Longu í mars í ár, á stórari veðurlagsráðstevnu í Århus, vísti fyrrverandi danski umhvørvismálaráðharrin Svend Auken, sáli, á at tað var ógjørligt at fáa eina løgfrøðisliga bindandi avtalu uppá pláss nú í desember, tí skotbráðið var ov stutt.
Hinvegin, sum vit stjórnmálafrøðingar elska at siga; løgfrøði er bara fastfrystur politkkur. Ein politisk semja er neyðug fyri at kunna fáa eina løgfrøðisliga bindandi avtalu uppá pláss.
Politiska vikan
Henda vikan er politiska vikan. Í vikuskiftinum byrjaðu umhvørvismálaráðharrar at koma til COP 15 fundin, og nú koma stjórnarleiðarar. Heilir 115 stjórnarleiðarar hava meldað seg til fundin, sum ger at talan er um kanska størsta altjóða fundin uttanfyri New York nakrantíð. At 115 stjórnarleiðarar koma, merkir eisini at hesi meta at ein politisk avtala kann gerast á fundinum. Men tá so nógvir politiskir oddafiskar eru í býnum, skal ein succes spyrjast burturúr. Spurningurin er tí ikki um ein politisk avtala verður gjørd. Váðin nú er, at fundurin kann enda við eini avtalu, sum var betur ógjørd. Men hetta skal ikki skiljast, sum at alt er í lagið. Í gjár var kreppufundur millum fleiri av stjórnaleiðarunum í valdmiklastu ídnaðarlondunum og ST aðaslskrivarin Ban ki Moon skeldaði á fundi og bað londini arbeiða fram ímóti semju og felags stevi.
Gjógvin
Tað er enn langt millum menningarlondini og ídnaðarlondini. Menningarlondini vilja sleppa undan krøvum og hava pengar, og ídnaðarlondini vilja seta krøv til menningarlondini, men sleppa frá at gjalda.
Vilja vit skilja Kina?
Sjálvur ásin fyri avtaluni, Kina og USA hava eisini arga hvørnn annan við almennum nervaspæli alla vikuna. Eins og vit í ídnaðarlondunum hava ilt at skilja, at menningarlondini grundleggjandi hava tað fatan, at mannaelvdu veðurlagsbroytingar er ein avleiðing av ríkidøminum sum ídnaðarlondini hava ment, og tí skulu ídnaðarlondini eisini gjalda kostnaðin - so hava vit í okkara søguligu óvitan ilt við at skilja, at Kina sær seg sjálvan sum eitt stórveldi við mætari sivilisatión, sum bara hevur havt eitt bakakst í hálvaaðru øld. M.a. tí bakkar Kina ikki bara fyri USA.
Governator
Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwartzenegger, gjørdi í gjár sína innrás í Keypmannahavn, m.a. fyri at verða við í tiltakinum fyri býir, sum Tórshavnar Kommuna eisini luttøk á. Kalifornia hevur sett umhvørvið og cleantech á skrá, og tí er The Governator spennandi í hesum spælinum. Hann vísti eisini á, at arbeiðið við veðurleagsbroytingunum má verða ein tilgongd, sum kemur frá borgarunum og seyrar upp í politisku skipanina, og ikki bra uppifrá og niður. Borgarstjórarnir, eisini okkara Heðin Mortensen, undirritaðu eina yvirlýsing, sum verður handað stjórnaleiðarum á COP 15.
Føroyar?
Sum nevnt í aðrari grein, hava Føroyar ikki verið serliga sjónligar í samband við COP 15. Sum dømi kann nevndast, at Grønland hevur gjørt nógv burturúr, ikki bara nú men eisini í ymsum samráðingum fram til Cop 15 fundin.
Tó so, so hevur átakið BlueGreenFuture luttikið á á sonevndum sideevents, har víst verður á, at BGF arbeiðir fyri at menna eitt umhvørvi fyri at fáa samstarv millum gransking og vinnu við fokussi á nýskapandi cleantech loysnum fyri havumhvørvið í transaltantiska økinum. Tað frættist frá BGF at tað er áhugi fyri átakinum, sum eisini hevur fingið gott samstarv við Kanada í heyst. BGF byggir á føroyskr førleikar, men leggur stóran dent á at arbeiða transatlantiskt, og tað tykist tað at verða stórur áhugi fyri. Eisini frættist frá felagsbásinum Føroyar hava við Danmark og Grønlandi á COP 15, at hann kundi verið munandi betri, men at tey sum hava spurningar, eru forvitin um Føroyar og Grønland. Seinnaprtin ídag verður so eitt størri tiltak sum Uttanríkisráðið er við í.
Seinasta nýggja er at Connie Hedegaard hevur latið frá samráðingarleiðsluna til danska forsætismálaráðharran Lars Løkke Rasmussen, sum nú skal koyra á mál. Samstundis bleiv eitt nýtt uppskot almannakunngjørt, sum beinanvegin fekk Kina í øðini, so komandi samdøgnini eru spennandi.










