Skal Føroya Banki ”detail” stýrast?

Eftir stórum politiskum trýsti ,og har man tók Havstovuna á bóli, varð so Føroya Banki ífjør aftur latin upp fyri veiðu.

Veidd hagartil eru sløk 60 tons av toski. Eisini eru veidd 1.500 tons av hýsu sum øll fór heil, óviðgjørd til Bretlands. Syrgiligt at hýsan av Bankanum, kanska heimsins besta hýsa so at siga ikki verður virkað her á landi longur.

 

Tað er hugaligt at tað kom fram á Fiskivinnutinginum at Fiskimálaraðharrin nú ætlar at fylgja tilmælinum fra Havstovuni um fiskidagar og veiðikapacitet. Men enn restar ymiskt í sum td., :

 

  • Allur fiskur av Bankanum skal koma feskur til lands. Livur, rogn og høvd verða tikin.
  •  
  • Ynskiligt at ongin fiskur av Bankanum skal fara óviðgjørdur av landinum.
  •  
  • Brandið FØROYA BANKI skal fáast at virka til lýtar aftur.
  •  
  • Ein nevnd  fra Matstovuvinnuni, Visit Faroes og Saltfiskavirkjunum skal sparra við Fiskimálaráðið við kreativum, vinnuligum hugskotum um Bankan.
  •  
  • Ein Vrakarastovnur fyri Bankan skal setast a stovn.
  •  
  • Øll lið á sjógvi og landi sum arbeiða við Føroya Banka skulu á eitt Gastronomiskt Grundskeið fyri at fáa ein førleika at arbeiða við og virðismeta okkara fiska tilfeingi í einum gastronomiskum konteksti.

 

 

 

Nú fer Jákup Sverri á Bankan í Marts  og urslitið av hesum túri verður við til at avgera um friðingin skal halda fram og/ ella ein avmarkað veiða verður loyvd Tjóðini at frama.

 

Nú vit tosa so nógv um Bankatoskin mugu vit ikki gloyma, at toskurin á landgrunninum eisini er millum heimsins bestu og er sera eftirspurdur og í høgum meti hjá Italienskum og Sponskum saltfiskakeyparum og hava virkir sum PRG i Gøtu, sum skjótt fyllir 100 ár, og Vaðhorn sera gott orð á sær á hesum marknaðum.

 

Johan Mortensen