hálvbjargaði, bólturin endaði aftur hjá Jan, sum púra kaldur lyfti upp um málverjan og í málið. Tað tóktist verða størri broddur í, tá NSÍ leypa á, hóast Poul Juul Vilhelmsen og hinir í KÍ-verjuni spældu væl [...] Runavíkingar stríddust væl. Teir vóru væl skipaðir, høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, men vóru skjótir at leypa á, tá møguleikin var til staðar. Jan Nónklett setti stundum ferð á NSÍ-liðið, og kviki miðvallarin [...] øllum, hóast tað var heimaliðið sum var favorittur til at vinna dystin. NSÍ tók seg við sigrinum fram um KÍ, sum tó er væl við í kappingini eftir fyrstu umførini. KÍ-NSÍ 1-2 (0-2) 0-1: Jan Nónklett 0-2: Fróði
heldur óneyðugt á miðvøllinum. Ronnie Samuelsen fær fatur á og stingur inn um verjuna, har Magni sera hegnisliga kippir bóltin upp um málverjan. 6-0: Heðin á Lakjuni Kenneth Jacobsen verður sendir avstað í [...] rundað ein verjuleikara, lobbar John upp um málverjan, og tá bólturin so støkkur av stongini, hevur Heðin opið mál. 9-0: Heðin á Lakjuni John Petersen leggur tvørtur um til Heðin, sum beint uttan fyri brotsteigin [...] nýggjum krúti, tá FS Vágar vitjaði í Gundadali. Úrslitið varð ein metsigur upp á 15 mál til heimaliðið, og so er kanska nóg mikið sagt um dystin. Tað skal tó leggjast afturat, at vóru bæði liðini fullmannað
seinna, og tað má verða upp til hvønn einstakan at meta um, hvørt val teirra var rætt ella skeivt. Niðurstøða At okkara samfelag skal hava ein vælvirkandi fólkaskúla, eru vit øll samd um. At politikararnir [...] hevur verið nóg góð, og tí hevur nógv tjak verið um hesi viðurskifti, síðan hendan skipan varð tikin í nýtslu fyrst í 90unum. Uttan at fara í smálutir um frymilin, sum verður nýttur at luta tímar eftir [...] ósakliga at leypa á lærarar og leiðarar, sum starvast innan fyri tað stýrið, sum hann sjálvur hevur ábyrgdina av. Tað avdúkar meira hugburðin hjá landstýrismanninum, enn tað sigur nakað um tey, sum standa
Jákup á Borg og Christian Høgni Jacobsen snilt samanspældu í høgru, og flata innleggið varð bent út til horna, áðrenn Uni Arge slapp framat. Uni stútaði eitt hornaspark upp um, og John Petersen var um reppið [...] ætlanini um, at Ciriaco Sforza úr Bayern München skuldi standa faddur til eitt tvey samanspæl við teir báðar fremstu menninar, David Sesa úr Napoli og Alexander Frei úr Servette, var lagt upp til, at spælarar [...] føroyska verjan hevði armarnar á lofti í vón um, at linjuverjin og dómarin fóru at vísa miskunn, sendi Frei framvið Jákupi Mikkelsen, sum kendi seg noyddan at leypa út. Burtursæð frá málinum hevði Sveis ein
Landsliðsprát Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóktist tað, sum um føroyska takið á miðvøllinum hvarv. Orsøkin til hetta tóktist ikki so øgiliga eyðsýnd, og eftir dystin spurdu vit okkara miðvallarovasta, [...] vit mistu takið eina løtu var, at teir fluttu seg rættiliga nógv á miðvøllinum. Við at spæla beint upp til áleypararnar, og niður aftur á miðjuna, fingu teir flutt spælið nógv, og tað møddi okkum nakað [...] Nakar góður dystur varð tað tó ongantíð. Hvørki av liðunum spældi serliga væl, haldi eg. Spurdur, um dysturin kanska gjørdist keðiligur tí hann gjørdist í so taktiskur, sigur Julian, at tað heldur hann
