plagar at siga, at hann fór úr skúlanum tann dagin, tá ið hann fylti fjúrtan ár. Hetta var í 1960 og um tað mundið, tá ið NATO kom í Mjørkadal. 1. mai hetta árið og fram á heystið var Haldur við til at arbeiða [...] 1973 flutti familjan til Toftir at búgva. Har hevur Haldur bygt nógv sethús, og so hevur pf. Haldur Vang verið við til at byggja fleiri stórar bygningar. Teir vóru við til at byggja Heilsumiðstøðina í Runavík [...] búðu í barakkum og í vikuskiftunum fóru til hús. Karl, pápi Haldur legðist um hetta mundi uppi og fór at arbeiða í Mjørkadali. Hann hevði annars verið sjómaður og hevði siglt eitt nú við Mjóvanesi, Atlantsfarinum
Sambært The Guardian siga teir, at James Murdoch "mistók seg", tá hann segði Parlamentinum, at hann einki visti um teldubrævið. Kanningarnevndin hjá Parlamentinum hevur longu boðað frá, at hon vil hava orð [...] har tað sæst at fleiri blaðfólk hjá News of the World brúktu ólógliga telefonlurting, men James Murdoch helt uppá, at hann hevði ongantíð sæð hetta teldubrævið. Men tað er ikki rætt, siga Colin Myler og [...] svaraðu spurningum frá politikarunum. Undir hoyringini vildu politikararnir hava at vita, um James Murdoch hevði verið vitandi um, at News of the World brúkti ólógliga telefonlurting. Í 2008 rindaði hann stjóranum
tað er hann framvegis. So at siga alla sína tíð hevur hann verið organistur í Emmaus, har hann í skiftum eisini hevur stjórnað kóri. Átjan ára gamalur fór hann í 1943 undir at savna løg, og í 1951 gav [...] lítið um hjartalag og trúfesti, at mamma Hjørleif, Turid, búði alla sína tíð undir somu lon sum elsti sonurin, og at foreldrini hjá Tórgerð fluttu til dóttrina og versonin at búgva, tá ið tey vóru vorðin [...] og Jóan Magnus Høgnesen. Hon var úr Tunghúsinum í Vági, og hann var úr Leirvík. Teimum var ikki unt at liva leingi saman í hjúnarlagi. Hjørleif var fimm ára gamalur og elstur av fýra brøðrum, tá ið pápin
virksemi, sum vit altíð hava verið. Hann vísir á, at sum elstur av teirra børnum lá tað í kortunum, at Óli Kristian fór at festa garðin. Tað er ein veruleiki, at nógvir seyðabøndur í Føroyum hava garðin sum [...] alt hongt upp at ræsa ella turka, og á Torkilsheygsgarði verður einki etið feskt. Sjálvur heldur Leivur á Torkilsheyggi, at føroyska seyðakjøtið er so mikið gott, at tað næstan er synd at eta tað feskt [...] neytunum. Leivur á Torkilsheyggi minnist eisini, at tað var so nógv meira arbeiði av at hava neyt og seyð – enn bara at hava seyð, soleiðis sum garðurin hevur verið rikin, síðan neytini fóru. Eisini í ferðavinnuni
víst á, at Hoyvíkin átti at verið eitt framtíðar fríøki. Tað er einki at taka seg aftur í, at væl hevur verið hugsað og fyriskipað, við ikki at lata byggja út her, og at avgerð landsstýrisins um at lata tey [...] tykir, at tað ofta verður arbeitt í panikki. Størri dentur verður lagdur í at náa ávísum málið, heldur enn at greiða gøtuna, so vit koma heilskapað fram at málinum.rskeiðinum í 1920-árunum. At endurskapa [...] liggjandi her í friði, er ikki ringt at fáa eyga á. Her er lætt at koma til hjá fólki, ja, hann liggur so at siga mitt í býnum. Serliga merkist hetta, tá tað fer at vára - ikki einans á djóra- og plantulívinum
