góðtaka føroyskt lýs­ing­ar­mál – og miðlar her í Miðla­hús­i­num hava selt lýsingar til før­oy­ing­ar í 146 ár. Tað hevur hepnast so mikið væl, at vit eru til enn – lýsingunum fyri at takka. Men vit hava fingið harða mót­støðu uttan úr heimi frá stór­um altjóðta (amerikonskum) fyr­i­tøk­um, sum ikki leggja petti í før­oysk­ar lógir – og so heldur ikki før­oyska málið. 

 

Tær rinda ikki skatt í Føroyum, tær rinda ikki MVG í Føroyum, so­leið­is, sum tær eiga. Men tað ger lands­stýr­ið einki við. Tvørturímóti brúka stovn­ar undir landsstýrinum hes­ar lýsingarmøguleikar, sum so­leið­is reka ólógligt virksemi í Før­oy­um, sum er revsivert. Ein føroysk fyr­itøka, sum ikki rindar MVG, hon verð­ur fluks send í Skiftirættin og av­tik­in. 

 

Um vit nú rokna skatt á sama hátt sum Regin á Bakka og telja all­an skatt­in av lønarkrónum, vit gjalda, við, so rinda okkara miðl­ar nógv­ar mill­i­ón­ir krónur í landskassan í skatti, avgjøldum og í MVG.

 

Jú tað hevði verið stuttligt og gott og gagniligt, at Googletranslate skilti føroyskt. Har eru vit sjálvandi við – tó at tað gevur øðrum tjóvum á neti­num munandi størri møguleikar at lumpa pengar frá føroyingum.

 

Men landsstýrið eigur heldur at hjúklað um før­oysk­ar miðlar, sum skriva á før­oysk­um, lýsa á føroyskum til før­oysk­ar føroyingar – fyritøkur, sum rinda skatt og mvg í Føroyum og skapa føroysk arbeiðspláss til før­oy­ing­ar og sum eru føroyskir ment­an­ar­berar.

 

Soleiðis kundi vinnan eisini hugs­að. Og landsstýrisfólk eiga held­ur at syrgja fyri, at landsins stovn­ar lýsa har, sum teir ikki snýta lands­kassan! Í før­oysk­um miðlum. Lands­stýrið hevur onga or­søk at pro­mo­vera út­lendsk­ar tøkn­­i­ris­ar og forera teimum við­­kvam­ar persónsupplýsingar um før­oy­ing­ar. 

 

Løgmaður má sanna, at tað er ikki ein­um landsstýri verdugt!