teirra elbilar. Tað vil siga, at tað eru seldir 138 fleiri elbilar enn beins- og dieselbilar. Tað verður tó ein løta, áðrenn elbilarnar á føroysku vegunum verða fleiri enn brennievnisbilarnir. 1. august vóru [...] 120 elbilar av teimum 27.978 persónbilunum, sum eru í Føroyum. Tað merkir, at elbilarnir eru 7,6 prosent av øllum persónbilum í Føroyum. Tað er ein framgongd upp á 1,7 prosentstig í mun til á nýggjárinum [...] Tað vísa hagtølini frá Akstovuni fyri fyrstu átta mánaðirnar í árinum. Higartil í ár hevur bilasølan verið munandi lakari enn í fjør. Men av teimum 818 persónbilunum, sum eru seldir í ár, eru 478 teirra
prosent ja og 62,2 prosent nei, og suðurvaldøminum var býtið 27,1 ja og 72,9 prosent nei. Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, segði við íslendska sjónvarpið í gjárkvøldið, at tað verða ikki fleiri [...] hvussu landið skal rinda bretum og niðurlendingum Icesave-skuldina. Á fólkaatkvøðuni í gjár atkvøddu 58 prosent fyri semjuni, og 42 prosent atkvøddu ímóti. Tølini vísa, at í øllum teimum seks valdømunum [...] munurin millum ja og nei var í teimum báðum valdømunum í Reykjavík. Í tí norðara valdøminum í høvuðsstaðnum atkvøddu 46,7 prosent ja og 53,3 prosent nei. Í tí syðra valdøminum var býtið 45,7 og 54,3 prosent
tí stjørnu- og legendustatus Romario hevur, so kann væntast, at fyrsti dysturin, har Romario og Romarinho manna álopið hjá America de Rio de Janeiro fer at fáa stóran dekning í tí stóra og fótbóltsøra [...] Janeiro, og sonurin, 30 ára gamli, Romarinho er áleypari hjá America de Rio de Janeiro. Romario gleðir seg til at kunna manna álopið hjá America de Rio de Janeiro saman við soninum. Men tað, at sonurin [...] sjeyndu deild í Brasil sigur somikið, at hann hevur ikki evnini hjá legendariska pápanum. Við brasilskar miðlar undirstrikar 58 ára gamli, Romario, at hann ætlar ikki at spæla við í hvørjum dysti, men í nøkrum
nýskapan og samfelagsliga menning. Føroya Skipara-og Navigatørfelag veit at siga, at landafrøðiliga er einki øki í Føroyum undantikið í uppskotinum. Økini, har persónar og feløg kunnu søkja um at fáa me [...] tum í 2018. Tað stendur í kunngerð, sum er lýst um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti. Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum hevur hugt eftir kunngerðini, vísir á, at talan er um umleið [...] makreli og 7.500 tons av norðhavssild. Tað merkir, at 8.5% av samlaðu nøgdini av hvørjum fiskaslagi skulu lutast út sum menningarkvotur. Endamálið við menningarkvotum er sambært Fiskimálaráðnum at fremja
Toftum til Havnar at arbeiða, gjørdi vart við, at bara eftir einum kvøldi var tað eydnast at savna 588 undirskriftir. Og hesar skuldi Vinnumálaráðharrin fáa. Hon duldi ikki fyri, at hetta kom óvart á tey [...] tey, ið nýta rutuna hvønn dag, at farleiðin nú fer í søguna. Og tað ger heldur ikki støðuna lættari, at skotbráið er so stutt ? bert ein vika. ? Okkara arbeiðsdagur gerst tveir tímar longri, um vit skulu [...] á, at eysturoyingar ikki kravdu tað stóra. Tey hava latið sær lyndað at sigla við eitt nú Pride. Tey hava funnið seg í einum lágum tænastustøði eisini. ? Vit krevja ikki Dúgvuna. Men vit ynskja, at henda