Hartil var hann manga stevnuna at hoyra í útvarpinum við sínum viðkomandi viðmerkingum um róður, manningar og kappróður í síni heild, og eisini visti hann frá mongum at siga um kappróðrarsøguna upp gjøgnum [...] vit ásanna, at saknurin verður stórur, nú Hannis ikki er millum okkum meira Tá ið Róðrarsambandið varð sett á stovn í 1980, var Hannis ein av undangongumonnunum og kom í nevndina, har hann sat í samfull [...] læru og starvaðust saman á maskinverkstaðum hjá Wenzel Petersen. Hann var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við, og ikki minst var hann hollur í ráðum, tá ið tað snúði seg um dagsins gerning. Kappróður
skilst er tað sanniliga ikki bara sum at siga tað at greiða frá, hvat ein farsa snýr seg um. ? Tað ber illa til at greiða frá, tí ein farsa er soleiðis bygd upp, at ein næstan ikki kann greiða frá søgugongdini [...] so vánaligar. Egi heldur, at Klaksvík er ein býur, sum eigur at hýsa bæði biografi og sjónleiki, men hann heldur ikki, at tey hóska saman. Hann sigur, at um skipanin við, at filmarnir verða sýndir í Havnar [...] byrjaði felagið í Klaksvík at venja Karl 12. og Gríma hjálpti teimum at seta leikin upp. Eisini komu leikarar úr Grímu til Klaksvíkar at halda skeið, og tá so Gríma fór undir at spæla leikin Vit eiga ikki
hugsa mær at fari við, men nú fari eg í kirkju. Kjartan Kristiansen fer óivað at halda áfram við at ganga saman við fólki í mong ár afturat. Fólk eru farin at ganga nógv. Tað er eisini vorði gott at ganga [...] oman í kirkjuna, men at liva er eisini at ganga og mær er sagt at nú gera teir eisini gøtur fram við sjóvarmálanum úti við Strond. Tað er stuttligt at búgva í Havn og tað er gott at teir sum standa fyri [...] Eg eri í góðari tíð, so stundir eru at geva mær far um tað, sum er á míni leið. At liva er at sansa, hyggja, hoyra og merkja, eisini í tí smáa. Um tað so bert er at merkja lotið í andlitið ella hoyra kráið
nakrantíð aftur. At bara at hyggja at tær, meðan tú liggur har og einki veit, at tú langt síðani ert farin túr tínum likami. At kela títt hár og einki smíl síggja, men bara ein »sovandi« abba. At ganga aftan [...] gekk, og hoyri eina grátandi rødd siga, at tú akkurát var farin frá okkum. Í sama minutti at hava tosað við Julian, sum helt tú var á lívi, og so at hoyra mammu siga, at vit høvdu mist teg. Tilveran verður [...] ikki, at tað kann vera soleiðis. Allir tankarnir og myndirnar koyra runt í høvdinum. Frá at síggja teg liggja sovandi, og mann ynskti at kunna rist í teg, soleiðis at tú vaknaði, men at mann veit at hetta
eisini verið trupult fyri ikki at siga ómøguligt hjá okkum at hjálpa, hóast stórt arbeiði verður gjørt fyri at finna røttu fólkini umframt at ymsik tiltøk hava verið gjørd fyri at skaffa manning, sigur Ernst [...] byggivinnuna og el-vinnuna, at arbeiðsgevararnir eiga at brúka føroyska arbeiðsmegi framum útlendska. - Byggivinnan og el-vinnan eru góð dømi um, at til ber hjá arbeiðsgevarum at brúka fólk, sum ikki hava [...] við vinnuna, so kunnu kunnu vit so at siga skúla fólkini, tað vil siga geva teimum førleikar, ið arbeiðsgevarin sóknast, sigur Ernst Jacobsen. Sjálvur heldur hann, at samstarvið millum ALS og vinnuna sum