58 ára gamli málrevurin Romario ger "Comeback"

Talan er tó um eina lægri fótbóltsdeild í Brasil

Gamli málrevurin hjá Barcelona, PSV Eindhoven og Valencia, 58 ára gamli Romario ætlar at gera "Comeback" á fótbóltsvøllinum.

 

Talan er tó um sjeyndu bestu fótbóltsdeildina í Brasil.

 

Romario er forseti í fótbóltsfelagnum, America de Rio de Janeiro, og sonurin, 30 ára gamli, Romarinho er áleypari hjá America de Rio de Janeiro.

 

Romario gleðir seg til at kunna manna álopið hjá America de Rio de Janeiro saman við soninum. Men tað, at sonurin spælir í sjeyndu deild í Brasil sigur somikið, at hann hevur ikki evnini hjá legendariska pápanum.

 

Við brasilskar miðlar undirstrikar 58 ára gamli, Romario, at hann ætlar ikki at spæla við í hvørjum dysti, men í nøkrum dystum. Hann fyllir hóast alt 59 ár næstu ferð.

 

Við tí stjørnu- og legendustatus Romario hevur, so kann væntast, at fyrsti dysturin, har Romario og Romarinho manna álopið hjá America de Rio de Janeiro fer at fáa stóran dekning í tí stóra og fótbóltsøra landinum.