58.000 tons av uppsjóvarfiski skulu lutast út í menningarkvotum í 2018. Tað stendur í kunngerð, sum er lýst um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum hevur hugt eftir kunngerðini, vísir á, at talan er um umleið 41.000 tons av svartkjafti, 8.700 tons av makreli og 7.500 tons av norðhavssild. Tað merkir, at 8.5% av samlaðu nøgdini av hvørjum fiskaslagi skulu lutast út sum menningarkvotur.
Endamálið við menningarkvotum er sambært Fiskimálaráðnum at fremja vinnuligar menningarætlanir kring landið og fyri fáa lut í eini menningarkvotu, skal eitt øki lúka minst eina av trimum treytum, sum eru, at 1) atgongdin til sjófeingi er avmarkað, at 2) arbeiðsloysi er lutfalsliga stórt ella at 3) fólkatalið er støðugt minkandi.
- Kemur ein umsókn, ið vil fremja eina verkætlan í einum øki, sum lýkur eina av hesum treytum, skal støða takast til, í hvønn mun verkætlanin stuðlar upp undir eitt nú virisøking, arbeiðsmøguleikar, nýskapan og samfelagsliga menning.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag veit at siga, at landafrøðiliga er einki øki í Føroyum undantikið í uppskotinum. Økini, har persónar og feløg kunnu søkja um at fáa menningarkvotu, eru tey sjey høvuðsøkini í landinum, Suðuroy, Sandoy, Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy og Norðoyggjar.
Trý fólk verða í metingarnevndini, og tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum tilnevnir hesi, men fólkini, sum skulu manna nevndina, eru ikki tilnevnd enn.