broytt týdning. Tað eru so nógv dømi efturhondini. Eitt nú fái eg knappliga at vita, at tað, sum fyrr æt positivur nú eitur jaligur . Javell, so siga vit tað. Men tað má so merkja, at onkur nú kann vera HIV-jaligur [...] Føroyum. Í grundini undrar tað meg, at vit eru so fáir, tí fyri mær tykist tað sum, at tíðin rópar eftir satiru. Vit síggja eisini, hvussu væl umtóktir Pipar og Salt eru. Teir duga nettupp hatta at punktera [...] er, at tað ikki kann passa, at vit eru so framúr góð. Tað er eisini tíð uppá at vera á varðhaldi, tá øll knappliga eru vorðin so sára samd, tí tað merkir sum oftast, at vit hava mist nuansurnar úr eygsjón
Varin men ikki bangin Nú útlit eru fyri eini møguligari oljuvinnu í Føroyum, so heldur Sofus Poulsen ikki, at føroyingar eiga at bera so stóran ótta fyri útviklinginum, eitt nú við at fólk uttanífrá koma [...] ikki fara at missa nakað, nú avtala verður undirskrivað. Hann sær eisini nógvar stórar møguleikar fyri samvinnu millum londini og sipar her mest til ta sannroynd, at Føroyar eru eitt oyggjaland eins og teir [...] her kundi verið nakað at lært av. Annars heldur Sofus Poulsen, at føroyingar eru væl fyri at fara inn í eina oljuvinnu. -Vit hava fakfólk á nógvum økjum, og dugnaskapurin er 1. floks sigur hann og vísir
desember og um jólini. Eitt nú vilja 34 prosent av teimum, sum er millum 56 og 75 ár, í fyrsta lagi hava lakrisskonfekt. Hyggja vit eftir, hvat tey, sum eru millum 18 og 35 ár, siga, eru tað bert 14 prosent, [...] soleiðis er eisini, tá ræður um góðgæti. Í Føroyum eru vit ikki so røsk at gera spurnarkannigar og ein spurnarkanning um, hvussu nógv og hvat góðgæti vit eta um jólini, liggur okkum neyvan fremst í huganum [...] desember í mun til restina av árinum. Heili 63 prosent av teimum, sum eru 18 til 35 ár, siga seg eta meira góðgæti í desember. Og tá tey, sum eru millum 56 og 75 ár, verða spurd, siga 53 prosent, at tey feiðra
fleiri góðir rithøvundar. Klassiskar týðingar og føroyskir úrmælingar eru á skránni. Men skulu vit so bara bíða nóg leingi, til ein bók, vit ikki unna okkum at keypa, kemur í bókaútsølu? ? Tað ber ikki til [...] Lærdómur er lættur at bera, siga vit. Nú er hann enntá upp á tilboð. Við hesum fyndorðum, legði Kári Árting skránna fyri ta stóru bókaútsøluna 2003 fram í søguligu stovunum aftan fyri Gamla bókahandil [...] at keypa góðar gávur niðurfyri. Einar 300 bøkur eru í bókaskránni, og bøkur fáast bæði fyri helvtarpís, fjórðingspís og uppaftur minni. Í summum førum eru bert nakrar heilt fáar bøkur eftir og av øðrum
sínari tíð at vera við til at byggja upp eitt føroyskt flogfelag. - Vit arbeiddu nógv, og vit vóru sum ein familja. Hóast eg gavst í 2002, eru tað framvegis fleiri, ið seta meg í samband við mítt starv sum [...] kom í 2002. - Sum partur av okkara arbeiði høvdu vit eisini stand-by vaktir, har tú skuldi kunna møta til arbeiðis innan ein tíma. Talan kundi eitt nú vera um forfall ella sjúkraflutning, og tað kom meira [...] fyri tí, sum rørist í lokalsamfelagnum, og nú eg eri leys av handlinum, og dóttirin er vaksin, helt eg, at løtan var hin rætta. Eyð Ellingsgaard vísir á, at nú hevur hon bæði tíð og orku til at gera sína
