útivølli hava tapt í Gøtu, men vunnið á Sandi og í Sumba. Tað er mest sannlíkt, at HB fer í summarfrí sum oddalið, og hvør verður nummar tvey, verður nógv lættari at siga eftir dystin í Klaksvík sunnudagin [...] Gøtumenn hava tapt tvær ferðir í ár, báðu ferðirnar í Havn, men so eru teir dystirnir í øllum førum farnir aftur um bak, og nú ræður um at hyggja frameftir hjá GÍ. Dystin móti ÍF í annaðkvøld eiga teir at vinna [...] sum nú liggja ovast við 16 stigum í part, hava øll víst veikleikar, og øll hava tey tapt fyrr í ár. Føroyameistararnir úr HB mugu metast sum favorittar til at fara í summarfrí á fremsta plássinum, tí teir
Hósdagin varð herverk framt móti einum persónbili í Runavík, móti busskýlinum í Søldarfirði og móti bygninginum, har Rúsdrekkasølan heldur til. Løgreglan í Runavík sigur, at herverk eru ein trupulleiki fyri [...] løgreglan í Runavík at siga um eina sera friðarliga stevnu. Verðið var gott og hýrurin somuleiðis góður. Nógv fólk nutu góðveðrið, og onkur var, ið hevði drukkið somikið nógv, at tey sovnaðu úti í góðveðrinum [...] Bert einaferð var neyðugt hjá løgregluni at leggja seg út í eina harðskapssak á Skálafjarðarstevnuni í ár. Tveir mans vóru til illnar komnir, og gjørdust teir somikið østir, at heldur ógvusligur bardagi
Kvívik. Gunnleyg Durhuus, sum er formaður í dómsnevndini, segði í grundgeving síni fyri valinum, at: Eiði skarar heilt týðuligt framúr. Har er sera nossligt. Eiði hevur í fleiri ár gjørt eitt miðvíst arbeiði [...] órudd upp. Um Æðuvík, sum varð nummar tvey, verður sagt í grundgevingini: Sera reint og ruddiligt. Fríðka um í bygdini við vegkantar o.a. Eru í gongd við at leggja kloakkir út á sjógv. Minnisvarði er settur [...] oman fyri bygdina. Skrivað á føroyskum og enskum. So eingin skal vera í iva. Tað var Knút Vesturdal, formaður í Teknisku Nevnd, sum tók í móti kekki og blómutyssi. Umframt fær Eiði eitt listaverk. Ein glasfugl
honum møguleikan í morgin, men hetta var ikki avgjørt, tá vit tosaðu suður. NSÍ og Sumba hittust tvær ferðir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini. Í vánaligum líkindum í Runavík vann NSÍ 5-3, og [...] málverjin hjá Sumba, býr í Runavík, og hann venur við NSÍ, har hann er annar av málverjunum í unglingadeildini (mánakvøldið vardi hann málið, tá NSÍ unglingarnir vunnu 3-0 í Gøtu). Hjá NSÍ eru allir [...] fyri aðru ferð skorin í knænum), men nú hevur Fróði Mortensen verið heima í nakrar vikur. Fróði hevur nógvar royndir ? m.a. vardi hann málið, tá Sumba í 1990 flutti upp ? hava teir í vikuni hugsað um at
teir so aftur høvi til í morgin. B71 vitjar á Eiðinum, og nú er kravið til VB aftur trý stig. Dan Djurhuus fekk reyða kortið í stevnudystinum í Runavík og er tískil leikbannaður í morgin, og hartil er Tórður [...] deildarmálmaðurin Marner Tausen í búrinum í morgin. Rúni í Soylu gongur í skúla, men hevur nú fingið summarfrí, og hósdagin fór hann til skips. Hann verður ikki við í morgin og neyvan móti HB heldur. [...] hinvegin aftur, og B71 verður rættiliga skert í morgin. Størsti saknurin verður ivaleyst í málverjanum Waldemar Nowicki. Móti B68 seinasta sunnudag fekk hann ein stoyt í nýrað, men spældi kortini allar 90 minuttirnar
einum føroyingi at vinna høvuðsvinningin í Lotto og vinnarin var Janus Uldall á Skála. Ein kona í Norðoyggjum vann góða hálvaaðru millión á heysti í 1997, men tað var í Viking Lotto, sum er eitt annað spæl [...] Treivst betur í Føroyum Søgan um Janus Uldall er annars tann, at hann er føddur dani, men flutti til Føroya í 1962. Her varð hann búgvandi til hann saman við familjuni flutti til Danmarkar í 1975. Men hann [...] til, og hóast tað hevur gingið meiri enn trupult hjá honum at fáa blund í eyguni síðani leygardagin, so leggur hann ikki stórvegis í tað, tí framyvir kann hann sova munandi róligari. ? Eg fati tað ikki.
