støðan er nú, mangla vit longu serlæknar innan fleiri økir og ongin er á veg tey næstu fimm árini innan fleiri sergreinar. Harímillum innan røntgenøkið, kvinnusjúkur og narkosulæknar. Hetta eru kjarnutænastur [...] tekin upp á áhaldandi trýstið, ið fer at koma. Tað verður og er neyðugt at arbeiða smartari. Vit hava nokk ikki ráð at lata vera at veita ymiskar tænastur, tí fólk hava rætt til tað, men vit megna ikki [...] væntaða vøksturin við bert at gera meira av tí sama. Tí mugu vit hugsa smartari. Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi stjóri á Landssjúkrahúsinum, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin
ein fyrimunur, at vit venja í føroyska landslagnum, tí her eru so nógvar brekkur, og tað er júst tað vit skulu venja. Næstu tíðina fara vit at gera mógvar túrar norðureftir, har vit súkkla í intervallum [...] er 174 kilometrar, og súkklað verður niðan á fýra fjallatindar. Sostatt koma luttakararnir at súkkla í 30 hitastigum og heilt niður í fimm kuldastig. Longu nú er føroyska liðið farið undir at venja til [...] intervallum í Funningi og á Eiði, sigur Súsanna Skylv. Hon ivast ikki í, at teinurin á 174 kilometrar verður harður at súkkla. - Men tað er tað, sum mær dámar væl. Tá eg hoyrdi, hvussu hart La Marmotte er, visti
- Nú renna Eyðgunn Samuelsen og Javnaðarflokkurin undan sínum egnu uppskotum um lønarsteðg í tvey ár, sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi. Jákup Mikkelsen vísir á, at tá Eyðgunn Samuelsen [...] 300 fólk fara úr almennum starvi eitt ár, so seta vit 200 aftur í starv og soleiðis minka vit almenna sektorin við 100 fólkum um árið. Harafturat hava vit tikið undir við Javnaðarflokkinum, um at lønarkarmurin [...] lønarsteðg við lóg. - Allir føroyingar eru greiðir yvir, at búskaparstøðan er álvarsom, og at neyðugt verður at taka tungar avgerðir, men hetta er neyðugt, og vit sum hava ábyrgd mugu vísa ábyrgd, sigur
mentanarligir varðar. Nú vikuskiftið stundar til, fara vit so at flyta okkum úr Norðragøtu til Syðrugøtu við flestu tiltøkunum. Og her er sanniliga nakað fyri øll. Á sandinum í Syðrugøtu kunnu vit síggja eina [...] gomlum døgum, so vara hátíðardagarnir í Gøtu ikki bert tann eina dagin, men halda á í fleiri dagar. Seinastu dagarnar hava vit havt eina rúgvu av sera væleydnaðum mentanartiltøkum í bæði Norðragøtu og Gøtugjógv [...] tiltakið á sandinum við undirhaldi, skemti, røðum, sangi og tónleiki. Og G!Mini er ikki so lítið kortini. Fleiri enn 30 einstaklingar og bólkar, flestallir úr Føroyum, fara at luttaka. Her kunnu vit leggja
ið teir á Eiði taptu 2-1. Hagtølini móti ÍF eru góð. Í 1980 vann ÍF 3-0 í Gøtu. Síðani hevur GÍ vunnið hvørja ferð, tá ið grannarnir hava vitjað. Í 5. umfari vunnu teir 3-1. - Vit fokusera upp á eina uppgávu [...] týskvøldið, tá ið fuglfirðingar á heimavølli taptu 2-0 móti Skála. Tapið undirstrikaði, at tað er gerandisdagur aftur í Fuglafirði, eftir sigrarnar á Skála og B68. Nú hevur ÍF tapt í Runavík og móti Skála [...] ÍF týskvøldið undirstrikaði, at vit skulu ikki undirmeta teir, staðfestir GÍ veteranurin Magni Jarnskor. - Eg var nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki ímóti Skála, men vit fáa ikki mál, og eftir steðgin fanga