Manna-spælið kann verða brúkt bæði við og uttan spælibrettið, sum eitt vanligt borðspæl. Tað er eisini vælegnað sum eitt spæl millum fleiri bólkar á størri samkomum ella fundum, og tað kann eisini væl nýtast [...] skipaðir í trý torleikastig, soleiðis at bæði børn og vaksin kunnu spæla Manna samstundis. Spurningarnir eru skipaðir soleiðis at teir standa á aðrari síðuni á kortinum, og svarini á hinari við tilvísing hvagani [...] spælið skipað soleiðis, at øll familjan kann spæla við. Á spælibrettinum er ein gøta, sum gangast skal eftir. Her finnast bæði snávingarsteinar og gimsteinar - og spurningarnir sjálvandi. Teir eru skipaðir
eina blóðtransfusjón, og tveir katólskir prestar vórðu í skundi boðsendir. Tá prestarnir komu út aftur, søgdu teir, at teir høvdu givið forsetanum tað síðsta sakramentið, og at hann var deyður. Kona [...] kom samstundis til hospitalið og fór inn á skurðstovuna, har Kennedy lá. Stutt aftaná kom hon útaftur og segði, at tað ikki var, sum tíðindini vildu vera við, nakað í tí, at varaforsetin Lyndon Johnson eisini [...] leingi ætlað sær at fara til Texas, tí politikkur hansara um javnrætt millum svørt og hvít hevði ikki vunnið fyri sær har. Tað var við hesum í huga, at hann hevði lagt leiðina hagar, fyri at vinna sær betri
krónur inn. Kappróðrarfelagið hugsar um at endurnýggja allan róðrarflotan, men fyrst verður talan um tveir nýggjar bátar. Tað verða Spógvin og Heiðabáturin, sum verða skiftir út fyrst. Aftaná stuðulsrógvingina [...] borðreitt við suppu til róðrarfólkið, og dysturin millum Ísland og Føroyar varð vístur á stórskíggja, so øll fingu eina hugnaliga løtu saman. Kappróðrarfelagið NSÍ ynskir at takka øllum hjartaliga fyri stuðulin [...] num. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði sína fyrstu stuðulsrógving, og inn kom heilt fitt av peningi. Fimm bátar róðu tilsamans 26 kilometrar, og fingu av hesum 26 kilometrunum 59.000 krónur inn. Harav fekk
slóðbrótandi. Tað er hugtakandi, at eitt so fjarskotið samfelag gongur á odda og leggur støði tvørtur um landamørk, tá talan er um sambindandi fjarskifti (connectivity). Vit eru sera errin av álitinum, at vit sum [...] sum tøkniligur og strategiskur samstarvsfelagi hava verið við til at gera hetta møguligt. Vit gleða okkum til at síggja nýggj virði verða skapt fyri føroyska fólkið, nú latið er upp fyri nýggjum tøkniligum [...] fjarskotið land, og tí er tað av alstórum týdningi, at veitingartrygdin er í hásæti, tá týðandi samskiftistøkni verður bygd. Veitingartrygdin hevur tískil verið í miðdeplinum í arbeiðinum at byggja nýggja
ikki. - Tað er torført at siga nakað ítøkiligt um tað. Danmark hevur jú frávalt Huawei, men í tí sambandi hava tað ikki verið serliga nógvar viðmerkingar um orsøkina. Tað er eingin ivi um, at Danmark hevur [...] amerikanarar siga, er, at Huawei er ein kinesisk fyritøka við kinesiskum hardware og software. Og tað kann blíva brúkt til at njósnast við. Kinesarar eru vanliga kendir fyri at vera ótrúliga aktivir innan [...] Umboð fyri bretsku fregnartænastuna hava sagt, at tað meina tey væl, at mann kann handfara tað. Og danska fregnartænastan segði í sambandi við 4G eisini, at mann væl kundi handfara møguliga vandan, sigur