Fronsk mentan við føroyskum broddi

Leygardagin frumsýnur leikbólkurin Tvazz franska leikin Stovugenturnar í Kommandørhúsunum úti við Strond í Havn, vit hava fingið myndir av venjingunum.

 

Leygardagin frumsýnur leikbólkurin Tvazz franska leikin Stovugenturnar í Kommandørhúsunum úti við Strond í Havn, vit hava fingið myndir av venjingunum.

Franski rithøvundurin Jean Genet fjakkaði runt í Europa sum brotsmaður, biddari og skøkja, men tá hann í 1937 enn einaferð fór í fongsul, spratt listarliga arbeiði hansara, og hann skrivaði millum annað yrkingar, skaldsøgur og leikrit. Eitt av mest fagnaðu verkum hansara er leikurin Stovugenturnar, ið nú verður settur upp í Kommandørhúsunum, og sambært fyrireikarunum verður leikurin framførdur, so hann eisini er viðkomandi fyri føroyingar.

Tað er leikbólkurin Tvazz, ið framførir leikin. Nú bert fáir dagar eru eftir til frumsýningina ganga venjingar væl, og síðsta hond verður løgd á pallmynd og at tillaga stovuna, so hon kann rúma áskoðarum.

Hesar myndirnar tóku Heinesen Myndir til venjing nú í vikuni.