hittust tíðliga í ár í einum venjingardysti í Gundadali. Ta ferðina vann HB 7-0, og tað mundi vera við avrikinum hjá toftamonnum í tí dystinum í huga, at útvarpið undan fyrsta umfarinum í landskappingini [...] Besta fótbóltsdeildin gongur framvegis í tveimum bólkum. Í botninum eru sumbingar, sum í Runavík stóran part av 2. hálvleiki bara vóru tíggju og fram móti endanum níggju spælarar, framvegis stigaleysir [...] týdningarmikið, er í topp. Hin orsøkin, til at KÍ slapp frá hinum liðunum, var, at B68 fór úr Gundadali og inn aftur á Toftir við javnleiki móti HB í viðførinum. Í fyrsta umfarinum í landskappingini taptu
vóru teir í Vágunum, har teir førdu 1-0 í hálvleikinum og síðani brendu eitt brotsspark. Tað blivu teir revsaðir fyri, og so vann FS Vágar. Og síðani taptu teir bæði í Klaksvík og í Runavík. Eftir at teir [...] nógv at ivast í, um TB yvirhøvur hevði nakað at gera í 1. deild. Men eftir tað er tað gingið rætta vegin aftur, og leygardagin vunnu tvørámenn fyri triðju ferð upp í slag. Teir vitjaðu HB í Gundadali vunnu [...] tíðliga í seinna hálvleiki. Vinstri vongverjin hjá tvørámonnum, Tórður Mortensen, kom framvið. Uppspælið var í høgru og endaði við innleggi, sum Tórður setti í netið. HB kom upp á 2-2 miðskeiðis í seinna
fyrrapartin í sjeyti árunum. Í 1973 vunnu teir allar róðrarnar, men í 1974 mistu teir ein sigur ? tað var í Vági ? og í 1975 kiksaðu teir aftur eina ferð ? tað var í Fuglafirði. Hóast teir í Runavík vóru s [...] ikki, hvat málið er hjá teimum í ár. Tað er at endurtaka avrikið í fjør. Ta ferðina vunnu teir allar FM róðrarnar, og koma teir fremstir um málið allar seks ferðirnar í ár, so kann tað væl vera, at talan [...] hava verið. Martin Venned, sum er annar av toftimonnunum, býr í Klaksvík, og harvið er tað ikki serliga høgligt hjá honum at venja. Men í vikuni, sum fór, hevði hann ikki vant nakað serligt við, tí hann
Verður breiddin í fótbóltstilfarinum mett út frá støðunum í teimum báðu ovastu deildunum, so sig hagtølini, at tað stendur heilt væl til í Runavík. Fýra feløg hava lið bæði í 1. og 2. deild, og í báðum deildunum [...] sær í báðum endum, og tað var um reppið, at gøtumenn javnaðu. Kim Petersen gjørdist leysur við málverjanum, men bólturin brast í stólpan, og so vóru øll stigini í Runavík, meðan GÍ framvegis er í einari [...] Tvørfoss, Magni Jacobsen og Svend Olsen hava verið nógv í 1. deildarhópinum, og Símun Petur Justinussen, sum fyri tað mesta hevur verið í 4. deild í ár, var aftastur. Gí dúvaði nógv upp á langar bóltar til