Klaksvík: Í Atlantis koyra venjingarnar við fullari ferð. Frumframførslan nærkast, og bæði leikarar, leikstjóri, pallsmiðir, ljós- og ljóðmenn vita, at nú ræður um at fáa alt liðugt. Frumframførslan er um eina knappa viku, og tá skal leikurin Tak tær eitt sindur av Amaliu standa sína roynd.
Egi Dam setur leikin upp, og tá hann verður biðin um at greiða frá, hvat hetta er fyri ein leikur, svarar hann fyrst og fremst stutt, at tað er ein farsa.
Tá hann síðani skal greiða frá, hvat leikurin snýr seg um, roynir hann sítt besta. Men sum skilst er tað sanniliga ikki bara sum at siga tað at greiða frá, hvat ein farsa snýr seg um.
? Tað ber illa til at greiða frá, tí ein farsa er soleiðis bygd upp, at ein næstan ikki kann greiða frá søgugongdini, sigur hann.
Men Tak tær eitt sindur av Amaliu snýr seg heilt stutt um, at ein maður biður sín besta vinmann ansa eftir elskarinduni hjá sær, tí hann skal burtur.
Vinmaðurin so ger, men eitt kvøldið drekka tey bæði so mikið nógv, at tá tey vakna í somu song morgunin eftir, veit hvørgin teirra, hvat er hent. Síðani byrja ting at henda. Skeivu persónarnir koma júst ta skeivu løtuna og siga tey skeivu tingini. Áðrenn ein varnast nakað, er alt ein stór fløkja, júst soleiðis sum ein farsa eigur og skal vera.
Egi Dam hevur sjálvur týtt leikin. Talan er um ein rættiliga stóran leik við nógvum leikarum. Egi hevur tó stytt leikin nakað og tikið onkrar minni týdningarmiklar leiklutir úr.
? Leikurin er skrivaður fyrst í 1900, og tá í tíðini vóru teir langir og útbreiddir, greiðir Egi frá.
Støðið tað sama
Gríma og Klaksvíkar Sjónleikarafelag vórðu sett á stovn og endurstovnað sama ár. Í 1977 byrjaði felagið í Klaksvík at venja Karl 12. og Gríma hjálpti teimum at seta leikin upp. Eisini komu leikarar úr Grímu til Klaksvíkar at halda skeið, og tá so Gríma fór undir at spæla leikin Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra, varð heitt á Adelborg Linklett at koma at spæla við.
Soleiðis hevur eitt samstarv koyrt millum Grímu og Klaksvíkar Sjónleikarafelag í mong ár.
Egi Dam sigur, at talan tó ongantíð hevur verið um eitt fyriskipað samstarv.
? Tað hevur verið nakað tilvildarligt, men javnan, sigur hann og letur væl at, hvussu tað hevur virkað hesi árini.
Egi Dam hevur staðið nógv á palli sjálvur, men kortini sigur hann, at honum dámar betur at seta leikir upp.
Fyrstu ferð hann var í Klaksvík og setti ein leik upp var í 1980/81. Síðani tað eru tað bliv-ið til nógvar leikir, og beint nú fæst Egi sum sagt við nýggjasta leikin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Tak tær eitt sindur av Amaliu.
Egi heldur ikki, at støðið leikliga sæð er so nógv lægri, tá talan er um amatørleikir.
? Man roynir at seta støðið eftir leikarunum, og lat tað vera sagt beinanvegin, at eg havi ongantíð verið noyddur at sett støðið niður, tá eg havi verið í Klaksvík og leikstjórnað, sigur hann og heldur fram, at úrslitið kann væl verða tað sama bæði í einum leiki við professionellum leikarum og amatørleikarum.
? Tað kann bæði verða eitt gott úrslit og eitt minni gott úrslit hjá báðum pørtum. Men munurin er sjálvandi hann, at amatørleikar-um vanta teknikkin, og teir liva ikki av at spæla sjónleik, sigur Egi Dam.
Hann vísir á, at til amatørleik kunnu øll koma, og tískil verður støðið meira ójavnt millum leikararnar.
? Har eru bæði talentir, og tey, sum eru við, mest tí teimum dámar so væl at spæla sjónleik, heldur hann fyri.
Lívið við síðuna av
? Tá ein setur ein amatørleik upp, má ein sum leikstjóri allatíðina minna seg sjálvan á, at alt gongur fyri seg aftan á arbeiðs-tíð, og at leikararnir hava eitt lív við síðuna av, sigur Egi.
Tískil kemur tað meira enn einaferð fyri, at leikarar ikki kunnu møta til venjing, tí teir skulu eitthvørt annað.
? So er tað føðingardagar, og hesa ársins tíð er tað slaktið, konfirmatiónir ella hvat tað nú skal vera. Tað nyttar so onki at fara at øsa seg tá, tí sum leikstjóri má ein bara vita, at tey hava eitt lív eisini, sigur Egi flennandi.
At venja sjónleik er eitt sera tíðarkrevjandi og orkukrevjandi frítíðarítriv. Tað er ikki altíð, at fólk, ið eru við fyri fyrstu ferð vita, hvussu nógv arbeiði tað krevur, og tí kann tað koma sum ein skelkur fyri tey. Men Egi sigur, at tað roynir hann altíð at greiða teimum frá, áðrenn venjingarnar byrja.
