Dekkið er júst kalfatrað og Johanna er siglingarklár. Á Jóansøku verður lív í aftur umborð á Johonnu. Har verður café og leygardagin fæst fiskasuppa umborð á Johonnu. Sunnudagin verður rættiliga gjørt burturúr [...] burturúr. Tá ber til at sigla ein túr við Johonnu út á Grønirnar (á Vágsfirði,blðm), og umborð fáast kaffi og køkur og harmonikan spælir. Túrurin tekur umleið ein tíma og fleiri túrar verða gjørdir, um fleiri
Jóannes Eidesgaard verður á jóansøku í ár. Løgmaður skal sjálvsagt ikki bert taka sær av løttum. Hann skal halda røðu, tá pisufundur verður við Minnisvarðan fríggjadagin klokkan 19:00. Rakul Borg heldur [...] . Vanligt hevur seinnu árini verið, at pisufundurin fylgir jóansøkuni, ið sum kunnugt er skiftivís á Tvøroyri og í Vági. Leygardagin klokkan 15 byrjar FM kappróðurin og løgmaður sleppur ikki so, tí eftir
hugnaløtur og jóansøkan er einki undantak í so máta. Sera forvitnislig er sjálvandi tónleikacaféin, ið á jóansøku seinast eydnaðist sera væl í hugnaligu hølunum. Í ár luttaka millum onnur Tróndur Enni og Guðrum [...] óivað teljast millum tær elstu í Føroyum og stuttligt er eisini at síggja nøvnini á teimum, ið hava ritað navn sítt á pakkhúsveggin, hvørt tað so var í spølni ella í eini fríløtu.
umstøður og møguleikar hjá sløkkiliðunum í økinum, tá á stendur.Bæði stásiligi nýggi brandbilurin og gamli brandbilurin verða sýndir fram á jóansøku. [...] var stásilig sjón, tá nýggjur brandbilur kom vestur til hølini hjá Suðuroyar Syðra Bjargingarfelag á Eiðinum í Vági. Eitt far, sum í sínum flokki liggur millum fremstu akfør. - Bilurin hevur kostað einar [...] at hann hevur verið ov lítil og hevur kraftað ov lítið, so ferðin hevur ikki verið tann stóra, tá á hevur staðið. Gamli bilurin hevur 70 Hk motor og rúmar 800 litrar av vatni, so nýggi brandbilurin er
náttini í andvekri. Snaraði sær stundum á høgru lið, stundum á vinstru. Hann fekk ikki blund í eyguni av berum spenningi, tí í morgin fór hann at kapprógva á jóansøku við 5- mannafarinum Hvíta, og tá galt [...] miseydnast.Gilli snaraði sær enn einaferð á vinstru lið. Hvat um eitt homluband slitnar ella ein tollur brotnar. Og um eg nú leggist fyri á hálvum máli. Hvat fara fólk á landi at siga ella bátsfelagarnir.Tankarnir [...] Tankarnir mólu í klingur í heysinum á Gilla, og hann kendi seg so fjáltraðan, at hann noyddust enn einaferð upp á pissa. Tað var minst tjúgunda ferðin hesa ólukku nátt. Neyvan var Gilli komin undir aftur
felagnum, harav eru 30 limir, sum eru rættiliga virknir. Á jóansøku í Jómsborg taka vit treystliga í hondina á hvør øðrum og kvøða um hovbingin, sum á sinni drap Brestir í Stóru Dímun, og um sandvíkingin sum [...] Jómsvíkingar ber navnið eftir teimum ?røttu? jómsvíkingum, sum á sinni skuldi hjálpa danakonginum Haraldi Bátonn, at fella Hákun jall, sum tá sat á Noregs krúnu. Í minniliga sjóbardaganum í Hjørungavág í Sunnmøre [...] ar rannsóknir benda á, at jómsvíkingar hava búleikast við Wollin við Oder-áarmunnan, sum er markið millum Pólland og Týskland. Jómsvíkingar fara at ynskja øllum eina góða jóansøku, og at Jómsborg og Vágsbygd
Fótbóltur, kappróður, tivoli, dansur, listaframsýningar, konsertir, skrúðgonga, midnáttarsangur og mangt annað er partur av forvitnisligu tiltøkunum á jóansøku hesaferð. Hjá VB er stóra hæddarpunktið á jóansøkuni [...] Vágs Bóltfelag vil við hesi heilsan bjóða øllum vælkomnum á jóansøku. Okur bjóða aftur í ár eina fjølbroytta skrá, ið er komin til høldar í einum sera góðum samstarvi millum Vágs Bóltfelag, Vágs Svimjifelag [...] jóansøkugestum annars, ein góðan dyst og leggja sjálvsagt doyin á at vinna, nú niðurteljingin til 100 ára dagin tann 5. juni 2005 er byrjað. Góða jóansøku Vágs Bóltfelag
Standandi frá vinstru: Jóannis á Brekkuni, Poli Vestergaard, Torben Tausen, Mikkjal Sumberg, Jákup Jacopsen. Sitandi frá vinstru;: Einar Mikkelsen, Sigurð Gudmundsen, Niels P. á Gaddi, Mikal Petersen, Eli