Leikarar skulu góðkenna stroyming

Dátueftirlitið sigur, at leikarar yvir 18 skulu spyrjast eftir um stroyming, meðan foreldur at leikarum undir 18 somuleiðis skulu siga sína hugsan.

Ein fyritøka, sum hevði ætlanir um at seta upp eina skipan í sambandi við ítróttarvenjingar, vendi sær til Dátueftirlitið í 2017. Fyritøkan spurdi um møguleikan at stroyma beinleiðis frá einum dysti/kapping. Tað skrivar Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2017. 

 

Dátueftirlitið skrivar, at talan er um skipan, sum hevur 5 vakmyndatól, skal taka upp ítróttarvenjingar á fótbóltsvøllum, í ítróttarhallum o.l. Dátueftirlitið svaraði fyritøkuni, at eftirlitið aftaná viðgerð av málinum kom til ta niðurstøðu, at upptøkurnar, sum skipanin kundi hugsast at fevna um, ikki eru at meta sum vakmyndaeftirlit, tí endamálið við hesum upptøkum er ikki at hava eftirlit við øki ella ogn dátuábyrgdarans, ella við persónum.

 

- Hetta merkir m.a., at feløgini ikki skulu senda Dátueftirlitinum fráboðan um vak- myndaeftirlit. Tað merkir tó ikki, at skipanin als ikki hevur avbjóðingar í mun til persóns- upplýsingarlógina. Í tann munn leikarar kunnu eyðmerkjast á upptøkunum, er talan um elektroniska viðgerð av persónsupplýsingum, sum er fevnd av persónsupplýsingarlógini. Tískil verður tað neyðugt hjá feløgunum at biðja um samtykki frá leikarum og øðrum, ið luttaka aktivt á upptøkunum. Fevna upptøkurnar um persónar, yngri enn 18 ár, skulu foreldur/ verjar at hesum hava givið samtykki vegna persónarnar. Somuleiðis eigur atgongdin til upptøkurnar av venjingum at vera avmarkað til ávísar persónar í hvørjum felagi, t.d. venjaratoymið, skrivar Dátueftirlitið. 

 

 

Víðari verður sagt, at tá dystir úr bestu fótbóltsdeildini verða tiknir upp og/ella sendir beinleiðis, verða áskoðarar harafturat fevndir av upptøkunum. Neyðugt verður tó ikki at biðja um samtykki frá hvørjum einstøkum áskoðara, tí talan verður um støðumyndir, heldur enn andlitsmyndir, hóast tað til tíðir óivað verður gjørligt at eyðmerkja áskoðarar.

- Dátueftirlitið setti fram krav um, at tey feløg, ið hava ætlanir um at brúka skipanina, frammanundan veita limum felagsins kunning um, at skipanin verður tikin í nýtslu. Hetta kann t.d. gerast á aðalfundi, ella umvegis heimasíðu felagsins. Dátueftirlitið kravdi eisini, at tað verða sett upp sjónlig skeltir á ítróttarøkinum til tess at kunna fólk um, at tað verða gjørdar upptøkur á økinum. Fyritøkan varð kunnað um, at sum veitarar av tænastuni áliggur tað teimum í ein ávísan mun at tryggja, at nýtslan av tænastuni er í samsvari við persónsupplýsingarlógina, skrivar Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini.