Jóannes Eidesgaard verður á jóansøku í ár. Løgmaður skal sjálvsagt ikki bert taka sær av løttum. Hann skal halda røðu, tá pisufundur verður við Minnisvarðan fríggjadagin klokkan 19:00. Rakul Borg heldur røðu vegna studentarnar.
Vanligt hevur seinnu árini verið, at pisufundurin fylgir jóansøkuni, ið sum kunnugt er skiftivís á Tvøroyri og í Vági. Leygardagin klokkan 15 byrjar FM kappróðurin og løgmaður sleppur ikki so, tí eftir kappróðurin leygardagin verður tað løgmaður, ið handar steypini.