B68 10/0 Eins og við Jákup á Borg valdi Allan Simonsen at halda fast um Fróða Benjaminsen eftir góðu avrikini á seinastu landsliðsferðini. Fróði livdi eisini partvíst upp til álitið. Hann arbeiddi sera [...] løtum av dystinum. Tá talan í somikið stóran mun gerst um kontraspæl, fæst ikki full nytta burtur úr evnunum hjá Una, men hann var tó onkun tíð um at koma til møguleikar, tá hann rann kapp við verjuna hjá [...] við bóltinum, og hóast alt ikki eydnaðist, so er neyðugt við slíkum leikarum, um liðið skal skapa nakað frameftir. Var um reppið at spæla Una Arge leysan í fyrra hálvleiki, men heldur ikki ta ferðina spurdist
Jugoslavia hevur átt, sigur Tomislav, um leikararnar, sum millum annað vunnulM fyri U-21 lið í Chile. - Har var ein ørgrynna av leikarum, sum seinni hava gjørt um seg kring í Europa. Tað gjørdi eisini [...] evnini hjá teimum hava verið framúr góð. Samba-fótbóltur Sagt verður ofta um jugoslaviskan fótbólt, at hann er europeiska svarið upp á brasilska samba-bóltin. Har tað til tíðir nærum tykist sum spælararnir [...] hvørgin teirra roknar við, at jugoslavar fara at fáa nakran lættan dyst. Tá vit spyrja, um teir hava gjørt sær nakra hómin um úrslitið, vísir Tomislav til eitt prát, sum hann hevði við eitt jugoslaviskt blað
Fróði tungu uppgávuna at røkja lyklapostin í verjuni. Um avgerðin at nýta Fróða á hesum plássi var røtt, kann altíð diskuterast, men talan verður neyvan um meira enn hypotetiskar spurningar. Tað er tó ein sannroynd [...] miðal, sum Johan sjálvur hevur sett í hinum trimum dystunum, sum hann hevur verið við. 4. Jákup á Borg, B36 14/0 Má nærum metast sum fastur fúsur á vongverjasessinum, tó at hann framhaldandi hevur harða [...] Jugoslavia var somikið frammarliga á vøllinum. Hetta viðførdi eisini, at Sámal ikki slapp at blanda seg upp so nógv á miðvøllinum, sum hann vanliga ger, og var hann tí ikki eins sjónligur og vanligt. Fall tó
takast fram um í so máta, so kann staðfestast, at tað serstakliga var missurin av Óla, sum tóktist kostnaðarmikil. Allar helst kann trætast í vikuvís um, hvørt úrslitið hevði verið eitt annað, um aðrar loysnir [...] loysnir vórðu nýttar at tippa holið eftir Óla. Um Kurt við sínum drúgvu royndum hevði kunnað stýrt verjuni betri, ella um venjarin átti at sent eftir Jan Dam, heldur enn Súna Olsen. Tey mest víðgongdur hildu [...] Kezman upp undir tvørtræið. 0-3: Dejan Stankovic Eftir skjott bandaspæl við Milosevic gerst Stankovic leysur og skorar. 0-4: Savo Milosevic Kezman vinnur bóltin av Johan B. Hansen, og stingur inn um til ein
Soleiðis vóru tað avgjørt klaksvíkingarnir, sum vóru betri nøgdir um málleysu hálvleiksstøðuna, og gleðin um hetta mundi ikki vera minni, tá okkurt um eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Tá hevði innskifti [...] frá Jákupi á Borg (enn einaferð), men tá var eyðmýkingin av klaksvíkinginum langt síðani fullkomin. Sum seinni hálvleikur formaði seg, skulu gestirnir vera fegnir um, at talan ikki gjørdist um eitt enn størri [...] eina heldur trilvandi byrjan upp á árið, hevur B36 veruliga fingið glið á seinnu umførini, og áskoðararnir mundu í øllum førum roknað við, at talan aftur skuldi gerast um trý stig sunnudagin. Klaksvíkingar