eigararnir av Bakkafrost, millum teir Regin Jacobsen sjálvur, hava fingið risastór vinningsbýti útgoldin seinastu árini, men Regin Jacobsen vísti á, at tað ikki einans vóru eigararnir, ið nutu væl av góðu gongdini [...] til 340 milliónir krónur fyri árið 2014. Hetta svarar til dømis til góð 60% av játtanini til Landssjúkrahúsið – og eini 55% av blokk-stuðlunum, segði stjórin á Bakkafrost. - Vit virka á altjóða marknaðinum [...] Jacobsen høvið at minna politisku skipanina á, hvussu nógv felagið rindar í landskassan undir verandi skipan. Hann ávarar tí eisini ímóti at gera ov stórar broytingar í vinnuni. Nýggja samgongan hevur sagt
hesum síðum lýsa vit málið um dystarbannið, sum venjarin hjá Víkingi fekk handað fríggjadagin. Úrslitið av viðgerðini varð, at talan gjørdist um tann eina dystin, sum venjarin fekk uttanfyri gyrðingina, og [...] fleiri økjum tykist heldur lunkað og huldukend. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at var brotið framt av spælara, so kundi tann eini dagurin bert komið upp á tal, um spælarin var provokeraður, áðrenn fingurin [...] málsviðgerð og avgerðir eru fyribrigdi, ið eru trupul at fáa eyga á. Tá FSF samstundis hevur eina skipan, har allar avgerðir hjá Aga- og yvirkærunevnd verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá FSF, so
samarbeiði. Teir formligu karmarnir um hetta samarbeiði eru settir við skipan av formansskapi og nevndum og eini ávísari umskipan av nevndarbygnaðinum, sum hevur við sær, at tær føstu nevndirnar verða heldur [...] lagdar saman við gomlu teknisku nevnd, ið serliga tók sær av vegum, ferðslu, kloakkum, vatni, bussleið og slíkum. Nú skal hon eisini taka sær av heilsu- og umhvørvismálunum, sum hava troðkað meir og meir [...] at leggja til rættis nevndararbeiðið, so tað verður yvirkomiligt, nú nevndirnar hvør sær skula varða av víðari øki, enn tær hava havt frammanundan. Ætlanin við umskipanini er at fáa smidligari málsgongdir
rakstri. Tað má sigast at vera eitt bragd av Teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu við stuttum skotbrái saman við donsku fyritøkuni Multi Dome at hava fingið hesa skipan framda í verki. Tí verður so mikið meira
fólk kann gera slíkt, tí tað kundu staðist ræðuligar fylgjur av eini slíkari ógerð. Fór bussurin út av vegnum, so kundi stórskaðið staðist av. Men ferðamaðurin var heppin. Løgreglan í Havn, sum fekk boðini [...] ferðafólk. Men um vikuskiftið hendi júst tað. Ein bussur frá Bygdaleiðum var ávegis til Havnar og millum ferðafólkini var ein maður, sum hevði tikið í so rívan til av tí váta slagnum. Hvat er sagt og ikki, ber [...] ber sjálvandi ikki til hjá løgregluni at siga, men tað heila spældi soleiðis av, at maðurin fór fram til bussføraran, legði armin um hálsin á honum og spenti í. Bussførarin fekk tó steðga bussinum og tilburðurin
var komin væl og virðiliga undir land. Um tað var orsakað av, at leikararnir nú tóku sær av løttum, skal ikki sigast, men seinastu 10 minuttirnar av dystinum, eydnaðist tað mótstøðuliðnum at skjóta tvey mál [...] broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan. Ikki [...] vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði
í Havn. Eitt av stóru málunum í høvuðsstaði okkara eru teir høgu sethúsaprísirnir. Nú ætlar Heðin at kanna, um tað ikki ber til at fáa hesar prísir niður. Hann hevur hugt eftir eini skipan í íslendska [...] - Tað er vert at kanna, um vit kunnu fáa eina skipan, har kommunan eigur grundøkið, men leigar tey til fólk í longri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í Reykjavík, og tí kundu vit gjørt okkurt líknandi her [...] skulu gerast bæði tiltalandi og lokkandi, samstundis sum íslendski húsalánsgrunnurin lænir 80 prosent av upphæddini til vanlig sethús, eisini til útlendingar. Heðin Mortensen hevur sent miðlunum eitt lesarabræv
til, at tað er ein stórur og vaksandi partur av Føroya fólki, sum orsakað av infrakervinum til løðing av el-bilum hava skerdan møguleika at vera partur av orkuskiftinum. Ein fyrispurningur er settur Ingilín [...] har orkuvinarligir bilar eru eitt av raðfestu málunum, og tí eigur landið at brúka orku uppá at tryggja, at tað ikki bara er ein partur av fólkinum, sum kann vera partur av grøna orkuskiftinum, Tað ber sjálvandi [...] sum, at onkur má taka ábyrgdina av at fáa hetta framt, og tá landið hevur samtykt veðurlagspolitikkin, er spurningurin, um landið ikki eisini má taka ein part av ábyrgdini av at fremja hann og tryggja, at
ella sum ein bygningspartur av røktarheimi. Flestu av íbúðunum á Óðinshædd eru eisini væl egnaðar til eldri fólk, tað gleðist eg eisini um. Í sambandi við fyrireiking og bygging av leiguíbúðum hevur stór orka [...] at skapa eitt hugnaligt íbúðarumhvørvi. Eg gleðist serliga nógv um hesa bygging, tí hetta er úrslit av drúgvum arbeiði, har eg sum forkvinna í sosialu nevnd í undanfarna býráð strongdi á at fáa fleiri [...] Bústaðir sleppur eina tíð enn undan mvg, men tá hetta heldur ikki fær leiguprísirnar niður, so kundi ein skipan við íbúðarstuðli kanska verið ein loysn. Tí vil eg eisini heita á samgonguna í løgtinginum um at
at talan er um skipan, sum hevur 5 vakmyndatól, skal taka upp ítróttarvenjingar á fótbóltsvøllum, í ítróttarhallum o.l. Dátueftirlitið svaraði fyritøkuni, at eftirlitið aftaná viðgerð av málinum kom til [...] tann munn leikarar kunnu eyðmerkjast á upptøkunum, er talan um elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum, sum er fevnd av persónsupplýsingarlógini. Tískil verður tað neyðugt hjá feløgunum at biðja um samtykki [...] gjørdar upptøkur á økinum. Fyritøkan varð kunnað um, at sum veitarar av tænastuni áliggur tað teimum í ein ávísan mun at tryggja, at nýtslan av tænastuni er í samsvari við persónsupplýsingarlógina, skrivar