List úr Norðoyggjum í Havn

Í gjár lat í Listaskálanum upp forkunnug listaframsýning við list úr Norðoyggjum. Tað var forkvinnan í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, Signhild V. Johannesen, sum setti framsýningina.
 
Væl av fólki – flest við rótum úr Klaksvík –  var komið saman at síggja hesa serligu framsýning. Til høvið spældi eisini Hans Andrias Jacobsen nøkur av egnu løgum sínum saman við hansara frálíka gittarspæli.
 
List úr Norðoyggjum er sett saman av verkum frá Norðoya Listafelagi, Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu, sum hava lænt listaverkini til hesa serstøku framsýning, sum verður opin fram til 21. januar 2018.
 
Talan er um eina røð av góðum listaverkum frá listafólkum, sum hava tilknýti til Norðoyggjar. Fleiri av hesum verkum hava ikki verið sýnd fram í longri tíð.
 
Listafólkini á framsýningini eru Amariel Norðoy, Edward Fuglø, Frida Zachariassen, Hanni Bjartalíð, Hans Hansen, Hans Jákup Glerfoss, Marianna Bjørgheim og Olivur við Neyst.
 
– Hetta er ein væl samansett, fjálg og góð framsýning, sum frálíku hølini geva serligt lív.

---

Røðan, sum Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevndnini hjá Klaksvíkar kommunu, helt, tá framsýningin varð sett í gjár:

Í Føroya dølum, í Føroya líð

Best trívast vit allir Føroya synir

Og Føroya døtur um alla tíð

Hvar helst vit semjast sum vinir

 

Hesin savnandi og semjandi moralurin úr yrkingini “O, móðurlandið!” eftir Olivar á Ryggi tóktist so hóskandi til høvið, nú listaframsýningin úr Norðoyggjum letur upp í høvuðstaðnum.

 

Sum forkvinna í Mentanarnevndini í Klaksvíkar Býráð havi eg javnan heiðurin av at halda røður til høvi sum hetta.

 

Tað er altíð stuttligt og spennandi, tí mær dámar so væl at lesa uppá og sneyta eitt sindur um listafólkini, sum sýna fram.

 

Oftast hevur tað verið um listafólk úr restini av landinum, sum hava sýnt fram í Klaksvík, men hesaferð er eitt sindur øðrvísi. Nú snýr tað seg brádliga um blómur úr egnum urtagarði, kann ein siga.

 

Í gerandisdegnum finna vit stórt fragd í at fokusera uppá mótsetningar millum júst Klaksvík og Havn - Millum café latté og Húkin.

 

Vit provokera og arga, aftur og fram, og í Klaksvík eru vit sum so nøgd við, at KÍ endar sum nummar tvey. Bara teir eru frammanfyri HB.

Lítlibeiggin, sum vil gera alt fyri at vinna á stórabeiggja, kann man sikkurt siga.

 

Nakað av tí besta við list haldi eg nettupp er, at hon argar og provokerar. Hon bjóðar okkum av.

 

Sjálv lærdi eg mína tilgongd til list sum barn, tá eg í barnaútvarpinum hoyrdi Elin og Óla fara inn í eina mynd.

Tey lærdu meg at síggja listina sum ein ókendan ævintýraheim.

Hesin heimurin kann vera ræðandi og fyltur við sorg og mannalagnum, sum kunnu gera okkum bangin og røra við nakað djúpt innaní okkum, sum fær okkum at missa tamarhaldið.

 

Men hann kann samstundis eisini bjóða okkum eitt frælsi til at síggja, kenna og droyma tað, ið vit hava hug til. Í ævintýraheiminum kunnu vit síggja gleðina saman við sorgini. Tað trygga saman við tí ræðandi. Tað góða saman við tí ringa.

 

Fjølbroytnið millum listafólkini í hesi framsýning og verkum teirra staðfestir, at listin ikki ræðist kontrastina – hon dyrkar hana.

 

Og júst tí megnar hon at savna okkum. Hon fær okkum at líkjast, tí hon rúmar øllum. Tað, sum skilur okkum og tað, sum vit hava til felags. Best trívast vit, hvar helst vit semjast sum vinir.

 

Her at enda vil eg hjartaliga takka øllum tykkum, ið taka stig til framsýningar og løtur sum hesa. Eisini stóra takk fyri heiðurin, mær er sýndur við at verða her í dag.

 

Og góðu listafólk – øll sum ein – óendalig tøkk til tykkum fyri tann ævintýrheimin, sum tit skapa við tykkara hugflogi og evnum.

 

Hervið er listaframsýningin úr Norðoyggjum í Listaskálanum upplatin.

 

Takk fyri.