Eitt av Føroya fremstu ítróttarfólkum, Súsanna Skylv, skal í summar luttaka í kendu La Marmotte súkklukappingini í Fraklandi. Saman við fýra øðrum føroyingum mannar hon føroyska liðið, sum skal súkkla tann 174 kilometra langa teinin tann 5. juli.
La Marmotte var fyrstu ferð í 1982 og útvið 7000 súkklarar úr øllum heiminum luttaka.
Teinurin, sum skal súkklast í fronsku alpunum, er 174 kilometrar, og súkklað verður niðan á fýra fjallatindar. Sostatt koma luttakararnir at súkkla í 30 hitastigum og heilt niður í fimm kuldastig.
Longu nú er føroyska liðið farið undir at venja til kappingina.
- Eg haldi tað er ein fyrimunur, at vit venja í føroyska landslagnum, tí her eru so nógvar brekkur, og tað er júst tað vit skulu venja. Næstu tíðina fara vit at gera mógvar túrar norðureftir, har vit súkkla í intervallum í Funningi og á Eiði, sigur Súsanna Skylv.
Hon ivast ikki í, at teinurin á 174 kilometrar verður harður at súkkla.
- Men tað er tað, sum mær dámar væl. Tá eg hoyrdi, hvussu hart La Marmotte er, visti eg alt fyri eitt, at tað var nakað, eg var noydd at royna, sigur Súsanna Skylv.
Hoyr alla samrøðuna við Súsonnu Skylv við at trýsta á pílin undir myndini.