Nú mugu vit ansa eftir, at øði ikki kemur í grindina. Spurningin, um hvussu vit skipa springaradráp og grindadráp, skulu vit loysa sjálvi. Tað skal ikki vera einhvør øsing uttanlands, sum setur dagsskránna [...] fyrimyndarliga. Í dag kemur tað neyvan fyri at eitt grindadráp miseydnast. Men eftir øllum at døma eru vit ikki eins dugnalig at drepa springarar. Kanska er tilburðurin í Hvalvík “settur upp”. Tað skuldi [...] í Hvalvík eiga grindaformenninir á staðnum saman við sýslumanninum at standa til svars fyri – og at eftirmeta. Men hesin tilburður gevur okkum høvi til at seta fokus á springaradráp í Føroyum. Og at fremja
Av tí at vit eru noydd at fara yvir um ánna eftir vatni, altso fyrst um Skopunarfjørð til Havnar, og so við Smyrli suðurum, kostar ein bilett av Sandi til Sumbiar 190 kr. Vit vóru 35 fólk, so vit betaltu [...] sovorðnan hjartaligan blíðskap, sum bara ikki kann skrivast á pappírið. Vit høvdu sera góða tíð at fyrireika okkum, so einar tólv dagar áðrenn vit fóru bleiv ringt til Strandferðsluna og spurt, um túrurin [...] Sólvit Simonsen ??????????????? So vóru vit aftur ein dansitúr í Sumba. Síðan 1973 hava vit verið dansitúrar í Sumba og tað er tað heilt sjáldsama, at man kann siga um túrarnar, at hvør hevur verið betri
til endan. Gera vit ikki tað nú, fáa vit ongan møguleika aftur. Samgongan ætlar, at kvoturnar, sum eru farnar á uppboðssølu og til menningarkvotur skulu seljast einaferð með alla og latast sum varandi loyvir [...] hóast teirra fiskirættindi eru sera avmarkað. Tillukku við tí og góða eydnu! Jú, sjálvandi megna vit, um vit vilja. Støðan minnir meg ikki sørt um støðuna í 1972, tá stórt trýst lá á føroyingum at fara inn [...] tann, at vit ikki vildu lata útlendingar fara avstað við fiskiríkidøminum. Og tá var fiskimarkið einans 12 fj. , -eitt frímerki afturímóti tí øki, vit í dag eiga. Eg hevï vónað og væntað, at vit vóru líka
og Húkin. Vit provokera og arga, aftur og fram, og í Klaksvík eru vit sum so nøgd við, at KÍ endar sum nummar tvey. Bara teir eru frammanfyri HB. Lítlibeiggin, sum vil gera alt fyri at vinna á stórabeiggja [...] líð Best trívast vit allir Føroya synir Og Føroya døtur um alla tíð Hvar helst vit semjast sum vinir ” Hesin savnandi og semjandi moralurin úr yrkingini “O, móðurlandið!” eftir Olivar á Ryggi tóktist so [...] fær okkum at líkjast, tí hon rúmar øllum. Tað, sum skilur okkum og tað, sum vit hava til felags. Best trívast vit, hvar helst vit semjast sum vinir. Her at enda vil eg hjartaliga takka øllum tykkum, ið taka
málinum hevur Levi Nybo annars verið H71 ein góður maður nú í eini fýra ár, men hesa ferð var hann ikki heilt á toppinum, og tí var Jens á Skipagøtu, sum nú aftur er heima, settur í málið. Við T-shirt og jog [...] byrjan upp á dystin, so kom Kyndil veruliga ígongd eftir einum 10 minuttum. Verjan kom upp at koyra hampuliga væl, og so kundu teir revsa hoyvíkingar við kvikum mótálopum. Og var H71-verjan komin upp á pláss [...] fýra ferðir á rað eitt skifti. Á gamlar gøtur Seinastu løtuna undan steðginum vóru tó glottar at hóma hjá H71. Í verjupartinum fingu teir spælið upp at koyra, soleiðis sum áskoðararnir eru vanir við. Serliga