Leikurin broytist
Frumframførslan av einum leiki er ofta merkt av nervum. Leikararnir eru ikki heilt tryggir við teirra leiklut, og tískil kann spælið eisini til tíðir vera nakað stirvið.
Sum leikstjóri plagar Egi altíð at síggja sjálva frumframførsluna, og so plagar hann ikki at hyggja aftur, fyrr enn seinastu sýning.
Tá er stór broyting farin fram, og tað heldur Egi er gott.
? Ein leikur broytist nógv frá byrjan til enda, men kortini verður ein ofta gleðiliga bilsin av at síggja, at tey framhaldandi halda avtalur, sum man gjørdi. Tað er eisini hugaligt at síggja, hvussu nógv betur leikararnir tora at spæla teirra leiklut, men viðhvørt gera tey eisini eitthvørt, sum eg so slettis ikki kenni aftur. Tað er tó altíð stuttligt, sigur Egi Dam, sum heldur at broytingarnar eru eitt tekin um, at lív verður hildið í leikinum allan vegin. Hann sigur, at um leikararnir høvdu staðið á palli kvøld fyri kvøld og spælt tað sama umaftur og umaftur á júst sama hátt, hevði tað ikki gingið long tíð, fyrr enn tey sjálvi kvaldust av leikinum.
Úr tí dagliga
Egi hevur sum sagt leikstjórnað eitt ótal av leikum í Klaksvík. Honum dámar væl at arbeiða í Klaksvík, sigur hann, og samstundis er tað ein góður máti at kunna pleyga vinarbond.
? Tað hendir nógv í Klaksvík, vit flenna nógv, meðan vit arbeiða. Og eg fái eisini nógv at vita til dømis um útróður, sum eg ikki eri vanur við til dagligt, sigur hann við einum skeivum smíli. Ein onnur orsøk er, at í Klaksvík spæla tey nógvar skemtileikir, og tað dámar hon-um best at seta upp.
? Tað er so sanniliga ikki tí, at tað er lættari enn at seta aðrar leikir upp. Tað er bara nakað heilt serligt, sigur hann.
Egi flytur altíð norður til Klaksvíkar at búgva, tá hann skal seta leik upp. At ferðast í millum, heldur hann, hevði verðið alt ov strævið.
Tað hevði ei heldur borið nakað serliga væl til, tí venjingar til amatørleikir fara fram um kvøldi og aftan á arbeiðstíð.
? Tað er óluksáliga gott at koma vekk frá tí dagliga, og tá ein so hevur verið burtur í einar tveir mánaðir, uppdagar ein, hvussu deiligt tað er at koma aftur til Havnar, sigur hann við einum stórum smíli.
Síðani leggur hann afturat, at kanska hetta við at flyta úr tí dagliga, missir sína sjarmu, tá undirsjóvartunnilin er liðugur.
Umstøðurnar
Eitt, sum Egi heldur er farið ta skeivu leið, síðani hann byrjaði at koma til Klaksvíkar at arbeiða, eru umstøðurnar hjá felagnum at seta ein leik upp.
Fyrr húsaðist felagið einsamalt í húsinum í Bøgøtu, men í 1997 bleiv til húsið gjørt til eitt mentanarhús, og biografur kom eisini inn. Tá hildu stigtakararnir, at tað fór at verða tað rætta, men hesum er Egi als ikki samdur í. Tí sambært honum ber illa til at hava nakað so tíðarkrevjandi sum ein biograf og sjónleik í sama húsi, samstundis sum arbeiðast skal optimalt.
? Tað er líkavið, at eg ikki tími norður aftur at arbeiða undir slíkum umstøðum, tí ein fær ikki arbeitt optimalt, tá venjing gongur fyri seg á einum staði, pallsmíð á einum øðrum staði og so framvegis. Tað er øgiliga nógv tíðarspill av tí sama, sigur Egi Dam og leggur brosandi afturat, at sjálvandi gongur Klaksvík ikki undir fyri tað, um hann ikki kemur norðuraftur. Men hann heldur tað er stórt spell, at ein simpulten ikki hevur hug at koma norður aftur at arbeiða, tí arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar.
Egi heldur, at Klaksvík er ein býur, sum eigur at hýsa bæði biografi og sjónleiki, men hann heldur ikki, at tey hóska saman. Hann sigur, at um skipanin við, at filmarnir verða sýndir í Havnar Bio, áðrenn teir koma til Klaksvíkar, heldur fram, kann tað skjótt verða, at tann ótolni ungdómurin í Klaksvík fer suður at hyggja eftir filmunum beinanvegin, tá norðoyatunnilin er liðugur.
? Tað kundi havt við sær, at hetta við at ganga í biograf dovnar nakað, samstundis sum grundarlagið undir sjónleikinum og mentanini á egnum staði er máað burtur, sigur Egi Dam harmur á málinum og leggur dent á, at sjónleikur sum alt annað eisini krevur góðar arbeiðsumstøður.
Egi ressast nú í stólinum. Hann má til arbeiðis. Men áðrenn hann fer, tosar hann um tveir leikir, sum hann hevur sett upp í Klaksvík, ið hann minnist serliga væl. Heiðursborgarar og Loppuskriðið, minnist hann sum tveir serstakliga góðir leikir.Og hóast verandi truplu arbeiðsumstøður, sigur hann, at tað ikki er óhugsandi, at Tak tær eitt sindur av Amaliu fer í minnið sum tann triði.