Nú koma Víkingadagarnir og G!Mini

Ein heilsan frá borgmeistaranum

Hans Mouritz Foldbo

Sum so mangan í gomlum døgum, so vara hátíðardagarnir í Gøtu ikki bert tann eina dagin, men halda á í fleiri dagar.

 

Seinastu dagarnar hava vit havt eina rúgvu av sera væleydnaðum mentanartiltøkum í bæði Norðragøtu og Gøtugjógv. Ov drúgvt verður at nevna alt, ið farið er fram seinastu dagarnar, men eg má nevna standmyndina av Tróndi í Gøtu og so tónleikaverkið um sama høvding, sum eg meti fara at skriva seg inn í søgu Føroya sum mentanarligir varðar.

 

Nú vikuskiftið stundar til, fara vit so at flyta okkum úr Norðragøtu til Syðrugøtu við flestu tiltøkunum. Og her er sanniliga nakað fyri øll.

 

Á sandinum í Syðrugøtu kunnu vit síggja eina víkingabygd og víkingar úr okkara grannalondum í norðuratlandshøvum vísa síni kynstur, bæði innan vápnaleik, handverk og annað. Her verður ørgrynna av spennandi tiltøkum bæði fyri børn og vaksin, og endar tiltakið á sandinum við undirhaldi, skemti, røðum, sangi og tónleiki.

 

Og G!Mini er ikki so lítið kortini. Fleiri enn 30 einstaklingar og bólkar, flestallir úr Føroyum, fara at luttaka. Her kunnu vit leggja oyra til bæði okkara kendu tónleikarar og eisini eru fleiri nýggj og forvitnislig nøvn á skránni.

 

Vælkomin til Gøtu, øll somul, tí

- her er gott at vera