Arbeitt hevur verið við at knýta vatnleiðingina í Haraldsundi uppí vatnleiðingina hjá Klaksvíkar kommunu, og hetta arbeiðið er nú komið undir land.
Borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Poul Jacob Poulsen, sigur, at vatnreinsiverkið í Haraldsundi kravdi munandi ábøtur.
- Tað vísti seg at vera ein bíligari loysn hjá okkum at knýta Haraldsund uppí vatnleiðingina hjá Klaksvíkar kommunu heldur enn at gera ábøtur á okkara reinsiverk.
Hann vísir á, at kommunurnar báðar hava eitt gott samstarv um vatnið.
- Klaksvíkar kommuna fær rávatn frá okkum, og so fáa vit reinsað vatn aftur ístaðin.
Poul Jacob Poulsen sigur, at rávatnið, sum Klaksvíkar kommuna fær, rennur vestanfyri á Kunoynni og síðan ígjøgnum eina leiðing, sum gongur ígjøgnum Kunoyartunnilin.
##med2##
- Soleiðis eru nú tvær vatnleiðingar millum Kunoynna og Borðoynna – onnur við rávatni til Klaksvíkar kommunu og hin við reinsaðum vatni til bygdina, Haraldsund.
Hetta er eitt samstarv, sum hevur riggað væl.
- Eg vænti eisini, at hetta fer at rigga væl, nú Klaksvíkar kommuna fer at lata okkum reinsað vatn til bygdina, Haraldsund, sigur Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri.