Stóra Pakkhús í Vági er snotiligur karmur um alskyns tiltøk, eftir at húsið var sett í stand fyri nøkrum árum síðani. Har eru bæði konsertir, fundir, framsýningar og hugnaløtur og jóansøkan er einki undantak í so máta.
Sera forvitnislig er sjálvandi tónleikacaféin, ið á jóansøku seinast eydnaðist sera væl í hugnaligu hølunum. Í ár luttaka millum onnur Tróndur Enni og Guðrum Sólja Jacobsen.
Sjósavn er eisini í húsinum og ber eisini til at vitja innar at kunna seg um hesi viðurskiftii.
Annars eru húsini søga í sjálvum sær og eru eina vitjan verda, tí tey eru í upprunastandi og t.d. síggjast gomlu el-skipanirnar, sum óivað teljast millum tær elstu í Føroyum og stuttligt er eisini at síggja nøvnini á teimum, ið hava ritað navn sítt á pakkhúsveggin, hvørt tað so var í spølni ella í eini fríløtu.