tað var ógjørligt at fáa eina løgfrøðisliga bindandi avtalu uppá pláss nú í desember, tí skotbráðið var ov stutt. Hinvegin, sum vit stjórnmálafrøðingar elska at siga; løgfrøði er bara fastfrystur politkkur [...] fundinum. Men tá so nógvir politiskir oddafiskar eru í býnum, skal ein succes spyrjast burturúr. Spurningurin er tí ikki um ein politisk avtala verður gjørd. Váðin nú er, at fundurin kann enda við eini avtalu [...] men sleppa frá at gjalda. Vilja vit skilja Kina? Sjálvur ásin fyri avtaluni, Kina og USA hava eisini arga hvørnn annan við almennum nervaspæli alla vikuna. Eins og vit í ídnaðarlondunum hava ilt at skilja
m, vóru vit uttan iva nógv sum øtaðust. At vit í okkara samfelag hava 100 tals familjur, sum liva í fátækradømi hoyrir ongastaðni heima, og eigir ikki at koma fyri. Í frágreiðingini kunnu vit lesa, at [...] er tvingandi neyðugt, at vit fáa eina betri sosiala skipan við bústaðarstuðli, til tey sum ikki hava so høgar inntøkur eitt nú lesandi og stakir forsyrgjarar. Hjá familjum sum eru fíggjarliga illa fyri er [...] til verka eftir valið. Eg vil í øllum førum stríðast fyri, at vit fáa betra umstøðurnar hjá hesum børnum. Tilboðini vit hava til børn og ung eru eisini sera grundleggjandi fyri trivnaðin og menningina av
studentar eru fulla tíð á staðnum. Aðrir eru har í styttri tíðarskeið og taka síðani útbúgvingar í fjarlestri, og uppaftur aðrir eru á staðnum í nakrar vikur. - Vit eru framvegis á byrjunarstøði, og vit eru [...] teologi og í einari røð av evnum, sum eru sjálvsøgd hjá kristnum at fyrihalda seg til. Nýmótans samfelagið setur nýggj krøv, og tað eru nógvar avbjóðingar hjá kristnum, sum eru í ella ætla at arbeiða í privata [...] Poul Guttesen, ið er sonur Maritu og Leivur F. Guttesen, sum nú búgva í Hoyvík. Poul er gudfrøðingur. Hansara lestur, arbeiði og netverk eru staðfesting av, hvussu lítil heimurin á so mangan hátt er vorðin
ið nú verður settur upp í Kommandørhúsunum, og sambært fyrireikarunum verður leikurin framførdur, so hann eisini er viðkomandi fyri føroyingar. Tað er leikbólkurin Tvazz, ið framførir leikin. Nú bert [...] dagar eru eftir til frumsýningina ganga venjingar væl, og síðsta hond verður løgd á pallmynd og at tillaga stovuna, so hon kann rúma áskoðarum. Hesar myndirnar tóku Heinesen Myndir til venjing nú í vikuni [...] frumsýnur leikbólkurin Tvazz franska leikin Stovugenturnar í Kommandørhúsunum úti við Strond í Havn, vit hava fingið myndir av venjingunum. Franski rithøvundurin Jean Genet fjakkaði runt í Europa sum brotsmaður
altíð hevur verið heitur mikudagar, og nú verður hann eisini heitur leygardagar. Í sambandi við ókeypis almennu svimjingina eru tíðirnar leygardagar broyttar. - Nú er hylurin opin fyri almennari svimjing [...] Nes kommuna skipar nú fyri einum serligum rørslu- og heilsuátaki í september. - Í eini roynd at fáa ung og eldri at svimja meira, hevur kommunan gjørt av, at almenna svimjingin er ókeypis í september. [...] tú vil. Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður víst á, nær hylurin er opin fyri almennari svimjing. - Vit vóna, at tikið verður væl ímóti hesum serliga rørslu- og heilsuátaki, sigur kommunan.