Tað var stásilig sjón, tá nýggjur brandbilur kom vestur til hølini hjá Suðuroyar Syðra Bjargingarfelag á Eiðinum í Vági.
Eitt far, sum í sínum flokki liggur millum fremstu akfør.
- Bilurin hevur kostað einar 2,2 milliónir, tá alt er við. Hann hevur 420 Hk motor og fullautomatisk gear. Hann hevur tanga til 3700 litrar av vatni og biofor skúm. 5 pláss er í bilinum við førara, men gott pláss er og eitt vanligt útrykningslið telur seks mans, greiðir Gudmund Jacobsen, brandmeistari, frá.
Hugskotið til júst henda bilin kom, tí í Klaksvík er ein slíkur bilur. Men hann er nakað minni enn tann, sum nú er í Vági. T.d. eru hestakreftirnar í Klaksvík 340 mótvegis teimum 420 í nýggja bilinum.
Tað eru kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, Hov, Porkeri, Vágur og Sumba, sum í felag hava keypt nýggja bilin.
- Nú kommunurnar eiga bilin saman, skulu øll 4 sløkkiliðini venja meira saman, so tað ikki bert eru sløkkiliðsmenn í Vági, sum duga at koyra og handfara bilin, sigur Gudmund Jacobsen.
Nýggi bilurin hevur alskyns útgerð, millum annað stóra dynamo, ið gevur 5 kilowatt og stikkontaktir eru kring bilin, har streymur fæst til ymisk neyðug tól.
Kommunurnar í norðaru helvt av oynni hava somuleiðis keypt nýggjan brandbil.
Ellisakfar
Gamli brandbilurin í Vági er ein Mercedes frá 1976 og kann tískil bólkast sum ellisakfar. Hóast hann hevur roynst væl sum heild, so er tað ein veruleiki, at hann hevur verið ov lítil og hevur kraftað ov lítið, so ferðin hevur ikki verið tann stóra, tá á hevur staðið. Gamli bilurin hevur 70 Hk motor og rúmar 800 litrar av vatni, so nýggi brandbilurin er sera stórt framstig.
Hóast tað sjálvandi er so, at ynskiligt ikki er, at nýtsla er fyri bilinum, so er við hesum bøtt munandi um umstøður og møguleikar hjá sløkkiliðunum í økinum, tá á stendur.Bæði stásiligi nýggi brandbilurin og gamli brandbilurin verða sýndir fram á jóansøku.